Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Klaksvík: - Eftir herviligu ódnirnar í vetur er rættiliga nógv órudd sum liggur og sløð­ist her í býnum. Tað ætla vit at taka burtur hesar dag­ ar­nar, sigur hon. Hesar seinastu dagarnar hev­ur hon havt úr at gera við at fyrireika árligu um­ hvørvis­vikuna, sum verður í døgu­num 30. apríl til 5. mai. Nógv skal gerast frá komm­un­unar síðu, men ætlan­in er somuleiðis at fáa upp­aftur fleiri fólk at taka lut í hesum týðandi arbeiði. Undanfarin ár hava fólk í hópa­tali gjørt hetta, men í ár er ætlanin at gera eitt eyka tak í hesum umfari: Ætlanin er at bjóða øllum til ein fund at tosa um, hvussu ein best kann verja nærumhvørvið í býn­um. Hesin fundur verður í kvøld í býráðshøllini í Klaks­ vík, har vónað verður, at nógv fólk fara at koma. - Ja, vit vilja bjóða øll­um áhugaðum og øllum eld­sál­ um at fyrireika hesa árligu um­hvørvisvikuna, sigur Hanna Dalsenni. Á fundinum verða eisini fleiri framløgur um týdningin av reinum um­ hvørvi í kommununi, og hvus­su ein best kann fyribyrgja dálking. Feløg Ætlanin er at fáa enn fleiri ítróttarfeløg og onnur feløg út í náttúruna at rudda í hesi viku­ni. Sum vanligt ganga tey í bý­ráðs­um­sitingini undan, og taka ein heilan dag úr álmanna­nakkanum har tey plaga at rudda fleiri av teim­ um støðunum, har nógv órudd er, millum annað á Borð­oya­vík. Í mun til høvuðsstaðin hev­u­r Klaksvík ikki tradisjón fyri teimum sonevndu eigara­feløg­unum, sum her plaga at rudda sítt øki eina ferð um árið. - Okkara býur er so mikið stór­ur, at vit hava brúk fyri øll­um góðum kreftum at hjálpa til, soleiðis at vit røkka øll øki, sigur Hanna Dalsenni. Endamálið við øllum hes­ um er sjálvandi, at alt økið fram­vegis skal liva eftir orða­ felli­num: Reinur og fríður – Klaks­víkar býur. So skal aftur ruddast Umhvørvi Aftur í ár verður skipað fyri ruddingardøgum og Umhvørvisviku í næststørsta býi okkara, Klaksvík. – Vit vilja gera alt fyri at verja umhvørvið í økinum, sigur Hanna Dalsenni, ið er samskipari av umhvørvisarbeiðinum í Klaksvíkar kommunu Árliga Umhvørvisvikan í døgunum 30. apríl til 5. mai verður ikki bert hild­ in í Klaksvík. Ætlanin er sjálvandi at fáa allar hinar bygdirnar í stóru kommununi við í hetta týðandi arbeiðið. Klaksvíkar kommuna fevn­ir jú eisini um millum ann­að hesar bygdir Trølla­ nes, Mikladalur, Svínoy og Norðoyri, og her er eisini æt­lan­in at fólk skulu rudda. Tað vísir seg, at fólk eru rættiliga kreativ, tá tal­an er um at rudda sítt øki. Í onkrum støðum ger ein tað til ein hugnaligan dag, har ein tekur grillina fram og ger okkurt fyri all­ar aldursbólkar. ALLAR STAÐIR Eftir herviligu ódnirnar í vetur er rættiliga nógv órudd sum liggur og sløðist her í býnum NÓGV Nógv órudd liggur og sløðist runt ymsastaðni í Klaksvík. Tá er gott at hava eldsálir og virkin børn sum ynskja at taka alt hetta upp RUDDA Umhvørvisvikan er fyri øll – serliga børnunum plagar at dáma at rudda í Klaksvík. – Vit vilja fegin hava øll og allar aldursbólkar við til ruddingardagin, sigur Hanna Dalsenni, umhvørvissamskipari hjá Klaksvíkar kommunu Mynd: klaksvik.fo Gamli skúlin verður bygda­ savn Søldarfjørður: Ein sam­tykt hjá býráðnum í Runavík hevur uttan iva skapt gleði í Søldar­ firði. Henda avgerðin gong­ur í stuttum út uppá, at gamli skúlin í Søldarfirði kann verða settur í stand og at Søldarfjarðar Bygda­felag fær loyvi at brúka hann sum bygdar­savn. Her er talan um ein søguligan bygning frá 1890, sum tó er farin í órøkt. Men bygd­ar­ felag­ið hevur nú søkt um at fáa ella keypa henda bygningin og lend­ið frá kommununi. Fleiri fundir hava verið partanna millum, har mentanardeildin mæl­ir til at hava felags manna­gongdir í allari kommun­uni. Líknandi dømi um hetta er Eldu­ vík, har ein hevur gjørt eina líknandi skipan. Mentanarnevndin mæl­ir til, at bygd­ar­ fela­g­ið fær loyvi at seta skúlan í stand, men at kommunan fram­veg­is skal eiga bygn­ingin og lendið. Á seinasta fundi sín­um samtykti bygda­ ráð­ið hetta, sam­stund­ is sum felagið fær ein ár­lig­an stuðul til virk­ sem­ið í skúlanum. snorri@sosialurin.fo