mikudagur 4. apríl 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tað hevur higartil ikki gingið
soleiðis, sum teir í EB/Streymi
høvdu vónað. Gamla sjúkan, at
úrtøkan er soltin fyrsta partin av
kappingini, hevur vitjað aftur í
Sundalagnum.
Heðin
Askam,
venjarin
hjá
EB/Streymi,
heldur
ikki,
at
marginalirnir
hava
verið
við
teimum:
– Leikliga yvirvágin átti at havt
borið fulla úrtøku við sær ímóti KÍ,
og ímóti Víkingi var tað rættuliga
tætt. Spurningurin er, hvussu
tað hevði tikið seg upp, um Geza
Turi ikki hevði framt so framúr
bjargingar
beinanvegin,
tá
ið
Arnbjørn og Hans Pauli vóru leysir
frammanfyri honum.
Nú er setingurin TB á heimavølli.
EB/Streymur verður roknað at vera
favorittur, og tað veit venjarin:
– TB vísti dygdir í Runavík, og
talan verður um stóra avbjóðing
hjá okkum, men sjálvandi eiga vit
at spæla fyri fullari úrtøku á heima
vølli, sigur EB/Streyma venjarin.
Pætur Dam Jacobsen noyddist
skaddur av vøllinum eftir ein lítlan
hálvan tíma í Sarpugerði fríggja
kvøldið. Hann verður ikki tøkur í
morgin.
Levi Hanssen er komin heim
úr Bretlandi, har hann er undir
útbúgving. Tað er møguleiki fyri,
at hann verður við í morgin, og
tað verður roknað við, at Pauli G.
Hansen nú er førur fyri at spæla
meiri, enn hann higartil hevur
gjørt.
Milan Kuljic og TB eiga framvegis
fyrsta stigið til góða. Kortini sigur
TB venjarin seg vera væl nøgdan
við avrikið ímóti NSÍ.
– Eftir dystarlok segði eg spæl
arunum, at eg var stoltur av avrik
inum, sum teir høvdu víst, og eg iðr
aði meg saman við teimum um, at
tað ikki hevði eydnast at fáa úrtøku
burtur úr møguleikunum. Tað var
stong út í staðin fyri stong inn. Tað
verður torført í Streymnesi, tí teir
har norðuri eru neyvan nøgdir við
eitt stig eftir tveir dystir, men vit
fara at royna, sigur Milan Kuljic.
Miðvallarin Jón Magnusarson er
ikki tøkur hesa ferð. Hann koykti
fótin undir venjing fyrr í vikuni og
er ikki førur fyri at spæla.
– Vit venja framvegis í Vági, men
nú gleða vit okkum av álvara til
nýggi vøllurin í Trongisvági verður
tøkur. Tað verður hann eina ferð í
næstu viku, um tað veit væl við í
veðrinum, og arbeiðið harvið kann
gerast liðugt, sigur TB venjarin.
Stong út hjá
báðum pørtum
Fokus er á landskappingardyst
unum í morgin, meðan steypa
dystirnir mánadagin ikki fáa
rúm fyrrenn dagurin í morgin
er liðugur.
Í morgin er triðja umfar
í landskappingini á skránni.
Fyrra partin av vikuni hevur
tað verið hvítt, og mánakvøldið
vóru venjingarnar í onkrum
feløgum órógvaðar av kava.
Týskvøldið bilti ikki, og hóast
tað ikki verður fyrrenn fram
ímóti vikuskiftinum, at tað
verður lýggjari, so er tað einki,
sum bendir á, at tað ikki fer
at bera til at spæla fótbólt
Skírisdag.
Mánadagin er 1. umfar í
steypakappingini á skránni,
men í feløgunum verður í løt
uni lítið hugsað um ta avbjóð
ingina.
B68
eigur
2.
páskadag
heimavøll ímóti 07 Vestur.
Pauli Poulsen, venjari á Toftum,
sigur seg í løtuni hugsa lítið um
tann dystin,.
– Vit fokusera á landskapp
ingardystin
Skírisdag.
Tað
verður ikki fyrrenn tann dyst
urin er av, at vit fara at fyrireika
okkum til steypadystin, sigur
B68 venjarin, og soleiðis tykist
hugburðurin av vera kring alt
landið
Átta dystir eru á skránni
mánadagin í steypakappingini:
B68-07 Vestur, Undrið FF-B71,
ÍF-EB/Streymur, FC Suðuroy-
Skála, TB-HB, Víkingur-B36,
KÍ-NSÍ og AB-Giza/Hoyvík.
Hugsa ikki um steypið
EFFo Deildin upptakt
Gamli klassikarin millum KÍ og
HB verður í Klaksvík í morgin.
Klaksvíkingar løgdu sunnudagin
rygg til 2-0 tap ímóti hinum havnar
felagnum. Í KÍ vísa teir á, at ein
møguleiki at síggja upp á tingini er,
at teir ímóti EB/Streymi og B36 hava
vunnið eitt stig, meðan teir í fjør
einki fingu í hesum uppgerðunum.
Men so er takið at vinna somu úr
tøku sum í fjør ímóti HB. Tá vann
KÍ tvær ferðir í Gundadali, og í
Klaksvík endaði klassikarin 2-2.
