Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-04, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 41 · 4. apríl 2012 6 Páskablaðið Gulleggið Fleiri hundrað milliónir Creme Egg verða seld á hvørjum ári, og eisini í Føroyum er sølan stór. Her kanst tú lesa um kremeggið og fáa hugskot um, hvat tey eisini kunnu brúkast til á páskum Næstan 50 ár á baki Síðani 1963 hevur Cadbury framleitt kremegg í núverandi skapi. Eggið gjørt úr tjúkkari mjólka­ sjokulátu og kremi, sum skal minna um eitt veruligt egg. Eggini verða framleidd á Bournville verksmiðjuni í Birmingham, og har verða umleið 1,5 millión egg gjørd um dagin. Áður vóru eggini framleidd í New Zealandi, men framleiðslan har steðgaði fyri fleiri árum síðani. Bestseljari í Bretlandi Kremegg er mest selda sjokulátavøra í Bretlandi fyrstu fýra mánaðirnar av árinum. Tá verða umleið 200 milliónir kremegg seld bert í Bretlandi. Roknað verður við, at Creme Egg merkið er vert eina hálva milliard krónur. Avmarkað sesong Kremeggini fáast bert frá Cadbury millum 1. Januar og páskirnar. Í 1980’unum royndi Cadbury at seta eggini til sølu alt árið, men í staðin fyri at selja meira, seldi Cadbury minni. Tí var tann søluætlanin slept aftur, og tí fáast eggini bert ein part av árinum. 180 kaloriur Kremeggið hevur ymiska stødd á ymsum marknaðum. Men eggini, sum verða gjørd til bretska marknaðin, og eisini enda í Føroyum, viga 39 gram og innihalda 180 kaloriur. Eyðkendir litir Kremeggini eru pakkað inn í foliu, har upprunaligu litinir vóru gult, reytt, blátt og grønt. Men grøni liturin var fyri nógvum árum síðani skiftur út við violett. Vælumtókt Krem eggið er sjálvandi á facebook, har tú kanst spæla ymisk kremegg telduspøl, deila kremeggja- uppskriftir og annars hitta onnur samsint. Og tey eru mong í tali – 2,2 milliónir fólk dáma Kremegg á Facebook. Fáast ikki í Danmark Seinastu vikurnar hava hópatals lesandi føroyingar í Danmark postað myndir ella dagføringar, sum snúgva seg um, at tey frá vinum og familju hava fingið hendur á kremeggum úr Føroyum – eitt mást, um páskirnar skulu vera fullkomnar. Hópatals uppskriftir eru, sum gagnnýta kremeggið, til dømis hendan kremegg-brownie- køkan, sum ikki er fyri tey sukur-sartu. Tú skalt nýta: 4 og 1/2 kremegg (9 klovin) 125 gr av myrkari sjokolátu 80 % 150 gr av hasslinøtum 160 gr av mjøli 1 tsk av bakipulvuri 4 súpsk av kakao 2 súpsk av vaniljusukri 200 gr av smøri 200 gr av sukri 200 gr av putursukri 6 egg Hakka sjokolátu og nøtir í eini hvirlu. Blanda mjøl, bakipulvur, kakao og vaniljusukur í eini skál. Píska smør, sukur, putursukur saman og lat eggini í - píska ímillum hvørt eggið - og lat síðani mjølblandingina í. At enda skulu nøtir og sjokoláta blandast uppí. Lat alt í ein smurdan form 30x40 cm og baka í 30-40 min í 170 stigum. Kanna við eini nál, um køkan er bakað. Tá køkan er næstan baka leggur tú hálvu kremeggini á køkuna og setur hana inn aftur í 5 min. Vælgagnist! Uppskriftir við kremeggum