mikudagur 11. apríl 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur
Í komandi parti endurgeva vit frásøgnina hjá havnarmonnunum um tað sum hendi.
Eisini er søgan um skiparan á Beskytteren, sum fekk sekkin.
løgin, har tað bert verður givið Be
skytteren heiðurin fyri hesa bjarg
ing, meðan »de virkelige Rednings
mænd ikke nævnes. Som vi alle ved,
var det de færøske Motorbaade, og
ikke Beskytteren, næst efter den
engelske Trawler, der blev Hava
ristens virkelige Redningsmænd«.
Síðan verður víst á tað, sum
greitt er frá, um motorbátarnar, sum
fóru út til skipið, og har tað bert
var annar teirra, sum gjørdi nakrar
skreytir. Eftir at nólsoyingar høvdu
boðað Beskytteren frá støðuni, fóru
teir “langt om længe afsted, men da
det naaede Havaristen, var denne
allerede langt inde i Nolsø Fjord, syd
for Tjørnunes, og saaledes uden for
al Fare, takket at være navnlig den
ene Motorbaadbesætnings Djærv
hed og Konduite. Uden mindste
Tvivl var Stationsskibets Hjælp
da ganske overflødig, og bemeldte
Motorbaads Fører vilde med lethed
have kunnet styre det havarerede
Skib ind paa Thorshavn.
Lige saa utænkeligt, det vilde
være for færøske Sømænd, der
ved utallige Ulejligheder, om ikke
dagligt, sætter Livet ind paa Søen,
at raabe op om en rask Daad i et
tilfælde som dette, lige saa for
staaeligt er det, at danske Bladfolk
benytter en saadan Lejlighed til
at hævde Nationens Ære, selv om
Æren med rette tilkommer andre.
Men naar man saa yderligere
erfarer, at Kongen selv har sendt
Stationsskibets
Besætning
et
Takketelegram,
der
højtideligt
bliver læst op i hele Mandskabets
Overværelse, saa stemmes man
uvilkaarligt til Munterhed over
hele denne latterlige Forestilling og
spørger sig selv, hvad den kongelige
Tak egentlig gjaldt.
Dog er selve Aktionen nærmest
egnet til at sætte Lattermusklerne
i Bevægelse, saa er dens Efterspil
af helt anderledes og alvorlig
Karakter.
So kemur í Tingakrossi ein
søga um, at tá ið manningin kom
umborð á verjuskipið, máttu teir
rinda fyri matin teir fingu. Hetta
vísti seg bert at vera ósatt slatur,
sum Tingakrossur mátti taka aftur
í seg.
Men hildið verður, at »denne
Bjergningshistorie, som i de danske
Aviser er blæst op til et saa stort
Nummer for Beskytternes ved
kommende er saa langt fra at være
nogen rask, endsige ærefuld Daad,
som tænkes kan.«
Frágreiðingin hjá
Beskytteren
Tann 19. februar endurgevur Tinga
krossur eina frásøgn í danska
høgrablaðnum Vort Land um hetta
sokallaða roysnisbragdið hjá Be
skytteren.
Frágreiðingin var, at Beskytteren
var henda dagin komin inn á
Havnina eftir koli og provianti
eftir í eina viku ikki at hava havt
samband við land. Teir høvdu ansað
eftir eini størri bark sunnanfyri
Nólsoynna. Um middagsleiti kom
vitameistarin úr Nólsoy og boðaði
frá, at tað lá eitt skip í havsneyð
sunnan fyri vitan á Borðuni. Ein
trolari var nærindis, men hann
kundi ikki hjálpa barkini.
Beskytteren steðgaði kolatøkuni
og fór út til neyðstadda skipið. Tað
var nógvur vindur við heglings
ælum, og tað var ringur sjógvur.
Skipið var illa farið, og ein av mann
ingini var serliga illa fyri.
Tá ið neyðstadda skipið nærkað
ist eitt stað í Nólsoyar firði, har
streymurin var sera harður, og tá
ið trolarin ikki kundi hjálpa, gjørdi
skiparin á Beskytteren av at royna
at sleipa skipið, og tað fekk fast við
hjálp av nøkrum føroyingum, sum
vóru umborð á barkini.
Tað, sum undrar Tingakross, er,
at einki verður nevnt um, hví hesir
føroyingar eru umborð. Sleipingin
var framvegis trupul orsakað av
ringa veðrinum. Tað gjørdi tað
ikki lættari, at skipið var lastað við
jarni.
Síðan verður greitt frá, hvussu
gongdin var inn á Skálafjørðin við
neyðstadda skipinum.
