Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen Hann vónaði, at talan var um lið­ bandsskaða, men tað kom ikki óvart á hann, tá ið tað eftir MR skanning varð staðfest, at tað var verri enn so. Krossbandið í vinstra knæi er slitið, og tað ber við sær, at Ingi Højsted fyri síðstu ferð hevur spælt fótbólt á hægsta støði í Føroyum. – Eg kann ikki siga, at boðini komu óvæntað. Eitt stórt korter var farið av stórsteypadystinum ímóti EB/Streymi, tá ið eg kendi, at tað var galið við knænum, og pínan minti alt ov nógv um hana, sum eg minnist frá teimum báðu fyrru ferðunum, tá ið krosslandið er slitnað. Eg havi áður gjørt upp við meg sjálvan, at eg ætlaði ikki at halda fram at spæla fótbólt, um tað skuldi hent, at krossbandið slitnaði eina ferð aftrat. Tvær tær fyrru ferðirnar var talan um høgra knæ, og nú tað er staðfest, at krossbandið í vinstra knæ er farið, so fari eg ikki undir uppvenjing við tí í huga at spæla aftur á hægsta støði, sigur 26 ára gamli Ingi Højsted. Talan var um púra vandaleysa støðu, tá ið hann kendi pínuna og noyddist at fara av vøllinum. Í fyrstu atløgu útilokaði fysioterapeuturin ikki, at talan var um í gásareygum bara liðbandsskaða, men nú er tað altso staðfest, at tað er krossbandið, sum er farið, og harvið sigur ein av mest gávuríku føroysku spæl­ arunum farvæl til fótbólt á hægsta støði. Saman við teimum stóru í Arsenal Blaðungur fór Ingi uttanlands og royndi, hvussu langt evnini kundu bera. Hann var í 2002 sátt­mála­ bundin at Arsenal, har hann vandi undir leiðslu av Arsene Wenger og saman við Thierry Henry, Patrick Vieira, Frederik Ljungberg og Robert Pirés. Harvið var hann á gátt­ini til besta liðið, men orsaka av skaðum spurdist einki burturúr hesum. Seinni royndi Ingi seg í Birmingham, men skaðarnar fylgdu honum, og so gavst hann uttan­ lands. Ingi var við til at vinna FM við barndómsfelagnum B36 í 2005 og aftur í fjør, tá ið hann óvæntað og við stórum treiskni megnaði at vinna seg aftur, eftir at krossbandið í høgra knæ tvær ferðir var slitnað. Í B36 er Ingi skrásettur fyri 87 dystir á besta liðnum, og síðani 2003, tá ið hann var yngsti føroyski lands­liðsspælarin nakrantíð, hevur hann seks ferðir verið á lands­liðnum. Ingi lesur til lærara á Føroya Læraraskúla. Góð skoðsmál Tá ið B36 vandi týskvøldið í síðstu viku, takkaði Ingi fyri seg, og spæl­ar­arnir og venjararnir bóðu hon­um farvæl. Venjarin, Mikkjal Thomassen, segði nøkur væl vald orð. – Vit harmast allir um, at tað skuldi ganga soleiðis hjá Inga. Hann hevur altíð verið sera væl lýddur, og eg tori at siga, at eg ikki havi spælt saman við skilabetri fót­bólts­spælara enn Inga, sigur B36 liðformaðurin Jákup á Borg og leggur aftrat, at tað væl kendist á monnum, at teir harmaðust um fót­ bóltslagnuna hjá Inga Højsted. Tað hevur mangan verið havt á orði, hvat tað eru fyri dygdir, sum hava verið orsøk til, at Ingi Højsted hevur staðið so sterkur í myndini, hóast hann altíð hevur verið sera lítillátin og einki hevur gjørt burtur úr sær sjálvum. Jógvan Martin Olsen, sum nú er venjari í Víkingi, hevur arbeitt nógv saman við Inga Højsted. Jógvan Martin var í síni tíð venjari hjá ungdómslandsliðum, og síðani var hann hjálparvenjari og høvuðs­ venjari hjá landsliðnum. Sum so nógvir aðrir so virðismetti Jógvan Martin hugburðin hjá Inga og hansara bóltførleika. Í samrøðu við Sosialin fyri fleiri árum síðani segði Jógvan Martin, at í spælskili var Ingi Højsted heilt framúr: – Hann lesur spælið sum eingin annar, og hann er merkiliga góður í altíð at velja røttu loysnina, segði Jógvan Martin Olsen um Inga Højsted, sum nú hevur sett fót­ bólts­stivlarnar frá sær. Ingi spælir ikki aftur Fótbóltur Nú hann fyri triðju ferð hevur slitið krossbandið, hevur B36 miðvallarin Ingi Højsted gjørt av, at hann fer ikki at spæla fótbólt aftur á hægsta støði Ingi var við til at vinna FM við barndómsfelagnum B36 í 2005 og aftur í fjør, tá ið hann óvæntað og við stórum treiskni megnaði at vinna seg aftur, eftir at krossbandið í høgra knæ tvær ferðir var slitnað. Savnsmynd: Álvur Haraldsen