mikudagur 4. apríl 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
15. partur
Tað er so ótrúligt, sum alt er
broytt í mínum lívi. Men størstu
broytingarnar eru komnar av rav
magninum, sum gjørdi alt so nógv
lættari. Vit fingu ravmagn innlagt
miðskeiðis í 1950-árunum.
Bert at hugsa sær munin millum
alt stríðið við torvinum, og so bert
at trýsta á ein knøtt!
Eitt dømi um týdningin av hes
um er vasking av klæðum. Fyrsta
eg minnist var alt gjørt við handa
megi, eisini uttandura.
Fyrst skuldu klæðini setast á
blot í soda. So skuldu tey skolast
í køldum vatni. Síðan skuldu tey
í eina vaskigrýtu og aftaná tað
skrubbast á einum vaskibretti.
So skuldu klæðini aftur skolast
og vindast fyri at fáa vatnið úr
teimum. Vóru hetta stór pløgg sum
løk, máttu tvey um hetta.
Út á summari vórðu klæðini løgd
á blik á bønum. Tá blivu ódámað
klæði púra rein. Aftaná skuldu
klæðini aftur skolast og hangast
upp at turka. Tá kundi eg brúka ein
heilan dag at vaska klæði.
Men so kom ein kollvelting, og
tað var vaskimaskinan. Ikki auto
matisk sum í dag og ikki í hvørjum
húsi heldur.
Nei, ein vaskimaskina kom
til bygdina og í Syðrugøtu var
tað Líggjas á Fløttinum, kallað
ur Fløttur, sum fekk hana. Vaski
maskinuna bar til at leiga fyri fimm
krónur um dagin, nokk so fitt tá í
tíðini. Fløttur kom við henni í eini
trillubøru kl. 7 á morgni, og so hevði
eg hana allan dagin.
Hesar vaskimaskinur kundu
ikki annað enn at vaska, tað vil siga
at tað slapst undan at brúka vaski
bretti.
Hetta var ein lætti, men fram
vegis skuldu klæðini kókast. Vaski
maskinan hevði eina rullu, sum
klæðini kundi koyrast ígjøgnum, so
tað slapst undan at vinda tey. Men
kortini var hetta roknað sum ein
óførur lætti. Og so ikki um at tala
í dag, tað bert er ein knøttur, sum
skal trýstast á fyri tað, sum fyrr
kundi taka ein heilan dag!
Gott grannalag
Annars var so gott ímillum húsini
hjá okkum og uppi hjá Ingu Dalbø,
sum búði beint omanfyri okkum.
Tá ið vit høvdu handil í kjallaranum
plagdi eg at vaska í kjallaranum hjá
teimum. Maður Ingu, Mikael, var tá
deyður, og Inga, ella Tofta Inga, sum
vit kallaðu hana, var so ótrúliga fitt.
Hon plagdi at hjálpa mær at vinda
tey stóru pløggini.
Inga var eisini so sera góð við
Zakaris hjá okkum. Eg bað hann
eina ferð fara niðan til Ingu, so
hon kundi fortelja honum eina
søgu. Hetta riggaði so væl, at hann
líkasum búði har. Tey blivu øll so
góð við hann har uppi. Mikael var
annars ættaður úr Barbustovu.
Hann hevði mammu av Dunganum
og var systkinabarn Poul Andreas.
Óalmenn telefonstøð
Vit fingu telefon nokkso tíðliga, tá
vóru bert fáar telefonir í bygdini.
Hetta merkti, at fólk ofta komu inn
til okkara at ringja, og at ringt varð
til okkum at boðsenda ein granna,
sum tosast skuldi við.
Eg kundi sita undir kúnni og
mjólka, tá onkur av okkara smáu
børnum kom út í fjósið við telefon
boðum. So eg inn at tosa, men tá
kundi tað vera telefon til onkran í
grannahúsunum. So aftur í fjósið,
og børnini vóru send við telefon
boðum, soleiðis kundi vera.
Fjallgonga
Fjallgonga var ein stórur dagur í
einum bóndahúsi. Áðrenn farið
var á fjall, kom øll fjallmanningin
inn at fáa sær morgunmat, har var
borðreitt við øllum góðum. Tað vóru
altíð gentur og dreingir við eisini.
Tá fjallfólkið kom á rættina,
hevði eg bakað pannukøkur, so tey
kundu fáa ein góðan drekkamunn
á rættini.
Tá liðugt var á rættini komu øll
heim at fáa sær døgurða, omaná
var lagkøka og kaffi. Hetta var ein
høgtíðsdagur burtur av.
Keyptu ikki døgurðamat
Tað vóru ikki pengar millum fólk, á
sama hátt, sum tað er í dag. Tá farið
var í handilin at keypa mjøl, sukur
og annað at matgera við, høvdu vit
bók við. Alt sum vit keyptu, varð
skrivað upp í bókina, og so gjørdu
vit upp eina ferð um mánaðin.
Onkuntíð flettu vit eina kúgv og
lótu hana í handilin at keypa fyri.
Lønandi arbeiði var ikki so nógv
í bygdini tá. Eg minnist, at tá Ingrid,
okkara sætta barn , varð fødd 10.
juli 1952, var fyrsti dagur, sum Poul
Andreas fekk arbeiðsboð tað árið.
Men tá hann í 1962 fekk arbeiði
hjá Telefonverkinum, var betur á
hesum øki. Tá hevði hann arbeiði
hvønn dag. Hann var í hesum
arbeiði í 24 ár, til hann 75 ára gamal
legði frá sær fyri aldur.
Tað kom ikki til hugs at keypa
døgurðamat. Tað kundu vera tíðir,
tá ið nógvur fuglur var at fáa. Tá
var feskur fuglur etin hvønn dag,
so leingi fuglurin kundi sigast at
Hensia: So nógv
kann alt broytast
Nú eru vit komin til seinasta partin av hesi frásøgnini hjá Hensiu. Eftir
eitt langt lív hevur hon upplivað nærum allar broytingar í samfelagnum.
Samstundis er hennara ættartal farið við fullari ferð upp um tey 100!
Hensia saman við børnunum á 90 ára degnum í 2009.
Standandi v.f.: Bergtóra, Zakaris, Jákup, Michael og Bjarta
Sitandi: Elin, Jórun, Hensia og Ingrid
Hensia eigur 34 ommubørn. Her eru 22 av teimum. Langommubørnini eru 39 og fleiri eru á veg. Eisini
er hon olduromma. Eina ferð var vandi fyri, at ættin fór at doyggja út, men hesin vandin er so av!