Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Tórshavnar Súkklufelag skipaði 2. páskadag fyri súkklukapping. Startur og mál var við Skógrøkt Landsins á Hvítanesvegnum í Havn. Súkklast skuldi fyrst til Gomlu­ rætt, aftur til Havnar, framvið mál­ umráðnum, og so til Kaldbaks, har vent varð og so aftur til Havnar á mál. Teinurin var góðar 54 km til longdar og luttøkan var góð – bæði unglingar, menn og kvinnur kappaðust. Unglingarnir súkklaðu bert til Gomlurætt og aftur til Havnar (áleið 25 km), og vinnarin her gjørdist Tóri Nielsen, Tummas Simonsen kom á mál sum nummar tvey, og í hølunum á honum kom Bartal Dam Gregoriussen. Hjá kvinnunum vann Eyðfríð Christiansen sannførandi á Anniku Vang, sum gjørdist nummar tvey. Gudmundur setti Gunnar Størsti bólkurin í luttakaratali var mansbólkurin. Gudmundur Joensen og Gunnar Dahl-Olsen vístu tíðliga í kappingini at teir ætlaðu sær sigurin. Teir fingu beinan­veg eitt hol aftur til hinar súkklararnar og hildu tað alla kapp­ ingina. Men Gunnar kláraði ikki at fylgja Gudmundi og súkklaði hann frá Gunnari og koma á mál góðar 5 minuttir áðrenn Gunnar. sostatt vann Gudmundur Joensen sann­ før­andi, nummar tvey gjørdist Gunnar Dahl-Olsen og nummar trý gjørdist Andrass Joensen. Jóanis Albert Nielsen fylgdist við Andrassi Joensen til vendipunktið í Kald­bak, men á veg aftur til Havnar súkklaði Andrass frá honum, og gjørdist Jóanis Albert Nielsen harvið nummar fýra. albinus@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Borðtennissamband Føroya skipaði 1. páskadag fyri dómaraskeiði. Skeiðs­haldari var altjóða dómarin og instruk­tørurin, Preben Sønder­ gaard úr Danmark. Níggju luttakarar vóru á skeið­ num og skuldu teir eftir fýra tímum av undirvísing til roynd, har teir skuldu svara 50 spurningum. Tað gekst teimum sera væl. Umframt at allir kláraðu royndina fingu teir tað felags skoðsmál frá undir­ vísaranum, at úrslitið var hitt besta, hann nakrantíð hevði sæð – og nevnast skal, at Preben Sønder­ gaard hevur útbúgvið hundraðtals dómarar. 2. páskadag skuldu nýggju dóm­ ararnir til eina praktiska roynd og dømdu teir allir í minsta lagi tveir dystir hvør í innleiðandi um­før­ unum í FM-kappingini, sum vórðu spæld í skúlanum við Løg­manna­ breyt í Hoyvík. hilmarjan@sosialurin.fo Níggju nýggir dómarar í borðtennis Borðtennis Danski Preben Søndergaard hevði um páskini dómaraskeið í Havn, og var hann púra ovfarin av góða úrslitinum Gudmundur aftur fremstur Súkkling Gudmundur Joensen er ikki til at steðga og vann hann enn eina súkklukapping um páskini Savnsmynd