mikudagur 4. apríl 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 41 · 4. apríl 2012
8
Páskablaðið
Útiseti
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í meira enn 40 ár hevur klaksvíkingurin
Magne Ósá búð uttanlands. Fyrstu
sjeytiárini helt hann til í Portugal, men í
1975 flutti hann til Liverpool, har hann
varð giftur árið eftir og búð til fyri fýra
árum síðani. Hesi seinastu árini hevur
hann búð í etiopiska høvuðsstaðnum
Addis Ababa.
Magne Ósá hevur, síðani hann var
ungur, havt sítt yrki á sjónum. Sum
ungur fór hann til skips við línubátum
úr Klaksvík, hann tók skiparaprógv í
1964 oog helt fram at verða við fiski
skipum í eina tíð.
– Eg vildi sleppa út at sigla og síggja
verðina, og í 1968 slapp eg við einum
donskum báti. Síðani havi eg fyri tað
mest siglt við donskum reiðaríum, men
hesi seinastu árini hava eg siglt hjá
Thor, sigur 67 ára gamli Magne Ósá,
sum í løtuni er offshore í Angola.
Hann hevur siglt kring allan heimin,
og tað eru heilt fá lond, sum hann ikki
hevur vitjað.
Dámdi væl í Liverpool
Lívið á sjónum og kvinnur hava havt
við sær, at Magne Ósá bæði hevur ar
beitt og búð uttanlands síðani fyrst í
70’unum.
– Mær dámdi væl at búgva í Liver
pool. Serliga tey fyrstu árini var tað ein
góður býur at búgva í, men tey seinnu
árini broyttist býurin nakað og hevur
verið merktur av meira kriminaliteti.
Men eg havi altíð kent meg væl og havt
tað gott í býnum, sigur Magne Ósá.
Hann hevur verið íðin Liverpool við
haldsmaður og hevur verið til nógvar
spennandi fótbóltsdystir á Anfield
Road, leikvøllinum hjá Liverpool FC.
Tá ið tað lá fyri, plagdi hann eisini at
fara at hyggja eftir dystum hjá hinum
kenda felagnum í býnum, Everton.
Avgjørdi navnið
Seinastu fýra árini hevur Magne Ósá
hildið til í Etiopia, og tað er ein kvinna,
sum er ein týðandi orsøk til, at hann
býr har. Hann hitti Sofiu í Bahrain,
tey hildu samband í eina tíð og funnu
síðani saman. Magne fór at vitjan
Sofiu í Etiopia, haðani hon er ættað,
og seinastu árini hava tey hildið til í
høvuðsstaðnum Addis Ababa.
20. januar í fjør lótu tey upp eina
kaffistovu í Addis Ababa. Tey keyptu
tvær íbúðir og løgdu tær saman til at
verða kaffistova.
– Eg slapp kanska ikki at bestemma
so nógv við kaffistovuni, men navnið
vildi eg sleppa at avgera, sigur Magne
Ósá.
Og soleiðis bleiv tað til, at etiopiski
høvuðsstaðurin hýsir einari café fyri
klaksvíksliga navninum Ósá Café. Á
kaffistovuni ber til at keypa sær kaffi,
kakur og eisini heitan mat. Og kaffi
stovan hevur eisini sjónvarpsskíggja, so
tað ber til at hyggja eftir eitt nú enskum
fótbólti.
Trívist væl
Tá ið vit á okkara leiðum hoyra navnið
Etiopia, eru vit skjót at hugsa um neyð
og elendigheit, men landið rúmar meira
enn bara tað.
– Eg kendi heldur einki annað til
Etiopia enn tað, sum eg hevði sæð í
sjónvarpi um hungur og neyð, og
soleiðis er tað eisini í pørtum av land
inum. Í Addis Ababa er tað ikki so
galið, har sæst eisini nakað til neyðina,
og tað skalt tú venja teg við, men har
er eisini eitt meira nútímans umhvørvi
við býarlívi, fínum matstovum og
fortovscaféum , og fólk ganga væl ílatin
nógvastaðni, greiðir Magne frá.
Veðurlagið í etiopiska høvuðs
staðnum passar væl einum føroyingi.
Býurin liggur í 2400 metra hædd, og
hitalagið er alt árið millum 20 og 26
hitastig.
– Fólkið er sera fitt og fyrikomandi
og smílandi, og eg trívist sera væl
millum tey, hóast eg ikki dugi málið.
Mann skal ongantíð siga ongantíð, men
sum støðan er í løtuni, so rokni eg ikki
við, at eg komi heimaftur til Føroya at
búgva, og eg endi helst mínar dagar í
Etiopia, sigur Magne Ósá.
Mitt í etiopiska høvuðsstaðnum er kaffistovan Ósá Café,
sum klaksvíkingurin Magne Ósá og etiopiska kona hansara
hava. Magne hevur búð uttanlands í meira enn 40 ár, og hann
stórtrívist í Addis Ababa, har hann hevur búð í góð fýra ár
Ósá Café í
Addis Ababa
Ingilín Strøm úr Vestmanna, sum
var í Etiopia eitt skifti, var fyrsti
føroyingur sum vitjaði á Ósá Café