mikudagur 4. apríl 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur
Komandi tvær Miðvikurnar verða um eitt bjargingarbragd hjá havnarmonnum í 1913, sum hevur
verið lítið kent. Hetta var tá ið Fortuna var bjargað, og skiparin á Beskytteren fekk sekkin
vera feskur. Men tá nakað var
fráliðið mátti tað, sum var eftir av
fuglinum, saltast í tunnur. Seinni
kundi hann so nýtast útvatnaður
til døgurða. Men hetta var kanska
ikki tað sama.
Hetta broyttist alt, tá ið vit
fingu ravmagn og tað bar til at
frysta. Í fyrsta umfari hendi hetta
við, at turkihúsið í Syðrugøtu fekk
frystiboksir, sum fólk kundu leiga.
Hetta var eitt ótrúligt framstig,
hóast ferðingina aftur og fram í
turkihúsið. Tað lætti ikki minni um,
tá ið frystiboksirnar komu.
Seiður var góður
Seiður var eisini eitt gott ískoyti til
matin. Bæði Norðragøta og Syðru
gøta vóru góð seiðapláss. Hetta
merkti, at tað fekst væl av seiði við
nót. Tað vóru fleiri nótir í báðum
bygdum, sum menn áttu í. Vit áttu
part í Ullnótini.
Eg minnist, tá ið Hans í Bartal
stovu kom við nótaboðum. Tá var
at sleppa sær avstað sum skjótast.
Helst hava teir við seiðakikara sæð
torvur av seiði inni við land, og tá
ráddi um at gera skjótt av.
Við nót kundi fáast nógvur seið
ur, og tað kundi vera nógv í part.
Tað var eisini eitt stórarbeiði at
fáa hann til sættis. Hann skuldi jú
kryvjast og greipast at hanga upp.
Men í fyrsta umfari fekst møgu
leikin at fáa feskan seið og livur
saman við eplum til døgurða. Tað
smakkaði ótrúliga væl. Livurin
var kryddað við salt og pipar, og
hetta gav ein sera góðan smakk.
Slík livur smakkaði eisini sera væl
uppá breyð.
Sum frá leið fekst so eisini ræst
ur seiður, og upp aftur seinni turrur
seiður. Turra seiðin plagdu vit at
hanga upp undir mønuna inni í
hjallinum.
Tað vanliga var at buka seiðin,
men eg minnist eisini norðuri í
Streymnesi, at pápi plagdi at eta
turran seið óbukaðan.
Eitt annað forkunnugt íkast
til døgurðamatin var, tá ið pápi
og beiggjarnir komu av skipi við
saltmati sum kjálkum og lippum.
Munur var á konufólka-
og mannfólkaarbeiði
Í hesi tíðini var greiður munur á
hvat var mannfólkaarbeiði, og hvat
ið var konufólkaarbeiði. At mjólka
var greitt konufólkaarbeiði. Tað
var nærum skomm hjá manni at
mjólka.
Hetta kravdi eina raska konu!
Bjarta, yngsta dóttir Hensiu,
greiðir frá hvussu hon minnist
mammu sína á hesum økinum:
Beiggjarnir vóru inniløgumenn.
Teir vóru ofta á floti, fingu nógvan
fisk, og eisini skutu teir fugl og
harur.
Men teir tóku onki upp av hes
um, tí tað var konufólkaarbeiði, hjá
okkum í hvussu er. Fiskin kruvdu
teir kortini.
Teir kundu fáa nógvan fugl, lom
vigar og álkur. So settu vit okkum,
mamma og systrarnar í kjallaran
at royta, eg minnist, at onkuntíð
fingu teir heilt nógvan fugl. Vit
sótu í tímavís og royttu, fingrarnir
vóru viðtiknir. So at svíða og reinsa
fuglin.
Tað var tað sama við fiskinum,
har var tað mest mamma, sum skar
av fiskinum og gjørdi frikadellur,
knettir og fiskabollar og nakað var
brúkt til flak. Hon kundi standa í
tímavís og taka upp. Um hon fekk
hjálp, so var tað av okkum systr
unum, men eg minnist ikki, at vit
hjálptu nakað serligt til við tí.
Eisini fortaldi mamma mær
frá einaferð Jákup, beiggin, hevði
verið og dyrgt. Eg haldi tað var
við Hjalgrim Poulsen, kendur sum
hýruvognskoyrari. Tá teir komu
aftur fór mamma út á støðina at taka
ímóti, tí um teir høvdu fingið eitt
sindur, vildi hon byrja beinanvegin,
tí hon skuldi til Havnar morgunin
eftir til frisør. Teir fingu so nógv av
fiski, at mamma gjørdi 100 knettir
og 200 frikadellur, so hon stóð til kl.
4 um náttina, og síðani við rutuni til
Havnar um morgunin.
Stórt húsarhald
Tað var eitt stórt húsarhald.
Mamma gjørdi nógv burturúr mat
inum. Hon dugdi sera væl at fáa alt
at smakka væl. Høvdu vit grind til
døgverða, so var fast, at hon bakaði
pannukøkur omaná.
Suppur gjørdi hon ofta omaná
døgurða, reyða og hvíta sagosuppu,
blaksuppu, fruktsuppu, rabarbu
suppu, bollamjólk og budinga
suppu.
