Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðargrein Høgni Hoydal Sjokk-doktrinin á føroyskum Tey, sum hava lisið bókina hjá Naomi Klein: “Sjokk-doktrinin”, høvdu neyvan roknað við at fingið so grell dømi í Føroyum í 2012. Kanadiski rithøvundurin, Naomi Klein, lýsir í bókini tær van­lukku­ligu av­leiðingarnar av tí so­nevndu “neo-liberalu” og “neo-kon­servativu” hugsjónini og læruni. Ein læra, sum serliga hevur havt sínar búskaparfrøðiligu odd­ vitar á “Chicago-skúlanum” við búskaparfrøðinginum Mil­ton Fried­man og øðrum sum fyrstu­ lærarum. Og sum serliga hevur havt sínar politsku oddvitar í høgra­ politikkinum í USA (Ronald Reagan, George W. Bush), í Thatcherismuni í Bretlandi og hjá Pinochet í Chile. Læran hevur eisini verið grund­arlagið undir teirri so­ nevndu “dereguleringini”, har ógvus­ligar privatiseringar og burt­ur­tikin krøv til fíggjar­mark­ naðin, góvu bankunum og fíggjar­ spekulantunum allar møgu­leikar at selja ognir og virðir hjá øðrum og at uppskrúva virðir um allan heim. Sum góvu nøkrum heilt fá­ um ovurstóran vinning, uttan at tey framleiddu nakað veruligt virði. Og sendu rokningina til fjøldina, tá ballið var búið. At brúka kreppustøður til ógvusliga umfordeiling Í stuttum vísir Naomi Klein við ítøki­ligum dømum á, hvussu teir neoliberalu búskaparfrøðingarnir saman við politisku stuðlum sín­ um, miðvíst og áhaldandi hava nýtt búskaparligar kreppustøður, krígs­støður, náttúruvanlukkur og aðrar støður við stórum órógvi og ruðuleika í londum og heims­ pørtum, til “sjokk-viðgerð”. Við stórum liði av ráðgevum og tilmælum, hava teir trumfað ígjøgnum eina mynd av, at her er støðan so álvarslig, at ein ógvusligur, krútsterkur lútur má brúkast beinanvegin – uttan fólkaræðisliga við­gerð ella atlit til sosialar, tjóð­ skaparligar, vinnuligar og menn­ iskja­ligar avleiðingar. Og hetta skal fremjast títt, hart og knapt, áðrenn nakar sær avleiðingarnar – og altíð vísandi til, at hetta er neyðugt orsakað av búskaparligu vandastøðuni. Og at her krevjast sterkir menn (og bara onkuntíð ein kvinna) til tess at fremja óviðgjørdu umkalfatringarnar. Høvuðsamboðini í sjokk-doktrinini Uppskrivtin í neoliberalu sjokk- doktrinini hevur verið greið: • At lata altjóða fyritøkur fáa ogn­ arrætt og ræðisrætt til náttúru­ tilfeingið í londunum – ofta gjøgnum strámenn. • Ógvusligir skattalættar til tann ríkasta partin av fólkinum og økt brúkaragjøld til fjøldina. • “Tað skal loysa seg at arbeiða og spekulera í virðum”, hevur verið slagorðið. • At taka av felags skipanir og sam­haldsfasta fígging innan út­ búgving, heilsuverk og sosiala trygd. • At privatisera skúlaverk, heilsu­ verk, sosial rættindi (brúka ein­ stak­lings tryggingarskipanir, egin­gjøld og privata fígging ístaðin). • At privatisera infrakervið og lata raksturin til fyritøkur, ið kunnu kappast um profitt á hes­ um økjum. Íløgurnar skulu tó gjaldast av skattgjaldarunum. • At minka pensjónir, arbeiðs­ loysis­stuðul, sjúkradagpening o.a. • At taka burtur vunnin rættindi og avtalur á arbeiðsmarknaðinum – og í fleiri førum forbjóða fak­ feløgum og rættinum at gera felags sáttmálar. (Ístaðin skal hvørjari fyritøku standa frítt at áseta lønir og rættindi