mikudagur 11. apríl 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Á
skrá
til
komandi
fundi í byggi og býar
skiparnarnevndini skal
støða takast til at fáa
til vega nýtt »Kamp
ingpláss«
Yviri
við
Strond og uppsetan av
nýggjum
bygningum
til kampingvirksemi og
tænastur til ferðafólk.
Verandi
kamping
pláss varð sett á stovn í
1980-81. Húsini ella skúr
arnir eru nú millum 30
og 20 ára gamlir, og hóast
gott viðlíkahald eru teir
ikki tíðarhóskandi og
krevja størri og størri
umvælingar.
Ikki
er
sørt at vitjandi úr út
londum
viðmerkja,
at
umstøðurnar
eru
vánaligar.
Tórshavnar
kommuna eigur økið
og tað liggur frammi,
at játta kr. 1,5 mió til
nýggjar bygningar og
broyting av rottanga v.m.
á
kampingplássinum
Yviri við Strond.
Ætlan er at keypa
lidnar pavilliongir. Hetta
er harðliga tiltrongt og
ikki at gloyma tað fer at
pynta uppá tað vøkru
nátturu sum er rundan
um Yviri við Strond.
Tí eri eg sera fegin, at
vit nú í byggi og býar
skiparnarnevndini fara
at taka fyrsta stigið -
og vónandi endar tað
við, at vit byggja nýtt á
sama staðið. Harvið vera
karmanir uppaftur betri
til ferðandi. Vónandi
verður arbeiði sett í
verk
beinavegin,
so
umstøðurnar vera betri
longu nú til summar til
øll tey ferðandi.
Nú kemur
vónandi nýtt
»Kampingpláss«
Yviri við Strond
Levi Mørk
formaður í byggi og
býarskiparnarnevndini hjá
Tórshavnar kommunu
Men so kom flatskatturin....
Hallur av Rana
Formaður í Ung fyri Miðflokkin
Nú er sjón fyri søgn, nú rokn
ingin fyri flatskattin liggur í
tinginum, at tað eru tey les
andi, tey gomlu og tey sjúku,
ið fíggja fullu lummarnar hjá
teimum ríku.
Játtanarkarmarnir
eru
einki minni enn ein vanvirð
ing av teimum eldru, ið hava
lagt lunnar undir land okk
ara og ein niðurgerð av teim
lesandi, ið útbúgva seg at
føra landið víðari. Tíverri má
ásannast, at við verandi gongd
verður heldur talan um eina
endurreisn av einum fyrr
verandi
vælferðarsamfelagi,
enn eina víðariføring. Nú
verandi politiska stýrið førir
okkum beint út av eggini.
Lyftini vóru mong áðrenn
valið, og einki tyktist vera
ómøguligt. Men so kom flat
skatturin og tann kaldi veru
leikin. Lyftini bóru fleiri val
evnir inn á ting, men innkomin
skiftu tey ham. Nú skuldi gildið
gjaldast.
Upp til valið vóru allir
flokkar á einum máli um,
hvussu týdningarmikið tað er
at menna Setrið og lyfta tað
upp á altjóða støði. Men so kom
flatskatturin.
Úrslitið er, at í staðin fyri at
menna Fróðskaparsetur Før
oya, verður teimum nú álagt
at spara 6,5 mió næstu fimm
árini. Ein kúvending frá øllum
tí, ið varð lovað.
Umstøður teirra lesandi, ið
nema sær útbúgving í Føroy
um, hava mangan verið frammi
í miðlunum. Serliga hevur
ávísur tinglimur fyri Fólka
flokkin mangan samanlíknað
umstøðurnar hjá lesandi í
Føroyum við tær í Danmark. Tí
skuldi ein trúð, at viðkomandi
tingmaður fór at arbeiða sum
úlvur á skóg fyri umstøðum
teirra, ið lesa her í Føroyum.
Men so kom flatskatturin.
Tíðin, ið ein lesandi fær
stuðul undir útbúgving, verð
ur stytt til at fevna um ásetta
lestrartíð. Hetta kemur serliga
at raka tey lesandi, ið undir lestri
gerast upp á vegin, sjúk ella har
aðrar umstøður noyða tey at
taka ein stegð. Í stuttum gerst
skipanin óbrúkilig fyri hesi.
Eisini lesandi undir ÚSUN
koma at kenna sviðan, tí ætl
anin er at stuðulin til lesandi
uttan fyri norðurlond verður
umlagdur til eitt lán, um
tey lesandi ikki koma heim
aftur. Hetta kemur væntandi
at minka tal teirra, ið fara
aðrar staðir at lesa, og harvið
missur føroyska samfelagið
tað fjølbroytni, ið tey geva
samfelagnum við heimkomu.
Somuleiðis vóru umstøð
urnar hjá miðnámslesandi eitt
nógv umtalað evni, serliga tá
dyrgjast skuldi eftir atkvøðum
á miðnámsskúlum. Men so
kom flatskatturin.
Úrslitið er nú, at tey 18-19 ára
gomlu miðnámsskúlalesandi,
ið ikki búgva heima, fáa stein
oman á byrðu. Lestraríbúðir
eru so gott sum ikki til staðar í
Føroyum í dag, og kostnaðurin
fyri at leiga er høgur. Við
núverandi stuðulsupphædd er
tað nóg ringt at fáa endarnar at
røkka saman. Ætlaða sparingin
fer at gera ilt verri.
Umstøður teirra veikastu
verður mangan tosað um upp
til val, og ikki varð øðrvísi hesa
ferð. Sjálvandi skulu vit taka
okkum av teimum eldru og
sjúku í samfelagnum, róptu
tey í kór. Men so kom flat
skatturin.
