fríggjadagur 13. apríl 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Tað sigur Pól Huus Sólstein,
stjóri á Atlantic Pelagic í
Klaksvík, sum hann eigur
saman við Norðborg.
Tey útflyta uppsjóvarfisk
og á almennum fundi hjá
Tjóðveldi mikukvøldið, upp
lýsti hann, at tilsamans fisk
aði Norðborg 35.000 tons
í fjør, sum alt varð virkað
umborð.
Tilsamans
framleiddi
Norðborg fiskavørur og úr
dráttir, sum vórðu seld fyri
258 milliónir krónur.
Av allari framleiðsluni
hjá Norðborg í fjør, vóru 75%
útflutt til ES.
Samstundis eigur Norð
borg 37% av øllum útflutn
Áki Bertholdsen
– Fer ES at seta tiltøk í verk
ímóti føroyingum í kjalar
vørrinum á makrelstríðnum,
er tað alt, sum bendir á, at tey
fara bara at umfata makrel
og hjáveiði í sambandi við
fiskiskapin eftir makreli.
Tað er Herálvur Joensen,
deildarstjóri
fyri
altjóða
handli í Uttanríkistænastuni,
rættiliga vísur í.
Á fundi, sum Tjóðveldi
skipaði
fyri
mikukvøldið
staðfesti hann, at eftir teim
um samrøðum, hann hevur
havt við oddafólk í ES í sam
bandi við makrelstríðið, er
tað mest sannlíkt, at ES til
tøkini í Føroyum fara ikki
at fevna um allan okkara
fiskaútflutning til ES, men
bara um sjálvan makrelin og
ta hjáveiði, vit hava í sam
bandi við makrelfiskiskapin,
tvs, ein part av okkara út
flutningi av sild.
– Talan kann eisini verða
um tiltøk ímóti fiskamjøli,
lýsi og øðrum úrdráttum úr
makreli.
– Hóast tey, sum vilja
herða tiltøkini ímóti Føroy
um til at umfata allan okk
ara útflutning, bæði laks og
botnfisk, eisini hava undir
tøku í ES, er er tað onki,
sum bendir á, at tey fara at
fáa sín vilja, sigur Herálvur
Joensen.
Skulu vænta tiltøk
Hinvegin ivast hann ikki í,
at onkur tiltøk fara at verða
sett í verk.
– Eftir tí, vit fáa at vita frá
okkara keldum í ES kervinum,
er so mikið stór semja í ES
um, at tiltøk skulu setast í
verk ímóti føroyingum, at
tað fer at verða samtykt.
– Men tað er mest sannlíkt,
at tey verða avmarkað fyri
tiltøkini ikki skulu ganga
ímóti reglununum í altjóða
handilsfelagsskapinum WTO,
og kanska enntá eisini ímóti
ES reglum.
– Tí er væntandi, at heyk
arnir í ES fara at slaka, tí teir
vilja heldur hava avmarkað
tiltøk ímóti føroyingum enn
at seta alt upp á spíssarnar
við tí vanda, at alt dettur
niðurfyri.
– Tí eiga føroyingar at
fyrireika seg til, at ES fer at
seta tiltøk í verk ímóti føroy
ingum, staðfestir Herálvur
Joensen.
– Tað er eisini ein møgu
leiki, at ES fer at leggja varis
liga til brots at vita um tað
ikki er nóg mikið at fáa okk
um at slaka.
Men eydnast tað ikki,
sær ES kanska fyri sær, at
tiltøkini kunnu herðast, til
vit lúta.
– Vit eru ávarað um, at
tað er júst hetta, vit eiga at
stúra mest fyri, tí fær ES
heimildina at seta tiltøk í
verk, kann heimildin eisini
brúkast í øðrum førum.
Kanna ymsar
dómstólar
Herálvur
Joensen
sigur,
at Uttanríkistænastan nú
kannar, hvørjir møguleikar
eru at forða fyri, tiltøk verða
sett í verk.
Í hesum sambandi stað
festir hann, at tey líta meiri
á, hvat tey sjálvi kunnu gera í
Uttanríkistænastuni enn tey
líta á, hvat danir kunnu gera
fyri okkum,
Tað er ógjørligt hjá dønum
at røkja okkara áhugamál av
fullum huga.
–
Danir
fiska
eisini
makrel, sum er tekur undir
við, at tiltøk skulu setast í
verk ímóti Føroyum.
Yvirskipað
taka
danir
undir við, at ES fær heimild
at seta tiltøk íverk ímóti
londum, sum ikki fiska burð
ardygt.
