mikudagur 11. apríl 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
løgmanssteypið
Jóannes Hansen
Fýra av fimm teimum seinastu ár
unum hevur EB/Streymur vunnið
Løgmanssteypið. 2. páskadag varð
enn eina ferð staðfest, at teir í
Sundalagnum eru serliga stinnir
í steypakappingini. Meðan tað
hevur haltað ikki so lítið í trimum
teimum fyrstu umførunum í lands
kappingini, so var eingin ivi, tá ið
EB/Streymur í Fuglafirði hitti ÍF,
sum tvær tær seinastu ferðirnar
hevur verið partur av finaluni.
EB/Streymur gjørdi sær dælt av
fleiri av mongu mistøkunum, sum
heimaliðið gjørdi í verjupartinum
og á egnari hálvu, tá ið roynt varð at
mynda álopsspæl. Stórur hvøkkur
var tað, at Arnbjørn Hansen, sum
beinanvegin setti hol á, eftir ein
hálvan tíma noyddist skaddur av
vøllinum.
Levi
Hanssen
hevur
verið
burturstaddur, og hann vísti í
fyrstu royndini í ár, at hann er
styrkur í framrættaða partinum
hjá EB/Streymi. Levi skoraði eitt
mál, og hini bæði skoraðu Jónhard
Frederiksberg og Sorin Anghel, ið
plagdu at vera málrevar, men sum
ikki hava skorað so ofta seinastu
árini.
Jan Ó. Ellingsgaard hjá ÍF skoraði
aftur við rimmar langskoti, og
Bartal Eliasen umsetti brotsspark
til mál. Eingin ivi er um, at tað
er verjuspælið, sum Flemming
Christensen í hesi vikuni fer at
fokusera á.
Víkingur væl upplagdur
Undan kappingarbyrjan lótu teir í
B36 ongan iva vera um, at hægsta
málið hjá teimum í hesum kapp
ingarárinum var at endurvinna FM
heitið. Higartil hevur tað ongantíð
eydnast árstalsfelagnum at endur
vinna meistaraheitið.
2. páskadag syrgdi Víkingur í
Sarpugerði fyri, at punktum varð
sett fyri luttøkuni hjá B36 í steypa
kappingini á hesum sinni. B36
stríddist fyri søkini, men tað eydn
aðist ikki at fáa bóltin framvið
stinna Geza Turi. Merkisvert var
tað, at Tidiane sat á B36 beinkinum,
meðan Atli Danielsen røkti mið
verjuplássið undir liðini á Jonas
Flindt Rasmussen.
Lasse Qvist eigur framvegis
fyrsta Víkinga málið til góða. Hesa
ferð var hann uppi í, tá ið sigurs
málið varð skorað. Meinhardt
Joensen
hálvbjargaði
eftir
at
Lasse Qvist hevði roynt seg av
brotsteigarmarkinum, og Kaj Leo
í Bartalsstovu sýndi enn eina ferð
gott máltev, tá ið hann var fyrstur
á returbóltinum.
Tá ið tað er stutt millum dystirnir
ræður um at dosera kreftirnar
rætt hja eldru spælarunum, sum
skulu brúka meiri tíð at koma fyri
seg. Tað mundi vera orsøkin til, at
Niclas Niclasen ikki var á liðnum
hjá Víkingi.
HB og KÍ gjørdu sítt
HB er besta steypaliðið av øllum,
men seinnu árini hevur verið longri
millum
steypasigrarnar.
Síðstu
finalusigrarnir vóru í 2004 og 1998.
2. páskadag syrgdi HB við 3-1
sigri á Vágseiði ímóti TB fyri, at
møguleikin at vinna í ár framvegis
er har. Símun Samuelsen var aftur
hesa ferð sera eyðsýndur.
TB málið skoraði 16 ára gamli
miðvallarin Poul Ingason í yvir
tíðini ella lítla løtu eftir, at hann var
komin á vøllin.
Síðsti
steypasigurin
hjá
KÍ
var í 1999. Á heimavølli syrgdu
klaksvíkingar mánadagin fyri, at
møguleikin framvegis er at vinna
steypið í ár. Spælið er ikki so sann
førandi enn, men ímóti NSÍ var
eingin ivi um, at tað var heimaliðið,
sum var omaná.
Favorittsigrar
Í fjør kappaðust FC Suðuroy og
Skála um bestu plássini í næstbestu
deildini. Ta kappingina vann FC
Suðuroy, og 2. páskadag var sjón fyri
søgn um, at tað er stórur munur á at
vera partur av bestu og næstbestu
deildini. FC Suðuroy vann 5-0 á
heimavølli ímóti Skála, og Jón K.
Poulsen og John T. Poulsen foldaðu
seg orduliga út.
Í landskappingini hevur gingið
illa hjá B68. Á heimavølli ímóti 07
Vestur eydnaðist tað B68 at fáa hol
á málskjótingina. Tvey langskot
innanfyri
ein
minutt
tóktust
leggja lunnar undir sannførandi
heimasigur. Soleiðis gekk tað tó
ikki. 07 Vestur svaraði aftur í 2.
hálvleiki, og síðsta stóra korterið
var spenningur í, eftir at Hans Arni
Ellefsen hevði minkað um munin.
