mikudagur 11. apríl 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sælari er at geva enn at
fáa..
Okkara mamma fekk eitt
sera gott vár. Hon var ein
vøkur blóma, sum vaks upp
í einum tryggum og góðum
urtagarði
á
Selheyggi.
Hennara foreldur vóru tvey
kærleiksfull og nærverandi
foreldur, sum røktaðu teirra
urtagarð,
fram
úr
væl.
Omma og abbi okkara, tóku
sær væl av teimum 4 blóm
unum sum tey fingu sam
an, og gjørdu alt hvat tey
kundu, fyri at verja hesar
blómur móti vindi og kulda.
Omma og abbi sáddu tey
bestu fræini í tað bestu
jørðina – tí tey vistu, at ein
kann ikki hesta, um ein ikki
fyrst sáar.
Í
barnaheiminum
hjá
mammu, føldu øll sterkan
og djúpan kærleikan – ikki
bara við góðum orðum, men
eisini við góðum gerningum.
Sjálvt um húsini vóru lítil og
trong, so var vítt til veggja, og
gáttin sera lág – her var pláss
til øll. “Har sum hjartarúm
er, er húsrúm”, plagdi omma
okkara mangan at taka til,
og hesum livdi tey eisini
eftir á Selheyggi.
Frísk og livandi spældi
mamma okkara óttaleys
í hesum trygga og vakra
urtagarði – hon var rólig,
men kend fyri sítt lætta og
fríska lindi. Hon vaks upp
saman við sínum trimum
beiggjum, sum hon virdi og
elskaði sera høgt, alt sítt lív.
Jú mamma fekk eitt gott
vár.
Tá mamma møtti pápa
okkara, tá fór mamma eisini
inn í sítt lívsins summar. Tey
fingu sín egna urtagarð úti í
Bumshamari, og nú tók hon
vakra arvin upp eftir sínum
foreldrum. Hon fór nú sjálv
at sáa í sín urtagarð, tí hon
hevði lært, at ein kann ikki
heysta, um ein ikki fyrst
sáar.
Pápi gav mammu og okk
um børnum tann kærleika
og tann tryggleika, sum
mamma og vit høvdu brúk
fyri – hann vardi okkara
urtagarð, so mamma kundi
gera tað, sum var hennara
størsta ynski og mál her í
lívinum – og tað var at vera
ein góð kona og ein góð
mamma.
Hon sáddi við kærleika,
lúkaði við nærveru, og væt
aði við umsorgan. Fyri okk
um systkin og okkara pápa,
virkaði hon sum ein ótøm
andi kelda, har vit altíð
kundi fara til, um vit høvdu
brúk fyri vegleiðing, góðum
ráðum og styrki.
Mamma var ein eingil
uttan veingir – og hon hevði
eitt hjarta av gull.
Hon var livandi og frísk,
sum øll elskaðu og notu
gott av, at vera saman við.
Har sum mamma var, har
var eisini látur, og har sum
mamma var, har var eisini
sangur og dansur. Hon
var sum ein vøkur stjørna,
sum lýsti upp har hon var.
Hennara eygu sóu bara tað
vakra, og hevði hon stóra
gleði, tá hon sá, at tað gekst
øðrum væl. Hon sá tað vakra
í tí smáa, og var takksom
fyri tað minsta. Hennara
kærleika lat hon floyma út
yvir okkum, og kærleikin
sum hon og pápi høvdu
saman, ber ikki til at lýsa við
orðum. Tey vóru sum Romio
og Julia, alt lívið.
Alt teirra lív høvdu tey
djúpa virðing fyri hvørjum
øðrum, og vóru tey knýtt
saman, av einum treyta
leysum kærleika.
Mamma var ein urta
garðskona sum alt sítt lív
sáddi tey bestu fræini í tað
bestu jørðina.... tíverri kom
hon ongantíð sjálv at upp
liva sítt egna heyst. Tí júst
sum mamma stóð í sínum
hásummri, kom veturin á
gátt, við stormi, heglingi,
sjúku og deyða.
Ein skriða fyri og onnur
eftir, skolaði yvir hennara
urtagarð. Hon royndi at
lúka og verja øll síni kær
astu, men endin var at urta
garðskvinnan sjálv bukkaði
undir, og gjørt álvarsama
sjúk.
Tá pápi sá sína vøkru
blómu blíva veika, misti
hann lívsneistan. Eitt lív
uttan sína høgt elskaðu
konu, var meira enn hann
megnaði.
Og bráddliga stóðu tríggj
ar sárbærar blómur í einum
urtagarði - uttan verjugarð
og uttan eina urtagarðs
kvinnu.
Vit eru eisini sera takk
som fyri alt tað sum okkara
mamma hevur givið okkum.
Vit fara ikki at minnast
mammu sum eina sjúka
konu, mammu, ommu og
langommu.
Vit
fara
at
minnast okkara mammu,
sum eina fríska og livandi
mammu, sum sáddi við kær
leika, lúkaði við nærveru,
og væntaði við umsorgan.
Og sum lærdi okkum, at tú
kann ikki heysta, um tú ikki
fyrst sáar.
Í dag kunnu vit bara stað
festa, at okkara mamma var
heimsins besta mamma, og
vit kunnu takka Várharra
fyri, at hann lat ein av hans
ara bestu einglum, at vera
mamma hjá okkum.
Friður verður við okkara
mammu
Kristin, Niclas Heri
og Óluva
Minningarorð um okkara
elskaðu mammu –
Jastrid Frederiksen
Nøvn