Fólk muga gera seg klár til
eina hugburðsbroyting. Gerst
man sjúkur, má man gera seg
til reiðar at rinda brúkaragjald.
Hetta kemur sjálvsagt at raka
tey veikastu í samfelagnum, ið
onga skattalætta fingu, mein
ast.
Eisini tey eldru, ið hava bygt
hetta land, muga nú síggja tær
vælferðartænastur, ið teirra
ættarlið hevur lagt lunnar
undir, spakuliga verða ryktar
undan teimum. Upp undir
valið vóru øll góð við tey, men
so kom flatskatturin.
Pensjónsaldurin skal hækk
ast alt fyri eitt við einum ári,
tað var greiði boðskapurin frá
landsstýrismanninum í fíggj
armálum. Keldur vilja vera við,
at hetta einans er byrjanin,
og at ætlanin hjá landsstýris
kvinnuni í almannamálum er,
at pensiónsaldurin innan 5
ár skal hækkast til 70 ár. Ein
beistagerð móti einum ættar
liði, ið hevur upplivað strævnar
tíðir, og sum nú, tá tey loksins
hava nátt tann gylta aldurin av
67 árum, sjálvi burdu sloppið
at avgjørt, hvat tey ynskja at
brúka sína tíð og orku uppá.
Hetta er bara ein partur
av mongu ætlanunum hjá
samgonguni fyri at minka um
undirskotið á fíggjarlógini. Tað
eru fleiri dømir, ið vísast kann
á, men tað burdi verið øllum
greitt, at tær sparingar, ið nú
verða framdar, í veruleikanum
eru rokningin fyri flatskattin.
Mín áheitan á samgonguna
er at vakna og síggja ta
vandakós, vit eru á. Og at tey
sjálvi gjalda rokningina av
flatskattinum, við alt fyri eitt
at leggja frá sær og lata onnur
sleppa framat.
Nú koma rokningarnar
Sirið Stenberg
Tjóveldi
Tað er ikki altíð gott at fáa
rætt. Undir viðgerðini av flat
skattauppskotinum og at for
skatta penjónirnar bleiv fleiri
ferðir ført fram, at rokningin
fyri hetta fór at koma. Víst
bleiv á, at tá ið man soleiðis
brúkar peningin hjá komandi
ættarliðum, so fóru vit at koma
í trupulleikar. Millum annað
fóru broytingar í fólkasaman
setingini at viðføra øktar út
reiðslur á eldraøkinum. Vit
vóru nøkur sum óttaðust at
brúkaragjøld komu at vera
partur av framtíðar fíggingini,
men samgongan afturvíst hes
um staðiliga. Men nú er partur
av rokningini komin, og hon er
onki serlig!
Í “Á rættari kós” stendur
orðarætt “fyri at tryggja at
tænastan skal vera á nóg góð
um stigi kann ein møguleiki
verða at taka brúkaragjøld fyri
tænastur á heilsuøkinum”
Um hetta er rætta kósin, so
sigur tað ikki so lítið um sam
gonguna, sjálv meti eg hetta
vera vandaleið.
Sjúka og heilsa eru neyvt
tengd at sosialum umstøðum.
Hetta er staðfest í øllum okkara
grannalondum, men tíverri er
lítil og ongin sosial gransking
á hesum øki í Føroyum. Aðra
staðni er staðfest, at tey við
lægst inntøkum og við vána
ligast livikorum eru mest
útsett í mun til sjúku. Serliga
eru tað lívsstílsjúkurnar, sum
hesin bólkur er raktur av,
men eisini sjúkur og slit av
arbeiði, tí aloftast hevur hesin
bólkur tey likamliga tyngstu
arbeiðini, skiftandi arbeiðstíðir
og arbeiðsumstøður sum hava
negativ árin á heilsuna.
Tí fara brúkaragjøld fyri
heilsutænastur altíð at raka
sosialt órættvíst. Fari inniliga
at heita á samgonguna um ikki
at leggja hesa byrðu omaná hjá
teimum, sum dragast við sjúku,
tey hava nokk at stríðast við
frammanundan. Fyri stuttari
tíð síðan er heilsutrygdargjald
ið hækkað umframt at endur
gjaldið til heilivág er lækkað.
Eisini átøk sum raka serliga
lægru
inntøkurnar.
Lægru
inntøkurnar fingu onki burtur
úr skattalættanum og tað vera
allarhelst somu fólkini sum nú
fara at fáa truplast við at megna
ætlaðu broytingina við at seta
pensjónsaldurin upp.
Frammanunda hava fólk
goldið fyri heilsutænasturnar
gjøgnum skattin, og øll gjalda
til Heilsutrygd. Tey kunnu ikki
gjalda einaferð enn.
Í handilslívinum er kent, at
tað ikki er skilagott at gjalda
forút, tí tá kunnu trupulleik
ar standast av at fáa umbidnu
vøruna til vega, og handils
mannin á tal. Vónandi verður
hetta ikki galdandi í heilsu
verkinun.
Í Føroyum hava vit havt
tað grundsjónarmið at heilsu
tænastan er samhaldsføst og
røkkur øllum. Hetta er eitt
av virðunum okkara sam
felag byggir á. At leggja upp
til búkaragjøld er at byrja
niðurlagingina
av
vælferð
arsamfelagnum.
Og
hvat
verður so tað næsta, at foreldur
skulu gjalda fyri at børnini
skulu sleppa í skúla? Tá ið
fyrstu fetini eru tikin, vera tey
næstu skjót eftir, og munandi
lættari at gjøgnumføra, tí tá
eru princippini longu brotin.