mikudagur 11. apríl 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tá kommunuval verður í
november í ár, verður í hvus
su er ein nýggjur listi hjá
veljarunum at velja í millum.
Formaðurin í Framsókn,
Poul Michelsen, váttar, at
flokkurin hevur gjørt av
at stilla upp í Tórshavnar
kommunu.
- Tað er ikki nøkur støða
tikin, um vit stilla upp kring
landið, men limir floksins úti
í økjunum arbeiða við máli
num, og tað verða tey sjálvi,
sum gera av, hvørt stillað
verður upp aðrastaðni enn í
Havn, sigur Poul Michelsen.
Flokkurin varð stovnaður
í apríl í fjør, og fekk sum
kunnugt eina sera góða
byrjan við tveimum um
boðum í Løgtinginum. Løg
tingsvalið í oktober í fjør gav
flokkinum fleiri enn 10% av
atkvøðunum í Havn, og tá
ein býráðssessur krevur 7,7%
er ikki trupult at rokna út, at
Framsóikn við somu undir
tøku fær sæti í einum kom
andi býráð.
- Enn er ikki nøkur sum
helst avgerð tikin um annað,
enn at stillað verður upp í
Havn, og har eru eini fýra ella
fimm valevni klár at seta á
listan, sigur Poul Michelsen.
Hann vil ikki avdúka,
hvørji valevni talan er um,
men tað er nærliggjandi at
hugsa sær, at nøvnini skulu
finnast millum valevnini,
sum vóru á listanum til løg
tingsvalið.
Eingin Poul
Formaðurin í Framsókn sig
ur, at nú eitt ár er liðið síðani
Framsókn
varð
stovnað,
verður
ein
landsfundur
hildin í mai.
- Vit vórðu stovnað í apríl
í fjør, men tað hevur verið
so nógv fyri hendan mán
aðin, at vit hava fundin í
mai í staðin fyri, sigur Poul
Michelsen.
Hetta verður ein stórur og
umfatandi fundur.
- Vit skulu taka saman
um hetta fyrsta árið, og tal
an verður fyrst og fremst
um eina eftirmeting. Tað
inniber eisini eina møguliga
tillaging av stevnuskránni
hjá flokkinum, sigur Poul
Michelsen.
Eitt heilt upplagt evni á
fundinum verður uppstill
ingin til kommunuvalið í
november.
- Sum nevnt er gjørt av at
stilla upp í Havn, og eini fýra
fimm valevni eru klár. Økini
gera sjálvi av, um tey stilla
upp í sínari kommunu, men
eg veit, at arbeitt verður við
málinum kring landið, sigur
Poul Michelsen.
Og hóast enn er langt á
mál við einari uppstilling í
Havn, so liggur eitt heilt fast.
- Eg stilli ikki upp sjálvur
til býráðið. Men tað er væl
náttúrligt, at fólk, sum still
aðu upp til løgtingsvalið,
verða at finna á listanum
til býráðsvalið, sigur Poul
Michelsen.
Formaðurin hevur onga
viðmerking til, um hin ting
limurin hjá flokkinum verð
ur at finna á býráðsvalslista
num hjá Framsókn.
Framsókn
stillar upp til
býráðsvalið
BÝRÁÐSVAL Flokkurin hevur ikki gjørt av, hvussu
stillað verður upp til komandi kommunuval, men tað
liggur fast, at vit í hvussu er stilla upp í Tórshavnar
kommunu, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn
Framsókn fer at stilla upp kommunuvalið í Tórshavnar kommunu,
men tað verður uttan formannin, Poul Michelsen, á listanum
Leo Poulsen
Eftir
at
formaðurin
í
Framsókn, Poul Michelsen,
hevur váttað, at flokkurin
stillar upp til býráðsvalið
í heyst, í hvussu er í Havn,
verður dúgliga gitt, hvør
verður at finna á listanum
hjá nýggja flokkinum.
Poul Michelsen boðaði
beinanvegin frá, at hann
stillar ikki upp, og triðja navn
á listanum í Havn, Tróndur
Djurhuus, boðar somuleiðis
frá, at hann stillar ikki upp.
– Eg eri ov upptikin í
vinnulívinum, so eg havi
ikki stundir at taka mær
av
einum
møguligum
býráðsstarvi. At eg stillaði
upp til løgtingsvalið, var
meira fyri at stuðla einari
góðari søk, sigur Tróndur
Djurhuus.
Hann sigur, at av tí sama
hevur hann ikki verið so
nógv við í kjakinum um
møguliga
uppstilling
til
býráðsvalið,
og
dugir
tí
heldur ikki at siga, hvørji
nøvn hava verið uppi og
vent.
Næstur á listanum hjá
Framsókn var Janus Rein,
men tað hevur ikki eydnast
at fingið orðið á hann áðrenn
evstamark hjá blaðnum. Tað
er tó sannlíkt, at heldur ikki
hann stillar upp.
Tað
skilst
á
lagnum,
at flokkurin vil hava fólk
í
býráðið,
sum
burtur
av kunnu taka sær av
hesari uppgávuni, og har
kvalifiserar
Janus
Rein
seg ikki. Eisini er ivasamt,
hvussu væl hann fær røkt
eitt
býráðsstarv
saman
við løgtingsarbeiðinum og
professionella
starvinum
sum flogskipari.
Tað tykist tí greitt, at
hvørki løgtingsmenninir hjá
Framsókn, ella nummar trý
á listanum í Havn fara at
stilla upp til kommunuvalið
í heyst.
Tróndur Djurhuus stillar ikki upp fyri Framsókn til býráðsvalið í november
Toppskorarar
stilla ikki upp
BÝRÁÐSVAL Poul Michelsen meldar greitt út, at
hann stillar ikki upp til kommunuvalið í heyst,
og tað sama boðar Tróndur Djurhuus frá