Um summarið fingu vit koldskål,
sum sjálvandi var heimagjørt, um
framt ymiskar mjólkarættir. Mjólk
in mátti jú brúkast, hon kundi ikki
fara til spillis. Tá eg var barn, høvdu
vit ikki køliskáp. Vit ótu eisini ofta
rómastamp.
Tá onkur kúgv hevði kálvað, gjørdi
mamma ketilost. Hon gjørdi nógvar
ferðir upp í grýtuna, og so bóru vit
í spannum út í fleiri hús, sum ikki
høvdu kúgv, men sum ynsktu at fáa
ketilost. Soleiðis var lívið tá.
Sunnudag fingu vit betri døg
urða og betri dessertir omaná. Tá
fingu vit sviskugreyt, floyalsgreyt,
buding, rabarbugreyt, onkra lekra
súreplakaku, ís og frukt.
Ítriv
Um kvøldarnar spældu vit ofta
kort, vetrarkvøldini. Har dámdi
mammu so sera væl at spæla whist,
hon elskaði at melda hálvasól, tað
var tað allarbesta. Vit spældu spøl,
tá vit vóru inni, men vit spældu
mest úti, tað var niðri á sandi,
sum var okkara besta spælipláss,
bæði í brimi og í góðum veðri. Har
var ongin, sum kom oman at siga
hvussu vandamikið tað var í brim
inum. Vit fóru til hús, tá ið vit vóru
svong ella køld
Børnini hjá Hensiu og Poul
Andreas við makum eru:
Begga f. 1943 og Kári – 2 børn, 4
barnabørn og 1 langommubarn
Jórun f. 1945 og Per - 1 son og 3
barnabørn
Jákup f. 1946 og Lena – 4 børn og 7
barnabørn
Zakaris f.1947 og Julia – 5 børn og 5
barnabørn
Michael f. 1949 og Ása – 5 børn og 6
barnabørn
Ingrid f.1952 og Hans Jákup – 5 børn
og 8 barnabørn
Elin f. 1954 og Wilmar – 8 børn og 6
barnabørn
Bjarta f. 1956 og Osvald – 4 børn
Øll børnini búgva í Føroyum og øll
ommubørnini uttan eitt búgva í
Føroyum. Onkur er tó í Danmark í
lestrarørindum.
Tey hava øll á ymiskan hátt givið
síni íkøst til okkara samfelag.
Tann, sum hevur skrivað hesa
røð er javngamal við Beggu, og vit
gingu í skúla saman í Gøtu skúla.
So vit nærkast teimum 69 árunum
bæði.
Nøgd við lívið
Nú henda samrøða er komin at
enda sigur Hensia:
Tá eg nú líti aftur eftir, so má
eg siga at eg eri sera væl nøgd við
lívið, og eg má takka Gudi fyri
góða heilsu, og at hann hevur givið
okkum ríkar løtur og eina so stóra
familju.
Nú er familjan blivin so fjølment,
so um vit telja børnini hjá okkum
við teirra makum, teirra børnum
við makum og børnum, so eru vit
117 í tali og fýra eru á veg, sum vit
vita um.
Tøkk til Hensiu
Nú eru vit komin til endan á hesi
áhugaverdu røðini við Hensiu.
Havi altíð vitað, at Hensia er eitt
skilafólk. Tað hevur eisini leingi
verið havt í huganum at hava eina
samrøðu við hana. Tíbetur eydn
aðist tað sera væl. Dóttirin Bjarta
skal eisini hava tøkk fyri hennara
medvirkan.
Her hevur verið talan um bæði
søgu úr Streymnesi og Gøtu um
lívið hjá “vanligum” fólki, og hvussu
tey hava búleikast.
Tey eru nógv, sum hava sagt frá,
hvussu væl teimum hevur dámað
hesa frásøgn, og hon er uttan iva
eitt íkast at lýsa lívið hjá fólki fyrra
partin í farna øld. Veruliga gongur
søgan heilt aftur í 19. øld, og hon
fevnir tískil um meira enn 100 ár.
Tað er sjálvsagt ikki orð fyri, hvussu
alt er broytt hesa tíð.
Jákup, sonur Hensiu, er “makrelkongur” í Gøtu. Hetta hevur Óli Petersen eisini fingið ein stuttliga mynd burtur úr
Í Sosialinum frá 26.8.
2011 er hesin stubbi:
Íslendski stoltleikin
er føroyskur
Leygardagin var longu nú víða
gitna bygningsverkið, Harpan,
alment tikin í nýtslu. Harpan er
eitt risa konsert- og opreahús,
ið upprunaliga var ein partur
av einari størri bygningsætlan,
sum orsakað av búskaparliga
kollapsinum í Íslandi varð skor
in niður til bert at umfata Harp
una í fyrsta umfari. Og tað er
gøtumaðurin, Ósbjørn Jacobsen,
ið hevur verið leiðandi arkitektur
í verkætlanini frá byrjan til enda
Ein skuri í Suðri
Hensia eigur ikki minni enn einki í Hørpu. Ósbjørn er ommusonur
hennara, hann er sonur Michael