Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur venjararnir um byrjanina Heðin Askham EB/Streymur Steypakappingin: (vunnu 4-2 ímóti ÍF) – Tað má eg siga, at hatta var ein uppreisn. Vit hava ikki fingið spælið at koyra í landskappingini. Serliga verjukendi parturin og skipanin riggaði stak væl, og av tí sama kemur alt at rigga so øgiliga væl uppi á vøllinum. Leikararnir, ið skuldu hava bóltin, fingu hann, sigur Heðin Askham. Landskappingin: (tvey stig eftir tríggjar dystir) – Vit hava klárað okkum óluksáliga illa. Vit byrjaðu ímóti KÍ, spældu væl og lorkaðu tað burt. Ímóti Víkingi spæla vit eisini okay, men vit gera ov nógvar persónligar villur. Sum onkur hevur víst á, so koma tað færri mál í kappingini í ár enn undanfarin ár, og eg haldi eisini, at liðini grava seg meiri niður. Vit fara altíð so langt upp, sum vit sleppa. Tað gera vit hvønn einasta dyst. Vit leggja okkum ikki eftir mótstøðuliðnum – bara onkrum einstaklingum – men vit leggja okkum altíð eftir okkara egna spæli, sigur Heðin Askham. Spurdur, um hann væntar at steypasigurin hjá ÍF gav teimum eitt spark at gera tað betri nú, svarar hann: – Tað vil eg hopa. Hugburðurin var góður og vit bardust sum eitt lið, so tað er sera positivt. Páll H. Guðlaugsson KÍ Steypakappingin: (vunnu 4-2 ímóti NSÍ) – Eg eri væl nøgdur. Eg haldi, at tað hevur verið stigandi í okkara betringini frá tí vit byrjaðu. Frægasti dysturin var júst í steypakappingini. Tað riggaði, sum vit hava lagt okkum eftir í venjing. Tað hevur verið nær við og alt tað í landskappingini, men hesaferð gekk tað upp. Landskappingin: (tvey stig eftir tríggjar dystir) – Eg eri hampiliga væl nøgdur. Vit høvdu ynskt okkum fleiri stig, men í mun til onnur ár hevur tað gingið frægari. Liðið er rættiliga óroynt og eg vænti at vit koma at menna okkum í hvørjum dysti. Higartil hevur tað heilt týðiliga víst seg, at liðið er í menning, sigur navnframi fyrrverandi venjarin hjá landsliðnum, ið stóð fyri Landskrona-bragdinum. Pól F. Joensen FC Suðuroy Steypakappingin: (vunnu 5-0 ímóti Skála) – Tað var í lagi. Vit fingu Skála og vunnu 5-0. Tað kann altíð gerast betri, men vit spardu tríggjar mans, sum byrja vanliga, og vit høvdu nakrar ungar mans, ið gjørdu rímiliga gott. Tveir 16 ára gamlar og ein 17 ára gamal, sum spældu allan dystin. Tað er gott fyri teir, heldur tvøramaðurin í Vági, sum nú hittir B71 og slær fast, at teir ikki undirmeta nakað lið. Landskappingin: (eitt stig eftir tríggjar dystir) – Vit vildu havt fleiri stig, enn vit hava, men vit hava møtt trimum teimum ovastu liðunum frá kappingini í fjør, t.e. B36, HB og NSÍ. NSÍ hevur mist nógv fólk, men teir ungu, ið hava tikið við, gera tað eins gott, so teir koma seg. – Í byrjanini skulu vit venja okkum við at spæla í hesi deildini. Tað er størri enn í 1. deild og ein má royna seg fram, leikararnir mugu venja seg við tað. Ímóti B36 kundu vit komið frá tí við einum stigi, og í grundini tað sama við HB. NSÍ-dysturin var næstan ein fiasko og als einki riggaði hjá okkum, so vit fara at royna at gera betri komandi sunnudag, sigur Pól F. Joensen. Milan Kuljic TB Steypakappingin: (taptu 1-3 ímóti HB) – Lutakastið var