AB sendi Giza/Hoyvík heim um
aftur ánna við 5-2 tapi. Onkuntíð
hava fleiri fremmanda menn verið
á AB liðnum. Merkisvert var tað
hesa ferð, at allir málskjúttarnir eru
uppvaksnir í AB.
Merkisverdasta úrslitið var tað,
tá ið B71 vann 10-8! á Undrið eftir
longda leiktíð og brotssparkskapp
ing. Tað var eisini merkisvert, at
dómarin hevði gula kortið á lofti
ikki færri enn fimtan ferðir! Níggju
ferðir sóu gestirnir gult og eina ferð
reytt fyri tvey gul kort.
joannes@sosialurin.fo
TB-HB 1-3 (0-2)
0-1: Símun Samuelsen 15.
0-2: Fróði Benjaminsen 37.
0-3: Christian R. Mouritsen br 77.
1-3: Poul Ingason 90.+1
Vík. - B36 1-0 (1-0)
1-0: Kaj Leo í Bartalsstovu 21.
KÍ - NSÍ 4-2 (2-1)
1-0: Páll A. Klettskarð 8.
2-0: Kristoffur Jakobsen 27.
2-1: Jann Martin Mortensen 30.
3-1: Kristoffur Jakobsen 47.
3-2: Klæmint A. Olsen br 53.
4-2: sjálvmál 56.
AB - Giza/H 5-2 (3-0)
1-0: Jónas Stenberg 21.
2-0: Jobin Drangastein 23.
3-0: Jobin Drangastein 29.
4-0: Tummas Justinussen 80.
4-1: Allan Enghamar br 82.
4-2: Jón Jacobsen 84.
5-2: sjálvmál 89.
B68 - 07V 2-1 (2-0)
1-0: Remi Langgaard 14.
2-0: Jústinus R. Hansen 15.
2-1: Hans Arni Ellefsen 73.
Undrið - B71 8-10
eftir longda leiktíð og brotsp.kapping
1-0: Johan Ejvind R. Mouritsen 32.
1-1: Bogi Hermansen 51.
1-2: Thomas Hans Rubeksen 55.
1-3: Allan Tungá 64.
2.3: Christian Vilhelm Jacobsen br 78.
3-3: Kristian Vilhelm Jacobsen br 81.
4-3: Erling Fles 89.
4-4: Thomas Hans Rubeksen br 90.+5
5-4: Erling Fles 94.
5-5: Bakari Bojang 113.
B71 vann brotssparkskappingina 5-3
Reytt kort (2 gul): Jónberg á Mýrini, B71, 67.
ÍF - EB/Str. 2-4 (1-1)
0-1: Arnbjørn Hansen 2.
1-1: Jan Ó. Ellingsgaard 44.
1-2: Levi Hanssen 69.
2-2: Bartal Eliasen br 73.
2-3: Jónhard Frederiksberg 78.
2-4: Sorin Anghel 80.
FCS - Skála 5-0 (2-0)
1-0: Jón Krosslá Poulsen 6.
2-0: John Tordar Poulsen 39.
3-0: Jón Krosslá Poulsen 48.
4-0: Heini Vatnsdal 65.
5-0: John Tordar Poulsen 69.
Hilmar Jan Hansen
Tað lagaði seg soleiðis, at AB,
KÍ, FC Suðuroy og B68 fingu
heimavøll í fjórðingsfinalunum
í steypakappingini, sum verða
spældar sjálvan flaggdagin,
25. apríl, sum í ár er ein miku
dagur.
Sostatt tekur AB á Argjum
ímóti EB/Streymi, KÍ spælir
í Klaksvík gamla klassikaran
ímóti HB, FC Suðuroy tekur á
Vágseiði ímóti B71, og at enda
spælir B68 grannauppgerð á
Svangaskarði ímóti Víkingi.
Liðini í føroysku steypa
kappingini verða ikki styrki
mett áðrenn fyrsta lutakastið,
og nú eru seks lið úr Effodeild
ini og tvey lið úr 1. deild millum
tey síðstu átta, ið eftir eru í
kappingini.
Víðari gongdin í kappingini
um Løgmanssteypið er annars
tann, at fyrru hálvfinalurnar
verða spældar mikudagin 9.
mai, seinnu hálvfinalurnar
mikudagin 23. mai og sjálv
finalan verður spæld í Havn
leygardagin 25. august.
hilmarjan@sosialurin.fo
KÍ og HB
møtast í
fjórðings
finaluni
Fótbóltur Lutakastið um, hvussu
tey átta feløgini, sum eru eftir í
kappingini um Løgmanssteypið og
skulu spæla fjórðingsfinalur, var í
gjárkvøldið í sjónvarpssendingin 3-2
Víkingur varpaði
meistararnar úr kappingini
Fótbóltur EB/Streymur hevur eftir sigur í Fuglafirði møguleika
at vinna steypakappingina triðja árið á rað, og Víkingur syrgdi
fyri, at tað ikki er møguleiki at hitta meistararnar í B36,
sum ikki syrgja yvir, at teir vórðu varpaðir úr kappingini