Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í fjør ferðaðust almenn starvsfólk uttanlands fyri 23,6 milliónir. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Hann hevur svarað ein­um spurningi frá Poul Michel­sen, tingmanni um, hvussu nógv ferðast upp á landsins besta. Av hesum verður mett, at tað almenna keyp­ti ferða­seðlar frá Atlants­ flogi upp á slakar 9,7 millió­nir. Restin er so ferðaseðlar frá flogvøllum, Atlants­ flog flýgur til og longur út í heim. Tilsamans er talan um 22 ferðaseðlar. Umframt tey alment settu, brúkti landskassin aðr­ar 25,2 milliónir upp á ferð­ing av ymsum slagi. Ein stórur partur av hes­um eru sjúklingar, sum fara til viðgerðar uttan­lands, umframt fylgj­ar­ar. Tilsamans er talan um 3300 ferðaseðlar í sambandi við sjúku­vi­ð­ gerð uttanlands Tilsamans hevur tað almenna keypt sostatt keypt 5500 ferðaseðlar til alment sett, sjúklingar og fylgjarar. Ferðaðust fyri 23,6 milliónir Áki Bertholdsen Hesi síðstu árini er talið á ferðsluóhappum í Føroyum munandi fallið. Tað vísir ein uppgerð hjá løgregluni, sum Landsverk greiðir frá í ársfrágreiðing síni. Uppgerðin vísir, at í áru­ num frá 2000 til 2011 er talið á ferðsluóhappum fallið 50%, ella niður í helvt, ella niður í helvt. Her er talan um tey óhapp, sum eru fráboðað løg­reglu­ni. Uppgerðin vísir, at í 2000 vóru yvir 1300 ferðsluóhapp skrá­sett, men í 2011 er tað lækk­að niður á gott 700 ferðslu­óhapp. Sum tað sæst, at henda um­leið ein triðingur av øllum óhapp­um á landsvegunum, sum Landsverk varðar av og restin er á kommunalum veg­um. Somuleiðis er talið á ferðslu­óhappum við fólka­ skaða munandi fallið og tað hevur tað verið fleiri ár á rað. Í 2000 vóru næstan 50 ferðslu­óhapp við fólkaskaða, men í 2011 er tað fallið niður í eini 25. Sama gongdin er við ferðslu­van­lukkum, sum krevja mannalív ella har, sum fólk eru illa meiðslað. Tey eru fallin í tali úr sløk­ um 60 i 2000, niður í gott 30 í 2011. Í øllum førum eru sveigg­ ini stór frá ári til ár, men sum heild er talan um stórt fall. Landsverk tekur hetta tal­ ið á ferðsluóhappum sum eina ábending um, hvussu trygt tað er í ferðsluni í Før­oy­um. - Málið er áhaldandi at minka talið á ferðslu­ óhapp­um, og aðalmálið er null­hugsjónin, sum er, at eing­in skal doyggja ella fáa álvarsamt mein í ferðsluni, sigur Landsverk. Stovnurin sigur, at í ferðslu­trygd­ar­æt­lan­ini frá 2007 var tað ítøkiliga mál­ið at í 2015 skuldi talið á ferðslu­ óhapp­um við fólka­skaða verða 30 % minni enn tað var í 2006. - Hetta málið er langt síðani rokkið, staðfestir Lands­verk. Hann sigur, at í 2011 var talið á ferðsluóhappum við fólka­ skaða heili 67% minni enn tað var í 2006. Tær tríggjar talvurnar vísa gongdina hesi seinastu 11 árini, frá 2000 til 2011. 50% færri ferðsluóhapp FERÐSLUTRYGD Tað henda nógv færri ferðsluóhapp í Føroyum nú enn tað gjørdi í 2000 og talið er minkað fleiri á á rað, sigur Landsverk Brandur Sandoy fer ikki undir nøkrum umstøðum at góðtaka, at siglingin hjá Smyrli og Teistanum verð­ ur skerd. Tað hevur hann gjørt sam­gonguni greitt, nú Løg­tingið viðgerð fíggjar­ karmar­nar fyri næstu árini. Í hesum sambandi ligg­ur í kortunum, at siglingin hjá Smyrli og Teistanum skal skerjast ein túr um viku­na fyri at spara pen­ing. Við teimum olju­prís­um, sum eru í dag, er talan um eina sparing upp á tvær milliónir í heilt rund­um tølum. Men Brandur Sandoy, ting­mað­ur, ger púra greitt, at tað verður yvir hansara politiska lík, at sigling­in verður skerd. Hann gjørdi greitt, at tað verður undir ongum um­støð­um við hansara at­ kvøðu, at siglingin verður skerd. Tí kravdi hann, at fíggjar­nevndin finnur spar­ ing­ina onkra aðra­stað­ni ella í aðrar mátar ber so í bandi, at siglingin ikki verður skerd. Tað verður yvir mítt lík Áki Bertholdsen - Tað nyttar ikki at krevja, at Strandferðslan ikki skal skerjast. Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður. Hann sipar til Brand Sandoy, tingmann, sum staðfesti í Løgtinginum í gjár, at tað verður yvir hansara politiska lík, at siglingin hjá Strandferðsluni verður skerd. - Tann, sum ikki vil skerja siglingina, má vera til reiða at játta meiri pening, staðfestir landsstýrismaðurin. Hann sigur, at hann hevur fingið frá Strandferðsluni, at sum útlitini eru nú, verða útreiðslurnar til olju í ár einar 10-14 milliónir hægri enn í fjør. Sostatt fer Strandferðslan at brúka fyri onkustaðni upp ímóti 60 milliónir krónur, bara í olju í ár. Harafturat verða altjóða krøv til hvílitíð og arbeiðstíð hjá manninginum, herd og tey má Strandferðslan eisini laga seg til. Eisini tey fara at kosta fleiri milliónir afturat. - Tað er ikki roknað við hesum upphæddunum í játtanarkarmunum, sum eru lagdir fyri Løgtingið og tí skulu aðrar loysnir finnast, sigur. - Og antin mugu vit spara okkum til eitt úrslit, ella mugu vit játta pengar til eitt úrslit, so einfalt er tað, segði Johan Dahl. Hetta málið er langt síðani rokkið Sleppa ikki undan at skerja túratalið STRANDFERÐSLAN Tað nyttar ikki at krevja, at Strandferðslan skal varðveita sama túratal sum nú, sigur Johan Dahl