ikki við okkum og vit trektu HB. Vit spældu ein góðkendan dyst og eg eri væl nøgdur við dystin. Okkara ætlan var ikki at vinna, so vit gjørdu bara av at spæla fótbólt, og tað gjørdu vit gott. Vit fingu tveir kjansir í part í fyrra hálvleiki, og munurin var, at teir vóru á odda 2-0. Teir hava so nógvar royndar leikarar, at tað var ringt at gera nakað í seinna hálvleiki, so at enda gjørdi eg av at spara leikarar, sigur Milan Kuljic meðan hann bíðar spentur eftir at nýggi vøllurin á Tvøroyri verður liðugur, soleiðis at teir aftur kunnu fáa fyrimun av at spæla á heimavølli. – Vit høvdu ongan fyrimun av heimavøllinum ímóti HB. Vit høvdu bara spælt ein dyst í Vági í ár, og tað hevði HB eisini. Eg eri væl nøgdur við okkara avrik, teir vóru bara betra liðið, staðfestir serbiski venjarin hjá tvøramonnum. Hann vísir á, at TB serliga hevði ætlað at gera vart við seg í landskappingini, so tapið hevði ikki alt at siga. – Eitt lið hevur tørv á 18-20 leikarum fyri at halda fokus á báðar kappingarnar, og tað hava vit ikki. Landskappingin (eitt stig eftir tríggjar dystir) – Eg eri væl nøgdur við okkkara spæl, men vit burdu havt fleiri stig, so eg eri ikki so væl nøgdur við byrjanina. Vit hava tó havt eina trupla byrjan. Vit spæla væl og vit eru ávegis rætta vegin. Serliga skapa nógvar málmøguleikar. Í Runavík høvdu vit fimm stórar kjansir, men vit skora ikki mál. (taptu dystin 0-2, red.) – Eg sóknist eftir meiri fokus og hepni í avgerandi partinum. Samanumtikið eri eg væl nøgdur við spælið, men ikki við úrtøkuna, sigur Milan Kuljic. Pauli Poulsen B68 Steypakappingin: (vunnu 2-1 ímóti 07 Vestur) – Vit eru víðari og tað eru vit sjálvandi nøgdir við. Fyrra hálvleik spældu vit heilt okey, skora tvey mál og spæla væl. Í seinna hálvleiki fara vit langt niður í tempo, loyva teimum inn í dystin og geva teimum møguleikar. Men vit fingu sigurin, og tað var tað, vit fóru eftir, sigur B68-venjarin stutt um dystin. Landskappingin: (einki stig eftir tríggjar dystir) – Í landskappingini er heldur tunnligt. Vit vóru í Gundadali og spældu ein vánaligan dyst, fyri at siga tað pent. Ímóti ÍF eru vit fyri ein stóran part við í dystinum, og júst sum teir avgera dystin og skora tvey mál, eru tað vit, ið hava ein trífaldan málmøguleika. Við tí positiva fóru vit inn til dystin í Gøtu, har teir skora eftir ein minutt. Vit vóru eisini væl í tí dystinum, sigur venjarin, sum skifti úr NSÍ til B68 undan hesum kappingarárinum. – Tey grundleggjandi tingini eru har. Liðini fáa ikki nógvar málmøguleikar ímóti okkum, men vit mangla at skapa fleiri málmøguleikar. B68 hevur umframt nýggjan venjara fingið hópin av nýggjum leikarum, og nógvir av hesum komu seint í tilgongdini. Hevur hetta verið ein trupulleiki? – Tað er einki at ivast í, at longri tíð gongur, betur verður liðið samanspælt. Vit hava tó havt undrunarvert nógvar skaðar. Higartil hava vit havt um átta leikarar skaddar til hvønn dyst, og tað er ikki nakað, eg veit um er hent áður. Um tvær vikur eru nakrir við aftur í hópinum, og tá kemur vónandi at síggja betri út. Komandi vikurnar skulu vit gjarna verða betri og betri - tað vóna vit í øllum førum, sigur Pauli Poulsen.