mikudagur 4. apríl 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
F
øroyska
samfelagið
stendur yvir fyri ovur
stórum avbjóðingum
fyriframman. Um vit skulu
fáa hallið á fíggjarlógini burt
ur í 2016, krevur hetta stórt
mót og dirvi, og ópopuleru
avgerðirnar
eru
nógvar,
skulu vit fáa búskapin aftur
á beint. Men skulu vit út til
føroya fólk at greiða teimum
frá, at vit verða noydd at gera
inntriv í teirra viðurskifti,
mugu vit í politisku skipanini
ganga á odda. Politiska skip
anin eigur at feia fyri egnum
durum, áðrenn hon fer út
at krevja broytingar hjá før
oyska húsarhaldinum.
Vit mugu og skulu taka tað
í álvara, at fólkið í Føroyum
so smátt hevur mist álitið
á politisku skipanina. Vit
kunnu ikki halda áfram at
lata oyru og eygu aftur og
látast sum einki, tí tað, sum
vit uppliva í dag er, at fólkið
í Føroyum ikki orkar meira
og hevur ikki álit á okkum
í politisku skipanini, og tað
er álvarsamt. Vit mugu ikki
gloyma, at vit eru fólkins
tænarar og hvørki meira
ella minni enn tað. Vit skulu
tískil ikki geva okkum sjálv
um framíhjárættindi, hvat
viðvíkur m.a. pensjón, løn,
ferðaendurgjald
í
slíkum
tíðum, sum vit hava í løtuni,
tað er ikki rættvíst og
ábyrgdarfult.
Vit skulu ikki misbrúka
tað vald, okkum er givið, men
umsita tað við størstu virðing
og rættvísi sum yvirhøvur til
ber.
Vit vita væl, at tað liggja
sera
ópopulerar
avgerðir
fyri framman, har tað m.a.
skal sparast, reformar skulu
fremjast, sum tíverri ganga
út yvir okkara borgarar, eldri
sum yngri, reformar, sum
eru neyðugir, um vit skulu
hava eitt vælferðarsamfelag
í framtíðini. Trupulleikin
er bert, at um vit í politisku
skipanini ikki sjálvi ganga
á odda við sparingum, er
tað trupult at fáa fólkið í
Føroyum at trúgva tí, vit
prædika. Tí er tað neyðugt,
at
vit
endurskoða
m.a
ferðaendurgjaldið til lands
stýrisfólk, eisini sæð í mun
til, at samferðslukervið er
vorðið so mikið gott tey
seinastu árini, at tað ber til
at koyra til og frá arbeiði. Vit
kunnu ikki skatta pensjón
irnar við inngjaldi hjá okkara
borgarum og so ikki gera tað
sama hjá okkum sjálvum,
og eg kundi hildið áfram.
Sjálvsagt skal tað lønast
væl at hava eitt álitisstarv
sum politikarari, men í eini
undantaksstøðu, sum eg vil
kalla tað, at vit eru í í Før
oyum í dag, ber tað illa til,
ikki eisini at lata tað ganga
út yvir okkum politikarar.
Í løtuni kenni eg tíverri á
mær, at fólkið í Føroyum
upplivir politisku skipanina
líkasum Hans Scherfig lýsir
skúlaskipanina 1930'unum í
skaldsøguni »Det forsømte
forår«:
»Skolen er en verden for
sig. En lille isoleret afskåret
verden uden forbindelse med
den store omgivende verden.
Et selvstændigt samfund
midt i byen. En uafhængig
statsdannelse med særlige
love og traditioner... Ude i
verden sker der store ting.
Krig og revolution. Men i
skolens lille samfund går
livet sin gang, uforstyrret af
verdensbegivenhederne. Når
lektor Blomme går på gaden
ude i den store verden, er han
bare en lille mand med fip
og briller. Han må overholde
færdselsreglerne
ligesom
andre mennesker.«
Um vit ikki taka okkum
um reiggj, so fáa vit somu
»lede« yvir fyri politisku
skipanini, sum fólk høvdu
fyri skúlaskipanini í 1930
unum.
