mikudagur 4. apríl 2012síða 48
Tekstur á síðuni
nr. 41 · 4. apríl 2012
16
Páskablaðið
Kongabrúgvin | Postsmoga 329 | FO-110 Tórshavn | www.trygging.fo
ÁRSAÐALFUNDUR
Boðað verður til ársaðalfundar í Ognarfelag Tryggingartakaranna
Fríggjadagin 27. apríl 2012 kl. 17.00 á Hotel Føroyum
dagsskrá:
1. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári.
2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og
hvussu møguligt avlop ella tap, sambært roknskapinum, verður
nýtt, sí § 29, stk. 3, í viðtøkum felagsins.
3. Val av nevndarlimum (einki val).
4. Val av grannskoðarum.
5. Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja
at viðgera. Til fundin eru uppskot komin um nevndarsamsýningar
og at broyta viðtøkurnar um limarætt, reglur í sambandi við
avtøku av felagnum, atkvøðuseðlar til umboðsráðsval, luttøku til
aðalfund og um ásetingar tá umboðslimur fer frá.
6. Ymiskt.
Allir tryggingartakarar í P/F Tryggingarfelagnum Føroyum eru limir í
felagnum. Tryggingartakarar, ið ætla at møta á aðalfundinum, skulu
í seinasta lagi 5 dagar frammanundan aðalfundinum skrivliga boða
høvuðsskrivstovuni frá luttøku.
tórshavn, 28. mars 2012
Nevndin
ÁRSAÐALFUNDUR
nýtt dato