mikudagur 11. apríl 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðflokkurin hevur í miðl
unum í dag funnist at sam
gonguni teir sita í. Boðskap
urin er at flokkinum dámar
onki tær borgarligu broyt
ingarnar,
sum
borgarliga
samgongan førir fram í verki.
Harafturat hevur flokkurin,
til stóra gleði fyri veljarar og
andstøðuna, alment víst hug
at taka seg úr samgonguni.
Um hetta má eg siga at
eg eri skelkaður. Ikki um tað
at flokkurin er ímóti borg
arligu ætlanunum, men um
hvussu stór andsøgn tað er
í mun til hvussu teir bera
seg at, innanhýsis í sam-
gonguni. Eg haldi eisini tað er
undrunarvert, at teir bera ein
so týdningarmiklan boðskap
út alment, uttan at nevna tað
innanhýsis í samgonguni
fyrst.
Tá flatskatturin fyri nøkr
um mánaðum síðani var
til viðgerðar í løgtinginum,
hevði Miðflokkurin eina sera
líknandi søgu í miðlunum.
Teir hildu uppá at teir vóru
so nær at eggini, at Jenis
ætlaði at atkvøða ímóti upp
skotinum, og tískil taka flokk
in úr samgonguni. Nógva
uppmerksomheit
fingu
teir fyri tað, og teir tyktust
ikki sørt riddaraligir, at teir
vildu geva seg fyri einum
so stórbærum endamáli. Tó
høvdu tey orðini ongan týdn
ing tá tað kom til stykkis. Teir
atkvøddu fyri.
Mynstrið minnir mest
um gongdina í søguni um
drongin, sum rópti "úlvurin
kemur". Miðflokkurin hevur
tvær ferðir rópt upp um sam
gonguslit, men onki sam
gonguslit er komið.
Eg haldi tað vera sera
undrunarvert at Miðflokk
urin í miðlunum vísur eitt
annað andlit, enn hann ger
í samgonguni, og tað fær
meg at hugsa um hvat tann
veruliga ætlanin við hesum
er. Prógva teir ikki í verki, at
teir meina hvat teir siga, so
haldi eg ikki at tað er orsøk
at halda at tað er annað enn
valagn, sum gevur teimum
samkenslu millum veljar
arnar, sum ikki dáma sam
gonguna.
Tann veruliga støðan er
tann at Miðflokkurin hevur
sera ring kort í hondini. Taka
teir seg úr verandi samgongu,
so er einasti møguleikin at
fara í samgongu saman við
flokkunum í andstøðuni. Hes
ir flokkanir eru kendir fyri
at vera sera etiskt frílyntir,
og teir hava nýliga harðliga
mótmælt at Miðflokkurin
í verandi samgongu, hevur
fingið tey etisku málini par
keraði. Eg skal ikki leggja
orð í munn, men eg haldi
sjálvur at tey etisku málini
tykjast at vera tað, sum
hevur størst týdning fyri
Miðflokkin yvirhøvur. Tekur
Miðflokkurin seg úr, má
hann tí finna seg í at missa
nevndu parkering. Ynskir
hann ikki hetta, má hann
góðtaka verandi samgongu,
har
Fólkaflokkurin
setur
dagsskránna.
Ein
góður
poker-spælari missur ikki
mót av at fáa ring kort, tí
bluff er ein møguleiki, sum
ofta eydnast væl. Inntil
Miðflokkurin vísur at hann
meinar hóttanir sínar, er
bluff einasta amboði hann
hevur.
Sjálvur haldi eg at tað er
blivið rópt um úlv einaferð
ov ofta, og eg spyrji meg
sjálvan hvussu ofta vit skulu
hoyra um úlv, áðrenn úlvurin
veruliga
kemur.
Hoppa
miðlanir uppá tað hvørjaferð,
so kemur úlvurin ikki enn.
At ávísir politikarar eru
dugnaligir til at taka
sær heiðurin av øllum tí
sum gongur væl, og líka
so dugnaligir at frásiga
sær alla ábyrgd av tí,
sum gongur illa, er einki
nýtt. Men alt skal vera
við máta.