Einasta ivamálið í Klaksvík er
nýggi høgri vongverjin Gunnar
Christiansen, sum hevur verið sjúk
ur fyrra partin av vikuni. Um hann
ikki verður førur fyri at spæla, er
Álvur F. Christiansen, sum í fjør
stóð seg rættuliga væl, ein møgu
leiki á vongverjanum.
Hóast HB hevur vunnið tvær
ferðir, so heldur venjarin, Sigfríður
Clementsen, at tað ikki er fyrr enn
nú, at tað fer at vísa seg, um hansara
lið er búgvið at kappast millum tey
fremstu.
– Vit hava vunnið ímóti B68, sum
higartil hevur havt stórar trupul
leikar, og ímóti uppflytarunum
í FC Suðuroy. Eg havi áður sagt,
at um ungu menninir spæla upp
til sítt besta, so kunnu vit røkka
langt, men tað er ein spurningur
um at vera støðugir. Tað hava teir
verið higartil, men nú standa KÍ,
Víkingur, NSÍ og B36 fyri framman.
Vit fáa at síggja, hvussu tað fer at
spæla av, men vit fegnast sjálvandi
um gongdina higartil, sigur HB
venjarin.
Allir HB spælararnir eru tøkir,
eisini Fróði Benjaminsen sum var
leikbannaður í Vági.
– KÍ hevur spennandi lið. Teir
hava 8-9 evnaríkar spælarar til tey
fýra framrættaðu plássini. Í verjuni
eru teir eisini evnaríkir, men har
kennist tað ivaleyst meinari, at tað
bara er Heðin á Lakjuni, sum hevur
drúgvar royndir. Fleags fyri teirra
og okkara lið er, at tað eru nógvir
ungir menn á liðnum, so hetta
verður ein spennandi avbjóðing,
heldur Sigfríður Clementsen.
joannes@sosialurin.fo
Sigfríður togar
í bremsuna
Fótbóltur Bæði í EB/Streymi og TB vóna teir, at
tað hesa ferð skal bera til at bøta um tað, sum teir
higartil kenna seg vera óhepnar at hava mist
Fótbóltur Hóast fulla úrtøku í fyrstu umførunum so
heldur HB venjarin, at tað er ikki fyrr enn næstu vikurnar,
at tað fæst at síggja, hvør dugur er í hansara liði
Tað
verður
oyggjauppgerð
í Sarpugerði í Norðragøtu í
morgin. Fyri aðru ferð í fimm
dagar skal B68 royna seg ímóti
Eysturoyar liði. Eftir 4-0 tap
í Gundadali ímóti HB og 2-0
tap á heimavølli ímóti ÍF er
Víkingur næsta avbjóðingin
hjá B68 og Paula Poulsen:
– Vit eru allir samdir í, at
avrikið í Gundadali var undir
alt
lágmark.
Hugburðurin
var als ikki tann, sum vit eiga
at vísa. Ímóti ÍF var tað væl
frægari, og hóast vit taptu og
ikki skoraðu, so haldi eg, at vit
kunnu brúka tann dystin sum
útgangsstøði undan avbjóð
ingini ímóti Víkingi, heldur
Pauli Poulsen, sum staðfestir,
at gongdin ímóti ÌF átti at havt
borið betri úrslit við sær:
– Eftir málleysan 1. hálvleik
vóru vit oman á fyrstu løtuna
eftir steðgin, og tað var stórt
spell, at tað vóru teir, sum fingu
mál. Munurin var tann, at teir
skoraðu upp á sínar møguleikar,
meðan vit ikki megnaðu at fáa
mál. Tað arbeiða vit miðvíst við
at betra.
Toftamenn eru illa plágaðir
av skaðum. Keita og Camara
eru langtíðar skaddir, Emanuel
Ukpei, Jónleif Højgaard og
Jann Ingi Petersen vera helst
uttanfyri eitt ella tvey umfør
aftrat, Dánjal Pauli Højgaard
nyddist skaddur út ímóti ÍF, og
nú hevur André Olsen brotið
eitt rivjabein og verður tískil
ikki við næsta lítla mánaðin.
Í Víkingi er lagið gott. Full
úrtøka í tveimum teimum
fyrstu umførunum økir um
sjálvsálitið, og tað er kapping
um plássini.
Hóast hansara lið hevur
funnið fulla úrtøku og gestirnir
einki hava fingið burturúr,
so
roknar
Jógvan
Martin
Olsen við torførari uppgávu í
morgin:
– B68 hevur ofta staðið
seg væl í Gøtu, og talan er
um svangt lið, sum sjálvandi
er ógvuliga uppsett at vaska
soltnu byrjanina av sær, og tí
skulu vit vera fullkomuliga
fokuseraðir, staðfestir Víkinga
venjarin, sum hevur allar spæl
ararnar tøkar undan oyggja
uppgerðini.
joannes@sosialurin.fo
B68 er illa
skaðaplágað
Fótbóltur Víkinga venjarin roknar
við stórari avbjóðing, hóast tofta
menn higartil ikki hava megnað
at skjóta mál og vinna stig