fyri síni starvsfólk.). • At taka av allar reguleringar av fíggjarmarknaðinum. • At taka burtur umhvørviskrøv, arbeiðsumhvørvisásetingar og annað, sum “kann tryggja kapi­ tal­inum at virka frítt” uttan íbland­ing við lógum, reglum og rætt­indum. • At fáa burtur óheftar stovnar og miðvíst at tippa tær røddir og teir felagsskapir, ið krevja fólka­ ræði og aðra leið. Profitt-jagstran í øllum samfelagslutum Samanumtikið hevur neoliberala læran og politikkurin bygt á: At tess minni av felags fólkaræðisligum av­gerðum og ávirkan – tess meira av møguleikum fyri at lata profitt- jagstranina stýra øllum sam­ felagsviðurskiftum. Út í minsta smá­lut. Sjokk-viðgerðin hevur riggað best í einaræðislondum og í lond­um, har fólkaræðið er sett í undantaksstøðu av vanlukku-, krígs­áv­um, við hern­aðar­kvettum ella bú­skapar­ligum skrædli: Í Chile í 70’un­um. Í Argentina, Bolivia og Bret­landi í 70’unum og 80’unum. Í Asia undir fíggjar­skrædl­inum í 90’unum. Í Russ­landi og Póllandi í byrjanini av 90’unum. Í New Orleans í 2005. Í Irak undir og eftir krígg­ið í 2003. Og í ørgrynnu av menn­ing­ar­londu­m afturat. Naomi Klein vísir til dømis á, at í New Orleans, nakrar fáar dagar eftir herviligu ódnina “Katrinu”, eydn­aðist tað neoliberalum ráð­ gevum og politikarum at fáa býar­ stýrið í býnum, sum var í sjokk- støðu, at taka undir við at avtaka allar almennar skúlar. Tí ráð­gev­ arnir vístu á, at annars fór býurin ongan­tíð at koma fyri seg aftur fíggjar­liga. Avleiðingarnar av sjokk-viðgerðini Naomi Klein vísir greitt og við ítøkiligum dømum á avleiðingarnar í øllum teimum londum og økjum, har neoliberala sjokk-viðgerðin er sett í verk: • Ein ógvusligur stættarmunur hev­ur bara vundið uppá seg. • Stórt og áhaldandi, vaksandi ar­ beiðsloysi. • Búskaparlig niðurgongd fyri lond­ini sum heild. • Ógvusligar inntøkur til nakrar fáar altjóða fyritøkur, ið hava fing­ið ognar- og ræðisrætt til náttúrutilfeingið og framíhjárætt at fremja alment goldnar íløgur í londunum. • Ógvusligar inntøkur til eina lítla stætt í londunum, sum umboða og verða stuðlað av teimum fyritøkum og politikarum, sum hava vunnið sær framíhjárætt. • Ógvuslig niðurgongd í skúla­ skapi, heilsustøðu, útbúgving, bú­staðarmøguleikum og virk­is­ møguleikunum hjá størsta helm­ inginum av fólkinum. • Ovurhøgt kostnaðarstøði hjá teimum ognarleysu og verka­ fólk­inum, sum bert í stuttum tíðarbilum kunnu selja sína ar­ beiðsmegi til fyritøkur, ferða­ fólk og aðrar fyri hondini møgu­ leikar. • Politisk og mentanarlig stillstøða og vantandi fólkaræði. • ondini hava mist búskaparligar menningarmøguleikar og eru fastløst í ovurstórari skuld og heftni av menningarhjálp og stuðli uttanífrá. Sama uppskrivt fekk heimin at rapa Hendan neoliberala sjokk-doktrinin hevur eisini havt ómetaliga ávirkan á politikkin hjá Heimsbankanum og Altjóða Gjaldoyragrunninum (IMF), og á tey krøv, tey hava sett fyri at veita lán og vanlukkuhjálp til kreppurakt lond – fram til byrj­ anina á 21.