Vit fingu fyri páskir
at vita, at undirskotið
hjá landskassanum í 2011
vísti seg at vera minni
enn
frammanundan
mett. Hetta vóru gleðilig
tíðindi,
og
sjálvandi
gingu ikki nógvir tímar,
fyrr enn formaðurin í
Tjóðveldi hevði tilskriv
að sínum flokki allan
heiðurin av betraða úr
slitinum. - Sjálvandi.
Frásøgdu sær
ábyrgdina
Hetta fær meg at hugsa
um árið 2003. Tá slitnaði
Sjálvstýrissamgongan,
tá ein vika var farin av
desember. Hetta merkti,
at Tjóðveldisflokkurin,
sum annars hevði sitið
við fíggjarliga valdinum
alt árið, var í andstøðu
tær seinastu tríggjar
vikurnar av desember.
Úrslitið hetta árið var
einki at reypa av, men
fyri formannin í Tjóð
veldisflokkinum
var
eingin ivi. Tað vóru tær
seinastu tríggjar vik
urnar (jólavikan írokn
að), sum høvdu oyðilagt
alt árið. Tað var tá, tað
gekk galið.
Øvugt í 1998
Í 1998 var tað øvugt. Tá
legði
fíggjarmálaráð
harrin hjá sama flokki
eitt fíggjarlógaruppskot
fyri tingið tann 30. sep
tember, men hann boð
aði frá, at hetta bleiv ikki
ein ”verulig fullveldis
fíggjarlóg”, tí landsstýrið
var ikki komið til fyrr
enn í mai. Hálvur fimti
mánaður var ikki nóg
mikið til at vísa tað góða
úrslitið, hóast tríggjar
vikur í 2003 vóru nóg
mikið til at geva øllum
øðrum
skuldina
fyri
tað vánaliga úrslitið tað
árið.
Kennast ikki
við 2008
Ferð eftir ferð havi eg
hoyrt fólk úr Tjóðveldi
sagt, at tey hava onga
ábyrgd
av
vánaliga
fíggjarliga úrslitinum í
2008. Teirra samgonga
tók ikki við fyrr enn í
februar og sat bara í 8
mánaðir. Nei tað vóru
hini... - framskrivingar
o.s.fr.
Eiga nú alt
Og nú hevur Tjóðveldi
verið stuðulsflokkur hjá
eini minnilutasamgongu
í nakrar vikur seinasta
summar, og tí skulu tey
hava allan heiðurin av,
at úrslitið gjørdist betri
enn
frammanundan
mett. Eg havi fyrr róst
Tjóðveldinum fyri teirra
leiklut seinasta summar,
og havi einki ímóti at
endurtaka tað her. Men
at tað nú skal geva teim
um allan heiðurin... (sami
flokkur, sum frásigur
sær ábyrgdina av bæði
2003 og 2008)... – nei máti
skal vera við øllum.
Tjóðveldisreyp
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Á røttu kós
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður
Vøksturin í føroyska búskap
inum (BTÚ) var uppá 7 % í
ársins prísum frá 2009 til 2010
sambært Hagstovu Føroya.
Hetta er ein tann størsti
vøksturin í Evropa, har so at
siga øll lond dragast við at
koma burturúr búskaparliga
aldudalinum. Vit kunnu tí
gleðast um, at føroyski bú
skapurin er á røttu kós, og at
støðan er hugaligari nú, enn í
2008, tá ið búskaparliga baro
metrið stóð sera lágt.
Tað er yvirskot á hand
ilsjavnanum uppá 275 mió. í
kr. 2010. Hallið í landsrokn
skapinum fyri 2011 gjørdist
væl minni enn tær 538 mió.
kr., sum annars mett í fíggj
arløgtingslógini. Hallið í ár
fer at liggja um 200 mió. kr.
