Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 11,9 mió um mánaðin KLAKSVÍK: At 2011 var eyðkent av framgongd í inntøkunum og virkseminum í samfelagnum, hevur gjørt sítt til, at býráðið í síni fíggjarætlan fyri 2012 roknar við eitt sindur størri inntøkum enn í fjør. Borgarstjórin í Klaks­vík, Gunvá við Kel­du hevur júst fing­ ið tølini fyri skatta­ inn­tøkurnar í mars mán­aði í ár og harvið í eisini fyri allan fyrsta árs­fjórðing í 2012. Í fíggjarætlanini, sum Klaksvíkar Býráð hev­ur samtykt fyri 2012, verður roknað við einari mánaðarligari inn­tøku á umleið 11,9 mió. krónur. Út frá gongdini higartil kann í ár roknast við einari miðalinntøku pr. mánað, sum er á leið 260-túsund lægri enn roknað verður við í fíggjarætlanini. - Hetta er ikki ein trupul­leiki, tí hetta eru fram­vegis sera góðar inn­tøkur. Men givið er, at vit í fíggjarstýringini av kommununi fara at taka støði í inn­tøku­ num, so hvørt sum hes­ar verða staðfestar, sig­ur Gunvá við Keldu, borgar­stjóri. Seinnapartin gjár lat listakvinnan Beinta Gaard upp eina framsýning í hølunum hjá Dugna á Hjalla 7a. Henda framsýningin hjá Beintu ber heitið Litir. Hon hevur havt fleiri framsýningar, millum annað í Smiðjuni í Lítluvík. Hølini hjá Dugna á Hjalla eru væl egnað til slíkar framsýningar, og tað hevur eisini víst seg, at ovurstórur áhugi er fyri at sýna fram her. Í roynd og veru er áhugin so stórur, at fleiri onnur listafólk standa mestsum í kø fyri at sleppa framat her. Av hesi orsøk verður framsýningin Litir hangandi upp fram til fríggjadagin 20. apríl. snorri@sosialurin.fo At tað var ein røtt avgerð hjá Klaksvíkar kommunu at fáa sær Norðhavnina, ivast neyvan nakar í í dag. Síðani hetta havnalagið varð tikið í brúk, hevur verið eitt óført virksemi á hesum staði. Hetta er ikki minst eftir at býráðið umskipaði nevndirnar, soleiðis at ein fekk eina serstaka Havna- og Vinnunevnd. Henda nevndin legði til brots við góðari hjálp at menna alt tað vinnuliga virksemið í býnum, millum annað við at fáa fleiri skip til bryggju – og ikki minst ferðamannaskip. Hetta hevur longu givið úrslit, og í summar kemur størsta ferðamannaskipið sum nakrantíð hevur lagt at í Klaksvík. Hetta kemur ikki færri enn tvær ferðir á Norðhavnina í summar. Hinvegin er greitt, at arbeiðið hjá Havna- og Vinnunevndini hevur eisini borið úrslit við sær næsta ár. Eftir tí sum formaðurin í nevndini vísir á, er longur greitt, at níggju ferðamannaskip koma til Klaksvíkar í 2013. Sagt verður av skilamonnum, at Norðhavnin liggur sera væl fyri, tá talan er um veðurlíkindi. Og hetta hevur helst eisini gjørt sítt, at tað mangan hevur verið trongligt í Ánunum – og soleiðis verður vónandi eisini í framtíðini. Stórt ferðamannaskip vitjar tvær ferðir Beinta breið­ir litir sínar út FRAMSÝNING Beinta Gaard hevur havt fleiri framsýningar áður, millum annað í Smiðjuni í Lìtluvík 317 metrar Norðhavnin er íalt 317 metr­ar long, og er dýpdin 12 metrar. Her er ein 30 metrar breið ro-ro rampa. Eitt av skipunum sum vitjar her í summar fer at hava brúk fyri øllum teimum 317 metrunum. RØTT AVGERÐ Nógv størri og minni skip hava lagt at í Norðhavnini Roknast kann við uppaftur meiri virksemi her í framtíðini. Norrøna hevur ligið her fleiri ferðir Mynd: Dávur Winther