Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Og tey tosa um vargar... Okkum tørvar ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk H endan víðagitna væl­ferðar­skipanin, hvørs høvuðs­eyð­ kenni er sosialur tryggleiki, javni millum inntøkubólkar og líka møguleikar fyri øll. Altíð í tøttum samstarvi millum partarnar á ar­beiðs­ marknaðinum og politiska valdið. Hesar heimskendu skip­ anir, sum seta norðurlond á odda í nærum øllum altjóða yvirlitum yvir tryggleika, eydnusemi, ríkidømi, menn­ ing og so framvegis. Tí samgongan velur púra tilvitað, at sparingarnar BARA skulu raka tey, sum eru ringast fyri frammanundan. Tað er sostatt eitt mál í sjálv­um sær, at skapa størri ójavna og størri ótryggleika millum sosialbólkarnar í Før­ oyum. Asosiala mynstrið gongur aftur, tá samgongan... ...IKKI vil kanna, hvussu vit kunnu lækka um heimsins hægsta kostnaðarstøðið. ...IKKI vil prístalsjavna studn­ingin til tey lesandi, pen­sjónina ella veitingar frá tí almenna. ...IKKI vil, at tað skal loysa seg at arbeiða hjá teimum, sum veruliga trongja til nakr­ar krónur eyka. ...IKKI vil, at tey arbeiðs­ leysu skulu hava sømilig kor, tá endurgjaldið úr ALS verð­ ur lækkað við 2.500 kr. mán­ aðarliga. ...IKKI vil, at tey arbeiðs­ leysu skulu í starv, tá pen­sjónsaldurin verður hækkaður. ...IKKI vil, at øll ung skulu hava líka møguleikar at nema sær útbúgving, tá studn­ ingurin verður skerdur. ...IKKI vil, at tryggleiki skal valda í ellisárum, nú alt pen­sjónsøkið liggur í skeljasori.   ...IKKI vil, at løntakarar skulu hava lønarhækkan, men real­lønarfall. ...IKKI vil, at veruliga kapp­ing ella at nýggir ak­ tør­arar skulu sleppa inn í høvuðs­vinnuna at virka. ...o.s.fr.. Alt hetta SAMSTUNDIS sum, at samgongan hjúklar um tey vælbjargaðu... ...við at geva teimum túsund­atals krónur í skatta­ lætta. ...við at siga, at hjá teimum skal tað loysa seg at arbeiða. ...við at halda fast um ferða­endurgjaldið til sín sjálvs. ...við at vilja avhenda fólks­ins ogn til nakrar fáar stór­reiðarar fyri allar ævir... ...o.s.fr... Eg legði fyri við at stað­ festa, at samgongan IKKI er farin undir at bjarga føroyska bú­skapinum. Hinvegin er hon farin undir eina miðvísa av­mon­tering av vælferð Føroya. Búskapartølini kunnu les­ast á ymsan hátt. Sam­ gong­an velur tilvitað at lesa tað svartasta úr teimum, tí tað tænir endamálinum at avlaga tað, sum vit hava bygt upp hesa seinastu øldina. Vanliga hóvligir búskapar­ frøðingar vilja vera við, at tað skal heilt ófantaliga illa berast at, skal fíggjarstøðan ikki javnviga longu í 2013. Tí er meira enn ivasamt, um øll hesi ússaligu inntrivini yvir­ høvir tæna nøkrum øðrum endamáli enn at steðga allari samfelagsmenning. Ynskti samgongan hin­ vegin at skapa vøkstur, so vit eisini í framtíðini hava ráð til at javnmeta okk­um við fremstu londini í heim­ inum, hevði hon stungið út í kortið haldgóðar loysnir fyri orkuøkið, rentustøðið, arbeiðs­loysið, fiskivinnuna, pen­sjónsøkið, útbúgvingar- og granskingarøkið, og ikki minst, fyri skattapolitikkin, sum í løtuni bæði vendir sosialt og búskaparliga skeivt. Vargar Hetta var spjaldrið, sum løg­ maður setti á limir í tingbólki Javnaðarfloksins eftir valgið, og tí kundi tann annars so frá­líka makrelsamgongan ikki halda fram. Afturfyri verða vit nú stýrd av 19 villum varg­um, sum okkara sunnu­dags­ skúla­dreingir ikki koma upp á øklarnar av. Samgongan er IKKI farin undir at bjarga føroyska búskapinum. Nei, hon er farin undir eina miðvísa ætlan, sum skal seta norðurlendsku vælferðarskipanina úr verk í Føroyum Rigmor Dam Tingkvinna fyri Javnaðarflokkin S jáldan hevur før­oyska samfelagið skríggj­að so hart eftir einum ábyrgdar­fullum fíggjar­ politikki sum í hesum døg­ um. Búskaparliga støðan í dag er úrslit av áralongum fíggjarligum hugsjónarloysi og fíggjarpolitisku svarini hjá samgonguni til átrokandi trupul­leikarnar í føroyska sam­felagnum raka meint. Til tess at tryggja okkum, at føroyska samfelagið ikki endar í tílíkari støðu aftur, eigur politiski myndug­ leikin at venda eyguni ímóti løg­tings­upp­skot­inum hjá Fram­sókn um kon­junktur­ javn­ingarlóg. Kon­junktur­ javn­ingar­lógin er rætti lútur í fíggjar­ligum rembingar­tíð­ um. Hetta lógaruppskot snýr seg í stuttum um kon­junktur mót­gangandi fíggjar­politik, ella eitt sindur annar­leiðis sagt, ein lóg um ábyrgdar­ fullan fíggjarpolitik. Tørvurin á einari kon­ junktur­javningarlóg er ikki nýggjur. Føroyska samfelagið hevur eftir