mikudagur 4. apríl 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 41 · 4. apríl 2012
14
Páskablaðið
Útbúgving
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Tað er týsdagur, og eg leiti mær inn
á Baresso í hjartanum av Keyp
mannahavn. Her skal eg hitta Sissal
og Moniku, sum báðar júst eru aftur
komnar úr norðasta býnum á jørðini,
Longyearbýnum. Tær báðar keypa sær
ein cafe latte og práta um leyst og fast,
men beinan vegin prátið kemur inn á
Svalbarð, broytist huglagið við borðið,
og eygu teirra tykjast lýsa upp av
kærleika til hetta fjarskotna stað heilt
har norðuri í Norðuríshavinum. Tær
báðar flenna sjálvar at teirra avgerð
um at fara til Svalbarð, men ásanna,
at tær í nakrar mánaðir traðkaðu inn í
ein annan heim. Ein heim, har náttúran
eigur seinasta orðið.
Tá ið tær kundu velja allan heimin
at lesa í, valdu tær Svalbarð. Tað kann
helst tykjast undrunarvert fyri mong,
men Monika og Sissal vóru als ikki í
iva, tá ið avgerðin skuldi takast.
Sissal hevur lisið alisfrøði á uni
versitetinum í Keypmannahavn, og tá
hon skuldi skriva sína endaligu ritgerð
um klimabroytingar, valdi hon at leita
sær til Svalbarð og uppliva náttúruna,tá
ið hon er sterkast.
Í Svalbarð er eitt fróðskaparsetur,
ið bjóðar lærugreinir, sum snúgva seg
um náttúru. Og í Svalbarð fært tú eisini
møguleikan at fara út í náttúruna at gera
egnar kanningar. Sissal varð so bitin
av Svalbarð, at hon lokkaði vinkonuna
Moniku at flyta hagar eisini.
Monika hevur útbúgving sum
make-up artist og stílist og hevur altíð
elskað pulserandi stórbýarlívið í Keyp
mannahavn. Men eisini hon fall til í
Svalbarð.
– Eg hoyrdi á Sissal, hvussu glað
hon var fyri Svalbarð, og tí gjørdi eg av
at royna tað eisini, sigur Monika.
Monika tekur í hesum døgum ein
stakar lærugreinir umvegis internetið,
og tí var eingin trupulleiki hjá henni at
flyta við vinkonuni.
Tú skalt ikki taka avgerðir
Nógvir føroyingar vita lítið um Sval
barð. Vit seta tað í samband við fiski
skap, og nógv mugu helst viðganga, at
tey ikki vita, at Svalbarð hevur eitt fróð
skaparsetur. Tær báðar hava ásannað,
at føroyingar vita einans um Svalbarð,
tí føroysk skip fiska har, meðan danir
als ikki kenna til staðið.
– Vit billaðu viðhvørt fólki har heima
inn, at vit vóru farnar til skips. Tað var
jú tað, sum tey hildu frammanundan,
greiða tær báðar flennandi frá.
Gerandisdagurin í Svalbarð er ógvu
liga nógv øðrvísi enn gerandisdagurin
í Keypmannahavn. Pulserandi stórbý
urin krevur av tær, at tú hvønn dag
verður noyddur at taka avgerðir av
nógvum ymiskum slag. Spurningar um,
hvussu ein skal fara inn í skúlan, hvat
ein skal lata seg í, hvat ein skal keypa
til nátturða og so framvegis fylla stóran
part av gerandisdegnum í stórbýnum.
Men í Svalbarð er einki ivamál. Tú gert
tað, sum náttúran loyvir tær.
– Vit noyddust ongantíð at taka
nakra avgerð. Vit vóru hvønn dag
ílatnar skíðundirklæðir, termodrakt og
stórar stivlar, og av tí sama hugsaðu
vit ikki um útsjónd ella nakað líknandi,
siga tær báðar.
Monika og Sissal búðu 30 minuttir frá
skúlanum í einum næmingaheimi, sum
hýsti øllum lesandi í Longyearbýnum.
– Vit sótu inni, og vit ótu tað, vit
fingu fatur á. Har er ein handil, sum
hevur lítið úrval, so møguleikarnir
vóru ikki nógvir, greiða Monika og
Sissal frá.
Tann stóru munurin ímillum
Svalbarð og Keypmannahavn er, at
eingin nakrantíð skal nakað. Øll eru
til staðar, har tey eru.
– Vit vóru altíð saman við teimum,
sum vit búðu saman við, og vit noyddust
ikki at avtala nakað. Øll kundu altíð alt,
tí tað er eingin annar møguleiki í Sval
Kuldi, kavi, myrkur og ísbjarnir. Hesi orðini eyðkenna paradísið hjá
Moniku Nolsøe Johannesen og Sissal Vágsheig Erenbjerg, sum seinastu
mánaðirnar hava búleikast í myrkrinum í Svalbarð. Tær máttu
venja seg at ganga við byrsu fyri at verja seg ímóti ísbjarnum
Svalbarð
paradís
fyri lesandi