Hinvegin er tað ikki av
greitt um Danmark fer at at
kvøða, tá ið ráharraráðið skal
atkvøða um málið.
MAKRELSTRÍÐIÐ
ES tiltøkini ímó
verða allarhelst
Setir ES tiltøk ímóti Føroyum, fara tey bara at fevna um
makrel og hjáveiði í sambandi við makrel, sigur Herálvur
Joensen deildarstjóri í Uttanríkistænastuni
Skot fyri bógvin
Verða ES tiltøk sett í verk, verður tað eitt álvarsligt skot
fyri bógvin, men vit skulu nokk finna aðrar útvegis,
sigur Pól Huus Sólstein, stjóri í Atlantic Pelagic
ES tiltøk verða
Setir ES tiltøk ímóti okkum, verður
tað tvørligt, men tað verður ikki
heimsins undirgangur, heldur Pól
Huus Sólstein í Atlantic Pelagic,
sum selur uppsjóvarfisk
Føroyingar liggja ikki á
latu síðuni, nú ES ætlar
at seta tiltøk í verk ímóti
føroyingum.
Herálvur
Joensen,
deildarstjóri fyri altjóða
handli í Uttanríkistæn
astuni í Landsstýrinum,
vísti á almennum fundi
í Tjóðveldi, at løgmaður
hevur tosað við ein hóp
av fólki.
– Hann hevur havt
fund við fleiri danskar
ráðharrar, eisini danska
evropamálaráðharran,
forsætismálaráðharran,
uttanríkismálaráðharr
an. Samstundis hevur
uttanríkistænastan eis
ini verið í sambandi við
matvørumálaráðharran
og havt fund við fleiri
ES limalond og aðrar ES
myndugleikar.
Sendistovan fer eisini
at hava fund við triðja
lond, sum hava samstarv
við ES, tí tey kunnu
eisini verða rakt av eini
samtykt í ES, sum gevur
felagsskapinum heimild
at seta tiltøk í verk ímóti
londum, sum ikki fiska
burðardygt.
– Løgmaður hevur eis
ini roynt at tryggja sær,
at danir ikki bara góð
taka upplýsingar úr ES,
men fer at krevja, at ein
sjálvstøðug, løgfrøðilig
meting verður gjørd av
uppskotinum sum ES
leggur á borðið at vita
um tað sampakkar við
altjóða handilsreglur.
– Tað hevur ES ráðið
játtað, sigur Herálvur
Joensen.
Kanna ymsar
dómstólar
Herálvur Joensen sigur,
at tey kanna eisini eftir,
hvussu tiltøkini sam
svara við tær avtalur,
føroyar hava við ES á
fiskivinnuøkinum.
Kannað verður eisini
um hetta er í samsvari
við reglurnar í altjóða
handilsfelagsskapinum,
WTO.
– Men vit eru ikki
sjálvstøðugur limur í
WTO og danir hava víst
aftur, at vit kunnu verða
sjálvstøðugur limur.
–
Hinvegin
hevur
danska stjórnin givið
okkum tilsøgn um, at
hon er til reiðar at leggja
málið fyri gerðarrættin
hjá WTO, hóast hon har
við gongur ímóti ES.
Herálvur
Joensen
ivast kortini í um tað
er ein gongd leið, tí við
gerðir í WTO gerðar
rættinum kunnu taka
fleiri ár og tað vit kunnu
langt síðani vera farin
av knóranum, áðrenn
ein niðurstøða spyrst
haðani.
Uttanríkistænastan
kannar eisini um málið
kann leggast fyri ES
dómstólin.
Kannað verður eisini
um tað ber til at seta
okkurt slag av fútabanni
ímóti ES tiltøkunum,
men sjálvur ivast hann
í um tað ber til.
– Eitt, sum vit fara at
føra fram er, at í veruleik
anum er hetta ikki ein
træta um burðardyggan
fiskiskap, tí ongin er
ósamdur í, at fiskivinnan
skal vera burðardygg.
– Hetta er rætt og
slætt ein ósemja um,
hvussu
makrelurin
skal býtast, staðfestir
Herálvur Joensen.
aki@sosialurin.fo
Liggja ikki á
latu síðuni
kannað málið
Tey, sum vóru og lurtaði á fundinum hjá
Tjóðveldi um makrelstríðið, fingu at vita,
atuttanríkistænastan í landsstýrinum
ger eitt stórt arbeiði fyri at fyribyrgja, at
skaðin verður størri enn neyðugt