í mun til eitt væntað hall á
fíggjarlógini fyri 2009 uppá
heilar 780 mió. kr., og hallið á
fíggjarlógini er, í mun til BTÚ,
millum tey lægstu í Evropa.
Uppskotið til fíggjarkarm
arnar 2013 til 2017, sum fekk
heiti “Á rættari kós”, hevur
eisini fingið góð skoðsmál
frá Búskaparráðnum, men
ikki óvæntað, atfinningar frá
andstøðuflokkunum.
Men
tað skal vera mítt ynski og
áheitan, at eisini andstøðan
verður við at samtykkja bæði
rakstrarkarmarnar fyri 2013
og løgukarmarnar fyri 2013-
2024. Tað nyttar lítið at seta
seg afturá og einans vísa,
hvørji málsøki ikki skulu
nertast. Okkum tørvar eitt
munadygt kjak um, hvussu
vit skapa vøkstur og ratio
nalisera almenna geiran, so
vit fáa meira fyri minni.
Vit fara at halda kósina
og fremja tær neyðugu bygn
aðarbroytingarnar. Megnað
vit framhaldandi at skapa
ein góðan búskaparvøkstur,
so eru útlitini góð fyri at
minka um arbeiðsloysi og
skapa fólkavøkstur. Vit vita
tó øll, at broytingar mugu til,
um vit skulu megna at brynja
okkara samfelag til fram
tíðina. Men ikki allar broyt
ingarnar verða væl lýddar.
Tung tøk eru tikin, og
fleiri skulu takast
Tær góðu søgurnar hava
ringt við at sleppa framat í
hesum døgum. Tað er altíð
lætt at standa á síðulinjuni
og finnast at. Tað skulu vit
sjálvandi eisini hava pláss
til, men tað, sum vit veruliga
hava tørv á, eru munadyggar
loysnir. Tí hava vit eisini sett
plenuklipparan til viks og
farin undir at fremja veruligar
bygnaðarbroytingar, og bygn
aðarbroytingar merkjast.
Tung tøk eru tikin, og
eymar og umstríddar broyt
ingar eru framdar. Eg skilji
væl, at fólk ressast, nú tað
liggur í kortunum at hækka
pensjónsaldurin. Vit vita tó
øll, at pensjónsskipanin og
pensjónsaldurin mugu broyt
ast. Vit liva longri, og vit
kunnu gleðast um, at fleiri
pensjónistar kunnu njóta
lívsins heyst. Tað merkir so
aftur, at tað verða lutfalsliga
færri á arbeiðsmarknaðinum.
Vit mugu ei heldur gloyma,
at verandi pensjónsaldur
varð ásettur fyri áratíggjum
síðani og í eini tíð, tá ið miðal
aldurin var munandi lægri.
Hinvegin vita vit eisini, at
støðan kann vera ymisk hjá
fólki. Mong, sum í dag nærk
ast pensjónsaldur, fóru longu
út á arbeiðsmarknaðin sum
tannáringar, og summi eru
merkt av hørðum kropslig
um arbeiði. Meðan summi
ynskja at verða longri á ar
beiðsmarknaðinum, ber tað
ikki til hjá øðrum, og hesum
mugu vit taka atlit at.
Pensjónaldurin er tengdur
at pensjónsnýskipanini, og
málið við pensjónsnýskip
anini er eisini, at tað skal
vera lokkandi hjá fólki at
verða longri á arbeiðsmarkn
aðinum, samstundis sum atlit
verður tikið at, at arbeiðslívið
og heilsustøðan hjá fólki
eru
ymisk.
Undanfarna
samgonga arbeiddi við eini
pensjónsnýskipan
saman
við andstøðuni. Vit komu
næstan á mál, men tíverri
eydnaðist ikki at fáa eina
semju í lag. Arbeiðið við eini
pensjónsnýskipan er tikið
uppaftur, og eg vóni, at and
støðan vil verða við, so vit
fáa eina breiða semju um
eina pensjónsnýskipan.
Úlvurin kemur
Dávur í Dali
Unga Sjálvstýri