mikudagur 11. apríl 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Tað stuttliga við at skriva um søgu
er, at ein søga ofta førir eina aðra
við sær. Tað er tað, sum er hent í
hesum førinum.
Tann 17. februar var í røðini
Hendur ið Sleptu ein frásøgn um
Johonnu Thominu Joensen úr
Nólsoy, systir Johannu Mariu Skylv
Hansen. Hon giftist við havnar
manninum Cristian Joensen, Krist
ian í Árnafirði, í Havn.
Søgan hjá Johonnu gjørdist ikki
long. Hon doyði longu í 1906, 24 ára
gomul, eftir at hava fingið sonin
Kristian.
Í umrøddu grein var ein stutt
frásøgn um eina bjarging, sum
Christian hevði verið við til, har
danska verjuskipið Beskytteren
hevði fingið allan heiðurin.
Við at kanna hetta mál nærri
sæst, at hetta fylti nógv í føroysku
bløðunum í 1913. Út frá hesi skriving
sæst, at hetta er ein áhugaverd
søga, sum tað kann vera áhugavert
at lesa um í dag.
Fyrsta frásøgnin
Tað fyrsta, sum frættist um hesa
hending, er í Tingakrossi tann 15.
januar 1913, tá ið blaðið hevur hesa
frásøgn:
»Mandag formiddag blev man
her i Byen opmærksom paa et stort
Skib syd for Boren, der tilsynelad
ende drev for Vind og Vove, og i
Skibets Nærhed en Trawler. I Kik
kert kunde man se, at det hava
rerede Skib manglede baade Stor
mast og den halve Mesan, og paa
den tilbageværende Fokkemast
hang nogle Sejlrester ned fra
Ræerne.
Det varede ikke længe, før to
Motorbaade var tagne afsted for
at bringe mulig Hjælp. Imidlertid
var Nolsinger i den forrygende
Storm komne over Fjorden for
at gøre Melding til Beskytteren,
der tilfældigvis laa paa Reden, og
den tog da ogsaa afsted. Først da
Beskytteren var naaet op til Skibet,
forlod Trawleren dette, efter i en
halv Snes Timer at hava holdt
trofast Vagt ved det og forsøgt at
bugsere.
Men da havde Havaristen alle
rede faaet Lods ombord fra en
af Motorbaadene. Han styrede
da Skibet ind paa Skaalefjorden,
medens Beskytteren bugserede«.
Skipið kallaðist Fortuna úr
Lillesand í Noregi. Tað var á veg
úr Týsklandi til Suðuramerika við
múrsteinum og maskinlutum.
Eftir at hava lastað í Stettin í
Polen var skipið farið inn í Lillesand
í Noregi fyri at proviantera, og tað
fór haðani 28. desember. Veðrið
var longu vánaligt, og norðanfyri
Skotland brast rættiliga á av land
synningi og ringari aldu.
Róðrið oyðilegðist, seglini skræd
naðu, og stórmasturin og hálvi
mesanmasturin brotnaðu. Pump
urnar riggaðu ikki ov væl. Tá vóru
teir komnir norð um Hetland, og
skipið rak nú fyri vág og vind.
Tey seinastu fýra samdøgrini
hevði manningin mist alla vón, og
hevði heldur ikki hesa tíð fingið
heitan mat. Tey seinastu tvey sam
døgrini var nærum ikki nakað et
andi umborð, tí provianturin var
oyðilagdur av sjógvi.
Tá ið enski trolarin kom fram á
teir, fekk manningin nýggja vón,
men royndirnar hjá trolaranum at
taka neyðstadda skipið uppá sleip
miseydnaðust.
Tá ið motorbátarnir komu, fekk
manningini aftur nýggja vón, tí nú
vistu teir, at bjargingin var nær.
Beskytteren tók skipið uppá sleip
og tók skipið inn á Skálafjørðin. Her
kom tann illa komna manningin
umborð á verjuskipið, har hon fekk
eina góða máltíð, og skjótt gjørdust
teir væl fyri.
Manningin kom síðani til Havn
ar, har teir, sum vóru ringast fyri,
vórðu innlagdir á hospitalið. Men
eingin teirra tykist at hava fingið
varandi mein.
Tjóðskapurin hjá manningini
var blandaður. Teir vóru norðmenn,
danir, svenskarar og týskarar.
Dimmalætting: Havnar
menninir áttu heiðurin
fyri bjargingina
Dimmalætting skrivaði eisini um
hendingina. Í fyrsta umfari uttan
at umrøða havnarmenninar. Teir
munnu ikki hava vitað av teimum
tá.
Blaðið skrivar, at skiparin eitur
Christiansen. Skipið hevði 700 tons
í lastini, so tað hevur verið nokk so
stórt. Manningin var 12 menn.
Í næstu Dimmalætting er greitt
frá føroysku luttøkuni.
Her verður millum annað sagt:
Da Søen var meget høj, var det
meget voveligt for de smaa Baade
at tage ud.
Det lykkededes ved de to Thors
havneres Hjælp at faa Skibet til
at lystre Roret igen, hvorved det
sandsynligvis undgik at strande
paa Boren og blive smadret i den
stærke Brænding.
Den thorshavnske Motorbaad
har saaledes en stor del af Æren for,
at Bjergningsresultatet er blevet
saa gunstigt, som sket er.
Manningin á føroyska bátinum
var:
Christian Joensen, sum var
umrøddur í nevnda parti í røðini
Hendur ið Sleptu .
Rubek Rubeksen, kendur frá
sínum virksemi í Mjólkaforsýningini
í mong ár.
Johan Hendrik Rubeksen, kall
aður Bill, var giftur við systir Christ
ian. Hann var beiggi Rubekk.
Óli Rubeksen, systkinabarn teir
báðar. Kendur, sum tann, ið stovn
aði Ruba.
Sofus E Jacobsen, sum var
motorpassari á bátinum. Hann var
seinni motorpassari á »Streymi«.
Hetta var so fyrsta frásøgnin, har
tað ikki fekst varhugi av nøkrum
óvanligum. Hetta mundi vera ein
bjarging, sum so nógvar aðrar.
Daaden
Men tað vísti seg, at henda bjarging
fekk eisini umrøðu í donskum fjøl
miðlum. Tað sum føroyskir lesarar
tá varnaðust, var, at Beskytteren
tóku sær ella fekk allan heiðurin av
hesum avriki, uttan at føroyski leik
luturin var so mikið sum nevndur.
Hetta førdi til eina grein í Tinga
krossi tann 5. februar. Har verður
sagt, at hetta var
.. en Daad som i de mest be
gejstrede danske Avisers Omtale
føjer et nyt Blad til den glorrige
danske Saga om Danskens Vej til
Ros og Magt.
Efter sigende skal Beskytterens
Chef endog være indstillet til For
tjenstmedalje
eller
anden
Ud
mærkelse for rask Daad.
Tingakrossur heldur, at hesin
rómurin í Danmark er nokk so
Burturtagda bjargingarbragdið
hjá havnarmonnum í 1913
Tað eru nógv bjargingarbrøgd gjørd av føroyingum. Summi eru meira kend enn onnur. Eitt í dag lítið kent
bjargingarbragd er, tá ið menn úr Havn høvdu ein avgerandi lut í bjargingini av eini útlendskari manning,
og hetta eftir øllum at døma kostaði skiparanum á danska verjuskipinum Beskytteren starvið
Mynd av eini bark. Eitt eyðkenni fyri eina bark var tríggjar mastrar. Fortuna var gjørd úr jarni
Havnarmenn sóu neyðstadda skipið sunnanfyri Borðuna.