mikudagur 11. apríl 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
venjararnir um byrjanina
Jógvan
Martin Olsen
Víkingur
Steypakappingin:
(vunnu 1-0 á B36)
– Tað var ein javnur dystur, har vit vóru
greitt betri í fyrra hálvleiki og teir betri
partar av seinna hálvleiki. Yvir allan dystin
meti eg, at vit vóru betra liðið. Vit góvu
minni burt og høvdu fleiri møguleikar,
hóast vit vórðu trýstir løtur í seinna
hálvleiki. Teir vórðu tó sanniliga eisini
trýstir í fyrra hálvleiki. Jú, eg eri væl nøgdur,
sigur Jógvan Martin Olsen.
Landskappingin:
(níggju stig eftir tríggjar dystir)
– Tað hava verið tættir dystir. Fyrsti
dystur var á Tvøroyri, har TB gav góða
móstøðu í fyrra hálvleiki og blivu betri
sum dysturin leið. Kanska vóru vit
hepnir, men vit góvu minni burt og
skaptu nógv sjálvir. Á heimavølli spælir
B68 upp við okkum, men teir koma ikki
til nógv. Tað sama var galdandi ímóti
EB/Streymi; teir koma til møguleikar
í byrjanini, men vit vóru betri yvir 90
minuttir. So allar dystirnir hava verið
tættir og spennandi, vísir Jógvan
Martin á áðrenn vit spyrja hann, um
teir hugsa um at binda um í verjuni, nú
teir bara hava latið eitt mál ígjøgnum í
fýra dystum.
– Um vit taka dystin ímóti EB/Streymi,
so eru vit fullkomiliga spælstýrandi
og tað sama ímóti B36. Eg vil ikki
verjukendir, heldur tvørturímóti. Vit
hava tveir álopssinnaðir bakkar, sum
hava virkað sum vongleikarar, sigur
succés-venjarin hjá Víkingi.
Sigfríður S.
Clementsen
HB
Steypakappingin:
(vunnu 3-1 á TB)
– Vit eru sjálvandi væl nøgdir, sigur
Sigfríður og vísir á nøkur ting, ið serliga
rigga væl.
– Tað er hugburðurin og tað, at vit hava
bóltin og spæla fótbólt. Tað er meiri
samanhangur í tí heila, heldur hann.
Landskappingini:
(sjey stig eftir tríggjar dystir)
– Vit hava havt eina góða byrjan og víst
góðar taktir, hetta væl vitandi um at vit
fáa truplari uppgávur frameftir, enn vit
hava havt higartil. Nógv ting rigga í mun
til fjør. Hugburðurin hevur verið góður og
vit hava fingið teir leikararnar afturat, sum
vit høvdu brúk fyri. Vit hava verið rímiliga
skaðafríir higartil og samanumtikið sær
tað skilabetri út enn í fjør. Vit hava havt
profilar úti einkultar dystir, men teir,
sum koma inn, hava gjørt tað gott, sigur
Sigfríður S. Clementsen.
Flemming
Christensen
ÍF
Steypakappingin:
(taptu 2-4 ímóti EB/Streymi)
– Vit taptu 2-4, so eg eri ikki serliga væl
nøgdur, men soleiðis er tað. EB/Streymur
eru sterkir í steypakappingini, og tað kendi
eg á teimum. Vit vildu gjarna vinna dystin,
men eg mátti eisini taka fyrilit fyri, at vit
hava spælt nógvar dystir innan stutta
tíð. Nú kunnu vit so venda eyguni ímóti
Effodeildini, og tað er positivt.
Landskappingin:
(sjey stig eftir tríggjar dystir)
– Sjálvandi eri eg nøgdur. Sera væl nøgdur,
enntá. Vit hava fingið stig á fleiri ymiskar
mátar og hava verið konsentreraðir. Vit
byrja við at gera eitt comeback, og tað
gevur moral. Næsta dystin vinna vit klárt
og í triðja dystinum eru vit klárt betri enn
B36. Vit vóru yvirlegnir og burdu vunnið
stórt, men megna so bara at javna í
yvirtíðini. Men samaumtikið eri eg sera væl
nøgdur, sigur Flemming Christensen.
Hann metir tað vera ilt at spáða um góða
gongdin fer at halda fram, men hann veit,
hvat tað krevur.
– Tað er ilt at siga. Liðini kenna hvønn
annan væl, og vit skulu vera klárir til hvønn
einasta dyst. Í steypakappingini gjørdu vit
trý mistøk og tapa so 2-4. Í Føroyum spæla
liðini í stóran mun uppá at revsa mistøk,
vísir danin á.
Mikkjal
Thomassen
B36
Steypakappingin:
(taptu 0-1 ímóti Víkingi)
– Vit vistu, at tað í steypakappingini fór at
verða 50/50. Vit høvdu gott tak á teimum
í fjør. Nú høvdu teir heimavøll og vit høvdu
kanska størri kjansir, men alt í alt 50/50.
Úrslitið er ikki nakað, vit gráta um. Tað eru
eisini positiv ting við ikki at koma langt í
steypakappingini, tað sóu vit jú í fjør. Vit
gjørdu okkara besta, men tað fall ikki til
okkara fyrimun. Vit gjørdu greitt undan
kappingarárinum, at steypakappingin
avgjørt hevði lægstu raðfesting, sigur
meistara-venjarin.
Landskappingin:
(sjey stig eftir tríggjar dystir)
– Vit eru væl nøgdir við kappingarbyrjanina.
Sjey stig fyri tríggjar dystir er gott
samasvarandi við átta stig fyri fýra dystir
í fjør. Tilgongdin hevur verið góð, men
týðandi leikarar hava verið skaddir. Jákup
á Borg, Høgni Eysturoy, Ingi Højsted eru
skaddir og eisini Atli Danielsen hevur
havt trupulleikar við rygginum. Vit eru
optimistiskir og gerast sterkari sum apríl-
mánaði líður, sigur Mikkjal Thomassen.
Kári
Reynheim
NSÍ
Steypakappingin:
(taptu 2-4 ímóti KÍ)
– Eg eri ikki nøgdur við tapið og at lata
fýra mál inn. Seinastu fimtan minuttirnar
av fyrra hálvleiki vóru øgiliga góðir, men
annars ikki. Vit eru í so slappir í seinna
bóltinum – bóltunum, sum eingin eigur,
sigur Kári stutt um dystin.
Landskappingin:
(fýra stig eftir tríggjar dystir)
– Vit hava gjørt tað gott. Vit hava verið væl
skipaðir. Liðini, vit hava spælt ímóti, hava
ikki skapt nógv, tó at vit sjálvir hava verið
óneyvir tá ið tað ræður um at skjóta mál. Í
verjupartinum hevur riggað heilt væl í mun
til spælið á hinari hálvuni, tó at vit síggja
stóra framgongd, sigur Kári Reynheim.