Gleðiligar páskir
Hósdagur
29. mars 2012
Á
Føroya Løgtingi hós
dagin 29. mars 2012,
viðgjørdi
tingið
uppskot frá landsstýrinum
(Sambandsflokkinum, Fólka
flokkinum, Miðflokkinum og
Sjálvstýrisflokkinum) um at
minka útgjaldið til arbeiðs
leys við umleið 2.500 krónum
um mánaðin. Í Føroyum eru
í dag 1800 fulltíðar arbeiðs
leys.
Undir orðaskiftinum sama
dag kom fram, at løgmaður og
landsstýrisfólk hava fingið
millum 3000 og 4000 krónur
eyka um mánaðin eftir skatt
við flatskattaskipanini, sum
tey sjálvi evnaðu til og fingu
samtykt.
Á sama fundi varð eisini
sligið fast, at við forskattingini
og brandskattingini av pen
sjónsinngjøldum, hevur eitt
vanligt verkafólk, sum rind
ar til egna pensjón, mist upp
móti 1.500 krónum um mán
aðin. Hesir pengar verða
fluttir til skattalætta til
hægstu inntøkurnar.
Alt hetta varð skrumblað
ígjøgnum uppá minni enn
tríggjar vikur fyri jól í fjør.
Uttan nakra veruliga við
gerð. Ímóti øllum ráðum frá
fakfólki. Og við djúpu grund
gevingini um, at tað loysti
seg ikki at kanna nakað, ella
at siga nakað um framtíðina.
Hetta var »politikkur« (!).
Fríggjadagur
30. mars 2012
Á Føroya Løgtingi fríggja
dagin 30. mars 2012, viðgjørdi
tingið uppskot frá Javnaðar
flokkinum um at endurskoða
kostnaðarendurgjaldið
til
løgtingsfólk og landsstýris
fólk. Uppskotini snúðu seg
rætt og slætt um, at ávíkavist
formansskapurin í tinginum
og løgmaður fingu álagt at
gera uppskot til broytingar.
Fyri tey landsstýrisfólk, ið fáa
størst endurgjald, er talan um
13.000 krónur skattafrítt um
mánaðin, afturat lønini. (Ein
arbeiðsleysur skal annars
fáa útgjald upp á 17.500 um
mánaðin – og gjalda skatt av
tí, sambært uppskotinum frá
landsstýrinum.)
Uppskotini vórðu dygg
iliga feld. Bert Tjóðveldi,
Javnaðarflokkurin og Fram
sókn atkvøddu fyri.
Samgongufólk
og
løg
maður vístu á, at broyt
ingar kundu ikki fremjast í
kostnaðarendurgjaldinum
uttan gjølliga viðgerð. Her
máttu nevndir setast og
allir hugsandi serfrøðingar
spyrjast. Tað var óðmanna
verk at fara broyta tílíkt,
uttan langa fyrireiking og
útrokningar, hildu nú sam
gongufólk.
Sama dag løgdu Sam
bandsflokkurin,
Miðflokk
urin,
Fólkaflokkurin
og
Sjálvstýrisflokkurin
fram
uppskot til játtanarkarmar
fyri almenna húsarhaldið
komandi árini.
Her varð m.a. fráboðað, at
pensjónsaldurin skal setast
til 68 ár frá næsta ári av. Hetta
merkir fyri teir lægstløntu
samfelagsbólkarnar, ið bara
hava
fólkapensjónina
og
samhaldsfasta at dúva uppá,
og sum skulu pensjónerast
komandi árini, at tey í veru
leikanum missa eina inn
tøku uppá 120.000 krónur.
Fyri tey, ið hava eina lága
pensjónsuppsparing,
skal
hetta leggjast afturat miss
inum av forskattingini av
pensjónsinngjøldum
frá
fyrstu krónu.
Tveir dagar í politisku
søgu Føroya. Tveir dagar, ið
lýsa grovastu gjáargraving
millum stættir, ið sædd er í
einum vesturheimskum sam
felag. Og ja. Árið er 2012 – ikki
1812...
Feia fyri egnum durum
Annika Olsen
Landsstýriskvinna
fyri Fólkaflokkin
Tveir dagar í politisku
søgu Føroya – anno 2012
Grovari enn grovt. Skeivari enn skeivt. Meira niðurbrótandi enn áratiggjur við
afturhaldspolitikki. Tað er kjarnin í teimum politisku avgerðum og ætlanum, sum
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fremja
Høgni
Hoydal
Løgtingsmaður
fyri Tjóðveldi