Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-04, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 41 · 4. apríl 2012 7 Páskablaðið Steypadystir kring landið Annan páskadag verður spælt í fyrsta umfari av kappingini um Løgmanssteypið. Á Tvøroyri verður gamli klassikarin millum TB og HB, í Gøtu spæla Víkingur og TB, ÍF og EB/Streymur hittast í Fuglafirði, og KÍ og NSÍ spæla í Klaksvík. Samanlagt verða átta dystir spældir kring landið Kappingin um løgmanssteypið Annan páskadag 9/4 Hvør kemur í FM finaluna? VÍF og H71 eru púra jøvn í stríðnum um at koma í finaluna um føroya­ meistaraheitið, har KÍF er hitt liðið. VÍF og H71 liggja ájøvn í stigum og skírisdag bresta liðini saman í Vestmanna. Hetta verður dystur, sum fær avgerandi týdning fyri, hvør skal royna seg ímóti KÍF. VÍF-H71 Ítróttarhøllin í Vestmanna Skírsdag 5/4 kl. 16.00 Old boys Eitt oldboys fótbóltslið, sum er á veg til dyst í Svøríki, gloymir ein av spælarunum, Vagn, eftir á eini bensinstøð. Vagn fær hjálp frá smákriminella John fyri at fáa bussin aftur, og tað verður ein hendingaríkur túrur. Skemtifilmur um hvussu tilvildarligar hendingar kunnu broyta alt. Oldboys TV2 Annan páskadag 9/4 kl. 19.50 Kim Larsen á palli Jubileumkonsert við Kim Larsen & Kjukken var í konserthúsinum í DR býnum í apríl mánaði í fjør. Páskakvøld er møguleiki at uppliva konsertin á DR1. Kim Larsen & Kjukken Konsert á DR1 Fyrsta páskakvøld kl. 18.05 Framsýning við Løkin Í Runavík hava tey árliga listaframsýning á páskum. Framsýningin verður í skúlanum við Løkin, og bæði kend og minni kend listafólk hava verk við á framsýningini. KFUM skótarnir skipa fyri Listaframsýning Skúlin við Løkin í Runavík Fyrsta og Annan páskadag frá kl. 15.00 Kríggið hjá Thurid Dokumentarfilmurin Kríggj og kærleiki er ein hugtakandi søga um Thurid Zwinge, sum fann kærleikan í Føroyum undir krígnum. Hetta er ein dansk/føroyskur krígssøgufilmur, sum Uffe Bregendahl og Jógvan Olsen hava lagt til rættis. Kríggj og kærleiki Sjónvarpið Skírisdag 5/4 kl. 20.00 Tá ullin dansar Føroyska sniðgávu-duoin Guðrun & Guðrun hava seinnu árini tikið seg nógv fram innan mótaheimin. Tær arbeiða í løtuni við eini spennandi pallbúnaverkætlan í New York saman við navnframa koreografinum og listamanninum Stephen Petronio. Vit fylgja teimum í arbeiðsdegi teirra, og fáa eina smakkroynd av hvussu tað er at snúgvast millum størri fiskar á einum altjóða mótapalli. Tá ullin dansar Sjónvarpið Fyrsta páskadag 8/4 kl. 20.00 Konsert við Hanusi Í 2010 fylti vísusangarin Hanus G. Johansen 60 ár. Nógv varð gjørt burtur úr fyri at heiðra mannin við djúpu og eyðkendu røddini. Samstundis gav hann eina nýggja fløgu út við 11 yrkingum eftir Poul F. Stór útgávukonsert varð hildin í Norður­landa­ húsinum í desember, sum Sjónvarpið nú vísur. Hanus Sjónvarpið Annan páskadag 9/4 kl. 20.00 Tað hendir á páskum Páskavikan er ikki bert still. Tað hendir eisini mangt og hvat kring landið og á sjónvarpsrásunum. Her hava vit tikið nakað burtur úr, sum kann upplivast komandi dagarnar