Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Felags fyri B36 og ÍF er, at bæði liðini hava fulla úrtøku eftir tvey tey fyrstu umførini. Í morgin hittast tey í Gundadali. B36 fjepparar vóru kløkkir í gjár­ kvøldið, tí Lukasz Cieslewicz vandi ikki saman við hinum. Orsøkin var, at hann var smáskaddur eftir góða avrikið í Klaksvík, har hann legði upp til bæði málini. Men teir rokna heilt víst við, at hann verður við í morgin. Álopsfelagin hjá Lukaszi,Jákup á Borg, var ikki við í Klaksvík, og hann verður ikki við í morgin: – Eg varð vøddaskaddur, tá ið vit við landsliðnum vóru í Spania, og skaðin plágar framvegis. Nú haldi eg frí frá fótbólti, og so vóna vit, at tað verður betri, sigur Jákup á Borg. Í gjárkvøldið søgdu teir í B36 farvæl við Inga Højsted. Venjarin, Mikkjal Thomassen segði nøkur góð orð, og eingin ivi var um, at allir í B36 harmast um, at væl lýddi Ingi nú er noyddur at gevast at spæla. Í Fuglafirði vóna teir, at Bogi Løkin verður førur fyri at spæla, eftir at hann í tríggjar vikur hevur sitið uttanfyri orsaka av knæskaða. Høgni Madsen, sum byrjaði væl seinni enn hinir, er um at koma í venjing at spæla fulla tíð, og Alexander Jovevic venur aftur, eftir at hann hevur verið skaddur í nakrar vikur. Sunnudagin vóru Flemming Christensen, venjari, og Bogi Lervig, hjálparvenjari, í Klaksvík og sóu B36 vinna 2-0 á KÍ. – Talan er um royndar spælarar, ið manna sera væl skipað lið. Tað verður stór avbjóðing í Gundadali, men vit fyrireika okkum so væl, sum vit kunnu, og eftir góðu gongd­ina í tveimum teimum fyrstu umførunum er lagið gott, og vit fara suður við styrktum sjálvsáliti, sigur Bogi Lervig. Lukasz er smáskaddur Fótbóltur Tað verður tó roknað við, at vandamiklasti B36 spælarin verður við ímóti ÍF, sum fer við fullari úrtøku og væl fyrireikað í Gundadal Lukasz Cieslewicz vandi ikki í gjár, men hann verður væntandi klárur til ÍF dystin í morgin. EFFo Deildin upptakt Sunnudagin eydnaðist tað nýggja NSÍ liðnum at vinna fyrstu stigini. Tað var á heima­ vølli ímóti TB. Í morgin verður NSÍ aftur á heimavølli, og enn eina ferð verður talan um mót­ støðu­lið úr Suðuroy. Kári Reynheim ásannar, at talan var um sera tætta upp- gerð ímóti TB, og at hansara menn høvdu marginalirnar við sær. – Í morgin verður talan um sama slag avbjóðing. So tíðliga á árinum eru øll liðini sinniliga væl fyri. Allir spælararnir rokna fram­vegis við sínum møguleika, og at liðið hjá teimum fer at standa seg væl. Soleiðis er tað hjá okkum, og soleiðis er tað eis­ ini hjá FC Suðuroy. NSÍ venjarin er sera fegin um, at tað eydnaðist at vinna ímóti TB: – Tað ber økt sjálvsálit við sær, og tað er týdningarmikið, tí fleiri av okkara monnum hava ikki so nógvar royndir í bestu deildini. Allir NSÍ spælararnir eru tøkir, og liðið verður tað sama, sum tað hevur verið í tveimum teim­um fyrstu umførunum. Pól F. Joensen, venjari hjá FC Suðuroy, ásannar, at tað er øðr­ vísi at vera topplið í næstbestu deild­ini og at standa seg í bestu deildini: – Eg fegnist um, at tað hevur eydnast at spæla okkum til mál­ møguleikar bæði ímóti B36 og HB. Um heilt væl hevði viljað við, so kundu vit havt fleiri stig. Í Gundadali høvdu vit risa møgu­ leikar, áðrenn teir skoraðu í yvir­ tíðini, og ímóti HB høvdu vit beinan­vegin stóran møguleika. So kunnu vit bara ímynda okk­ um, hvussu tað hevði tikið seg upp, um vit høvdu megnað at skorað. Tað gjørdu vit ikki, og tað vísir ivaleyst munin á at spæla í 1. deild og í bestu deildini, har ferðin og trýstið eru størri. Hjá FC Suðuroy eru allir spæl­ararnir tøkir. Jón Krosslá Poulsen hevur fyrstu umførini bara spælt seinna part av 2. hálvleiki. Tað kemst av, at hann undan kappingarbyrjan var skadd­ur í ein mánað og tískil so við og við skal koma fyri seg. Nýggjar tíðir í FC Suðuroy Fótbóltur Talan verður ivaleyst um sama slag av avbjóðing sum seinast, heldur NSÍ venjarin, og Pól F. Joensen staðfestir, at hjá FC Suðuroy er tað stórur setningur at venja seg við fremstu deildina