øld, tá sjálvt IMF hevur viðgingið vanlukkuligu avleið­ing­ ar­nar. Naomi Klein gav bókina um “sjokk-doktrinina” út í 2007, áðrenn allur fíggjarheimurin rapaði. Og henn­ara greiningar og niðurstøður hava tí prógvað seg uppaftur meira, sein­astu árini. Og við bert at hyggja at støðuni í heimsins størsta búskapi, USA, síggjast eisini ítøkiligu av­leið­ ingarnar av neo-liberalu dok­ trin­ini, sum George W. Bush setti so mið­víst í verk frá 2000-2008: Stættarmunurin øktist ógvusliga. Altjóða fyritøkur og tey ríkastu 5%’ini eiga nógv meira enn helvtina av øllum ognum og inntøkum. Arbeiðs­loysið er methøgt. Skuldin so stór, at vit næstan ikki fata tølini – hóast skuldin var burtur, tá Bush tók við. Tað sama hendi undir Ronald Reagan, sum fylgdi upp­ skrivtini á sama hátt. Hann lat eitt land frá sær við ovurstórari skuld, har bara ein lítil stætt og nakrar úrvaldar fyritøkur vórðu blivnar væl ríkari, enn sjálvt stór lond í heim­inum. Í løtuni royna tær sterku neo- libe­ralu kreftirnar at brúka ta heim­sins búskaparkreppu, ið fyrst og fremst er bakað eftir teirra uppskrivt, til aftur at krevja nýggja sjokk-viðgerð. Tey bjóða seg glað­ beint fram aftur at brúka sleggjuna til at umvæla teir rútar, sum sama sleggja hevur knúst. Neo-liberali stavnamaðurin í Føroyum Í Føroyum hava vit síðani sjeyti- árini havt ein sterkan forsprákara fyri neoliberalu hugsjónina, Chicago-skúlan og sjokk-doktrinina: Óla Breck­mann og Fólkaflokkin. Hans­ara lærlingur situr nú í Fíggjar­mála­ráðnum, og formaðurin í Fíggjar­nevnd Løgtingsins Hvussu tað ber til, at Føroyar í dag eru í eini støðu, har øll kunnu samanbera tiltøkini og av­ leiðingarnar við tey mongu dømini í bókini hjá Naomi Klein, vóni eg at øll fólk í Føroyum hugsa um. Uppskrivtin er alkend og roynd um allan heim. Avleiðingarnar væl lýstar og vanlukkuligar fyri øll. Uttan fyri eina evarska lítla stætt. Tað veldst um okkum, hvørt vit vilja vera lutur og áskoðarar í før­oysku útgávuni av sjokk-dok­ trinini. Ella vit siga: Ikki talingur um og krevja aðra leið! Frælsi, javnrættindi og samhaldsfesti Hetta er okkara land. Sum meira enn 40 ættarlið hava bygt við hondum, høvdum, hugsjónum og hjørtum – her í miðjum Atlantshavi. Ímóti øllum forsagnum. Har tað hevur kostað so nógv stríð at vinna fram tjóðskaparliga, sosialt og vinnuliga. Har bara ein sterk tjóðskaparrørsla, verka­ manna­rørsla og vinnulig rørsla hevur tryggjað, at vit kunnu gerast javnsett tjóð í heiminum, hava javnrættindi sum menniskju í sam­ felagnum. Og at vit kunnu hava javn­bjóðis rættindi at gagnnýta teir ríku møguleikarnar í okkara náttúru- og menniskjaliga tilfeingi. Tjóðveldi fer at gera alt sum er møguligt at steðga niðurbrótingini. Og framhaldandi at byggja allar okkara avgerðir og uppskot á hugsjónina og málið: At skapa einar frælsar Føroyar við samhaldsfesti og javnbjóðis møguleikum hjá øll­ um, har ongin einstaklingur ella serstøk stætt hevur framíhjárætt til vald landsins og ognir. – (Tey, ið vilja kunna seg við bókina um sjokk-doktrinina, kunnu eitt nú vitja heimasíðuna: www. naomiklein.org) At brúka búskaparkreppur og vanlukkustøður til at trumfa ígjøgnum ógvusliga og karráa umfordeling av virðum, tilfeingi, ognum og rættindum frá fjøldini til nøkur fá, er væl kent í nýggjari heimssøguni. Nú eru Føroyar eisini partur av “sjokk-doktrinini”, ið til dømis er roynd í Argentina, Chile, Bolivia, Asia, Russlandi og New Orleans