mikudagur 11. apríl 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein lítil heilsa til
Tariru á 10 ára
føðingardegnum.
Mestsum av tilvild viltist eg
oman á Skipasmiðjuna langa
fríggjadag.
Vaks meira ella minni upp
í báti, og tí hava ørindini verið
mong í hesum skálum, men
at ein hin størsta kórløtan
eisini fanst millum eykalutir
og stál, kom sera óvart á.
Havi verið búsitandi í
Danmørk í mong ár, og hóast
danir eru óførir, tá um kór
sang ræður, so hava teir
neyvan hoyrt um sangin í
føroyska málinum.
Ein kendur norskur kór
leiðari segði einaferð: í Noregi
siga vit, at longur vestur vit
koma, betur ljóma kórini,
men nú vit eru í Føroyum,
mugu vit ásanna, at vit eru
komin langt til havs!
Á skipasmiðjuni vóru vit
uttan fyri jarðarinnar at
dráttarmegi fríggjadagin.
Einki er betur enn eitt kór
í stilli og andligari tøgn, har
frábrygdini eru stutt, neyv
og sigandi.
Kórið bar okkum stillisliga
inn í eina verð, har vit neyvan
høvdu hug at anda fyri ikki at
órógva friðin. Men spakuliga
vaks heimurin av ljóði, og vit
høvdu ongan annan møgu
leika enn at ganga aftan
á teimum svørtkløddu, ið
undan gingu.
Vit upplivdu ikki eina røð
av verkum, men vit vóru øll
saman á eini ferð inn í ein
heim av djúpum kenslum og
stórfingnum ljóði.
Átti sjálvur eitt av verk
unum, Náttarfriður, ið eg
skrivaði lagnudagin 11. sep
tembur í 2001. Hoyrdi ongar
tónar í hølunum á Skipa
smiðjuni, kendi bert á mær
tað óhugnaligu tøgnina, sum
valdaði, tá tvíburatornini lógu
í øsku. Óhugnaliga vakurt.
Ræðuligt, men tó undar
liga sigandi.
Tað er eingin loyna, at vit
leingi hava átt kvinnurøddir,
ið bera av øllum. Menninir
hava tíverri ikki staðið í kø,
tá vit tosa um blandað kór,
men kanska er tað sveitta
dunsturin á Skipasmiðjuni,
ið ger munin.
Harrans
malargrót
og
flag!
Kórið bara vaks og vaks.
Sum eitt fræ í góðari mold
vaks ljóðið í hædd og dýbd
og breidd og dygd.
Sum spírandi vøksturin
í moldini dróg Lítla Tarira
okkum inn í óteljandi spenn
andi tónaskot við dynam
iskum neyvleika og fynd,
og hóast neyvleikin kanska
misti eitt evarska lítið í
mongdini, so lyfti Stóra Tarira
okkum upp í ókendar listar
ligar hæddir við ótømandi
eldhugi og megi.
Tøgnin og megin gingu
hond í hond, og vætan í
gomlu
betongsteyrunum
hevði ilt við at goyma seg í
hvítmálaðu rivunum.
Afturljóðið á Skipasmiðj
uni er stutt og eitt sindur
trupult at greina, men mans
røddirnar fóru í hvønn krók,
og kvinnurøddirnar sveim-
aðu í hølunum, sum vóru tær
livandi verur.
Tú kanst læra listarligar
dygdir til nøkulunda full
komileika, og tú kanst venja,
til likamið fer í tvíningar.
Men verulig list kann ikki
lærast. Hon hevur sínar egnu
vegir, men vit kenna tað á
okkum, tá hon vitjar, og tá
eru vit ikki í iva.
Henda seinnapartin hevði
Sunleif hendurnar fullar av
list!
Ein alt ov stuttur langur
fríggjadagur.
Tøkk fái tit øll.
Pauli í Sandagerði
Nøvn
Tarira á Skipasmiðjuni