mikudagur 4. apríl 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 41 · 4. apríl 2012
15
Páskablaðið
barð, siga Monika og Sissal, sum hildu
tað vera frálíkt at liva í so avslappaðum
umhvørvi.
Ísbjarnirnar ráða
Í Longyearbýnum eru ísbjarnir ein
partur av kalda veruleikanum. Her
búgva 2500 fólk, og sagt verður, at 3000
ísbjarnir eru í nærumhvørvinum.
Tað er eisini ein veruleiki, sum tey
lesandi í Longyearbýnum mugu taka
støðu til.
– Um vit fóru út um býarmarkið,
so skuldu vit hava byrsu, neyðbluss,
gps'ara, følipinn, spaka og ljóðrevolvara
við okkum, so vit kundu verja okkum,
um ein ísbjørn gjørdist ov nærgangandi,
greiða tær báðar frá.
Lógarverkið í Svalbarð er eisini
merkt av villu náttúruni, tí í Svalbarð
er tað ólógligt at læsa úthurðina, tí ein
og hvør skal hava møguleikan fyri at
sleppa inn í eini hús, um ein ísbjørn
gerst ov ágangandi .
Í fjørsummar varð ein drongur, ið
var í lestrarørindum í Longyearbýnum,
dripin av eini ísbjørn, so tað er eingin
ivi um, at vandin er til staðar.
Meðan Monika og Sissal vóru í
Svalbarð, var tað bølamyrkt alt sam
døgrið, og tí var trupult at síggja langt,
og ikki minst at síggja eina ísbjørn í
øllum kavanum.
– Vit vóru bangnar viðhvørt, tí tað
er ikki vanligt fyri okkum at noyðast at
hava eina byrsu við okkum. Men tað er
eisini nakað, sum man venur seg við,
greiða tær báðar frá.
Lesandi, sum leita sær til Longyear
býin, fáa drúgva venjing í, hvussu ein
skal uppføra seg í náttúruni í Svalbarð.
Og hetta viðførir, at tey lesandi vita,
hvat tey skulu gera, um tey hitta eina
ísbjørn. Men Monika og Sissal eru
fegnar um, at tær ongantíð hittu eina
ísbjørn, og tí ongantíð fingu tørv á
byrsuni.
Balsam fyri sálina
Mangan verður tosað um vetrartung
lyndi og hvussu stóran tørv, vit menn
iskju hava á ljósi. Ein kundi tí hugsað
sær, at tunglyndi er gerandis kostur teir
bølmyrku mánaðirnar í Svalbarð. Men
soleiðis er ikki. Monika og Sissal stað
festa, at tær saknaðu ikki sólina.
– Vit hugsaðu als ikki um, at tað
var so myrkt. Vit vandu okkum beinan
vegin við tað, og tí var tað ótrúliga løgið,
tá ið tann fyrsti sólglottin umsíðir kom.
Tá hildu vit, at tað var ótrúliga sterkt
dagsljós, sum vit sóu, men síðani hava
vit funnið útav, at tað í veruleikanum
einans var ein myrk skýming, siga tær
báðar brosandi.
Sissal flutti til Svalbarð, áðrenn sólin
hvarv í suðri, meðan Monika upplivdi
teir fyrstu mánaðirnar í Svalbard í bøla
myrki.
– Tað tók mær tríggjar vikur at finna
útav, hvussu fjøllini sóu út rundan um
okkum. Eg sá einans býin, tí har var
ljós, men náttúruna sá eg als ikki, fyrr
enn sólin aftur steig upp úr havsbrúnni,
greiðir Monika frá.
Men kortini var einki tunglyndi
at merkja hjá teimum báðum. Tær
saknaðu einki, og tær elskaðu tíðina í
Svalbarð.
Frítíðarítriv í Svalbarð eru eisini
merkt av ógvusligu náttúruni, tí at
standa á skíð og snowboard er ein fast
ur partur av gerandisdegnum.
Nú eru tær báðar komnar aftur til
Keypmannahavnar, men tankarnir leita
framvegis til primitiva býin norðast á
knøttinum, har einans náttúran setir
dagsskránna.
– Eg byrji so smátt at ilskast inn á
hendan stórbýin, sum á mangan hátt
tykist grunnskygdur, sigur Monika.
Hon setir spurnartekin við, um stór
býarlívið kortini er nakað fyri hana.
– Vit vilja báðar so gjarna aftur til
Svalbarð at njóta friðin og náttúruna
har. Eg vil mæla øllum til at vitja Long
yearbýin, tí tað er eitt fantastiskt stað,
staðfestir Monika.
Um tær báðar fara aftur til Svalbarð,
er enn ikki greitt, men sum tær sjálvar
siga: Vit eru nú óloysiliga knýttar at
Svalbarð.
Í Svalbarð er tað ólógligt at læsa úthurðina, tí
ein og hvør skal hava møguleikan fyri at sleppa
inn í eini hús, um ein ísbjørn gerst ov ágangandi