hondini sera ofta skift at vera millum bú­ skapar­ligum hæddum og dølum. Vit minnast øll aftur á góðu og glaðu 80 árini, og avleiðingar av búskaparliga ørskapinum, sum vit sóu fyrst í nítiárunum. Aftur í null­unum, frá 2004-2008, var aftur ferð á búskapinum. Politiska skipanin helt at trøini fóru at vaksa upp í himmalin, og heldur enn at halda aftur, grýtti politiska skipanin olju á bálið við at brúka allan peningin, ið kom inn. Úrslitið kenna vit øll: Ein longu upphitaður búskapur bleiv enn heitari við at økja um landsins útreiðslur við nærum eini milliard. Lands­ ins útreiðslur vuksu úr 3,6 mia upp í 4,5 mia. Hetta er tað, sum á fakmáli rópast kon­junk­tur viðgangandi fíggjar­politikkur. Politiska skipanin slikkar sárini. Nú slikkar skipanin sárini eftir skeiva fíggjarpolitikkin í nullunum. Úrslitið av politikk­inum er, at vit í dag hava eitt øgiligt prístrýst. Alt gjørdist dýrari; nógv dýr­ ari. Høga prísstøðið, sum er ein beinleiðis avleiðing av ábyrgdar­leysa politikkinum. Tølini tala sítt sanna mál. Í 2012 kostar tað meira enn 5 mia at reka almennu Føroyar. Inntøkurnar vuksu ikki upp í himmalin; tær steðgaðu upp, og byrjaðu eisini beinleiðis at minka. Realiteturin í dag er tískil, at almennu Føroyar mugu læna pening til for­ brúk. Ein vanlig føroysk familja hevði helst fingið fót­in í reyvina og út, um hon fór í sín banka við tílíkari umbøn. Ikki tí, almennu Før­ oyar eru nú noyddar at gera hetta, tí alternativið í verandi løtu er nógv verri. Men, vit skulu altso minnast til, at hetta forbrúkið einaferð skal gjaldast aftur, við rentum! Tað fer at lama føroyska sam­ felagið í mong ár fram yvir. Mugu leggja til síðis Øll kenna vit vísdómsorðini úr fyrstu Mósebók um, at eftir sjey góð ár koma sjey ring ár, t.v.s. at vit eftir­hond­ ini hava kent til hetta fyri­ brigdið í fleiri túsund ár. Men, føroyska politiska skip­anin hevur anno 2012 enn ikki rættuliga megnað at prak­ ti­sera henda kendsgerning. Okk­um tørvar stutt sagt at leggja til síðis í góðum tíðum, fyri at hava at standa í móti við í ringum tíðum. Tað kunnu flest øll eisini nikka jaliga við til. Men, enn einaferð má bara staðfestast, at politiska skipanin í Før­ oyum, ikki bara seinastu 6-8 árini, men gjøgnum mong harr­ans ár, als ikki í nóg góð­an mun hevur megnað hetta. Hesum vilja vit í Fram­ sókn nú tryggja við lóg. Eini lóg, vit rópa fyri kon­junk­ turjavningarlógina. Enda­ málið við lógini er í stuttum, at politiska skipanin í góðum tíð­um fær avmarkingar á, hvussu nógv hon kann hækk­að um almennu nýtsl­ una. Síðan skulu inn­tøk­ ur­nar setast til síðis til at brúka í verri tíðum. Tú kanst siga, at tú tekur broddin av yvirupphitingini í góðum tíðum, og setir gongd á hjól­ini í verri tíðum. Hetta verður á fakmáli rópt kon­junkturmótgangandi fíggjar­poli­tikkur. Eg kallið tað ábyrgdar­fullur fíggjar­ politikkur. Okkara modell snýr seg stutt um, at útreiðslurnar í einum fíggjarári ikki kunnu vera hægri enn meðal­inn­ tøkurnar seinastu trý árini (vekta mest á farna árið). Hevði hesin fíggjarpolitikkur verið rikin í árunum 2004- 2008, hevði upphitingin og prístrýstið ongantíð verið tað, vit síggja í dag. Sam­ stundis høvdu almennu Før­oyar havt hundratals milliónir tøkar á bók at brúka nú í hesum búskaparligu sváru tíðum. Ein slík kon­ junkturjavningarlóg hevði ver­ið kærkomin í dag. Nú er støðan tann, at sam­ stundis, sum búskapurin mink­ar, gera almennu Føroy­ ar eina ringa støðu enn verri við at minka nógv um sín karm, tí tað ikki hevur lagt pening til síðis at standa ímóti við. Hetta sendir panikk og ótta út í samfelagið. Høvdu almennu Føroyar í staðin, sum vit skjóta upp, arbeitt við konjunkturmótgangandi fíggjarpolitikki, høvdu al­ mennu Føroyar havt pening til at minka um negativa bú­skapar­sveiggið, og harvið eisini minka um óttan í sam­ felagnum. Vit høvdu í dag havt eitt nógv betri, sterk­ari og fíggjarligt stabilt sam­ felag. Tað er eitt hjartamál hjá Framsókn at hava ábyrgdar­ fullan fíggjar­politikk í Før­ oyum. Eitt fíggjarligt stabilt føroyskt samfelag vil í longd­ ini verða eitt nógv betri sam­ felag fyri allar borgarar í Føroyum. Politiska skipanin skal trýstast til at leggja til síðis í góðum tíðum, fyri síðan at brúka í ringum tíð­um. Hetta hevur politiska skip­ anin í Føroyum síðan tíðar­ innar morgun ikki megn­að. Tí skulu vit hava kon­junktur­ javningarlógina. Vit skulu hava lógina um ábyrgdar­ fullan fíggjarpolitik. Janus Rein Løgtingsmaður fyri Framsókn