Eisini verður greitt frá støðuni
umborð, og hon var vánalig bæði
omandeks og niðri undir. Har »laa
alt hulter til bulter og Vandet stod
højt paa Dørken.
Helt agter sad Besætningen
krøbet sammen og i en ynkelig
Forfatning. Den havde i flere Døgn
hverken faaet Søvn eller varm
Mad.
Flere af besætningen havde
haft Krampe, og mange havde
Saltvandssaar paa Arme, Ben og
Hals og andre Læsioner.«
Teir fingu so mat, og lækni kom
úr Havn.
Tann 15. januar fekk skiparin
frá konginum soljóðandi fjarrit:
Udtaler min anerkendelse af
Beskytterens smukke Rednings
daad.
Christian X.
Flotamálaráðið
hevði
sambært
greinini eisini givið skipara og
manning sína viðurkenning.
En Afsløring
Nú er danska Ekstrabladet farið at
ressast. Teir hava lisið Tingakross,
og í hesum førinum var tað heppið,
at Tingakrossur skrivaði á donsk
um.
Her skrivar blaðið tann 24.
januar:
Det paa Færøerne udkommende
Blad Tingakrossur har meget skarpt
taget til Orde mod de Beretninger,
der er kommet i den danske Presse
angående det danske Stationsskib
Beskytterens Deltagelse i Redningen
af Barken Fortuna med dens for
komne Mandskab. Som man vil
erindre er Stationsskibet og dets
Besætnings Optræden bleven be
tegnet som en helhjertet Daad af
Rang, og Kongen sendte endog Lyk
ønskningstelegram til Chefen Kap
tajn Bay Schmidt.
Ekstrablaðið endurgevur Tinga
kross og sigur, at frásøgnin um
hetta sjómannabragd man vera
grundað á frásøgn hjá skiparanum,
har tað ikki við einum orði verður
nevnt um føroysku luttøkuna í hesi
bjarging.
Ekstrablaðið kemur til ta niður
støðu, at frásøgnin í Tingakrossi er
»en meget alvorlig Anklage mod
den danske Skibschef«.
Um henda lýsing er røtt hev
ur skiparin á Beskytteren »på den
skammeligste Maade ført Offentlig
heden og Autoriteten med Kongen
og Ministeriet bag Lyset.«
Tingakrossur heldur sjálvsagt
fast um sína frásøgn, og teir vísa
eisini á, at kondittarin Carl Vil
helm Fossa í Havn hevur váttað
hetta í danska blaðnum Social
demokraten.
Hann skrivaði millum annað, at
motorbátarnir, sum fóru til hjálpar,
vóru 28 fót til longdar við 7½ hesta
motor. Hann skrivar eisini, at tá
ið báturin var 4 alin frá barkini
leyp Christian umborð uttan at
hava band á sær. Hetta ljóðar nú
ótrúligt.
Síðan greiðir hann frá, at »Joen
sen overtog straks Kommandoen.
Han befalede Mandskabet at sætte
Sejl op paa den ene Mast, som var
tilbage, men de var alle for ud
mattede til at kunne bestille noget.
Det lykkedes ham alligevel efter
store Anstrengelser at styre Skud
en ind om Nolsøen til trods for
Uvejret.«
Hann skrivar eisini, at tað gekk
1½ tími frá tí, motorbátarnir komu
til hjálpar, til teir sóu Beskytteren,
og tá vóru teir komnir »i rolig sø« í
Nólsoyarfirði.
Tá kundu tveir mans frá motor
bátinum koma upp á barkina.
Fossaa endar við at skriva:
Beskytteren skød nu en Raket med
en Ende ud til Barken, som Hr.
Joensen og hans to Mand tog imod
og gjorde fast. Mandskabet var
nemlig ikke i stand til det.
Kongen skal have sendt et Tele
gram til Chefen for Beskytteren
med Lykønskning. Det er ikke
underligt, at de raske færøske Sø
mænd føler sig skuffede ved at In
spektionsskibet Beskytteren faar
al Æren. De færøske Sømænd er
saa ofte vant til lignende Tilfælde
ude paa Havet, og de føler det ogsaa
som en Pligt at hjælpe, hvor der
hjælpes kan.
Motorbátarnir sum fóru úr Havn til
hjálpar vóru av hesum slagnum.
Christian í Árnafirði framdi eitt
rættiligt avrik, sum greitt verður
nærri frá í komandi parti
Carl Vilhelm Fossaa var kendur
bakari í Havn. Hann helt
ikki, at bjargingaravrikið hjá
havnarmonnum skuldi tigast
burtur í donskum bløðum