Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. apríl 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ingi av uppsjóvar­fiski til ES, men onnur skip og virki standa fyri restini. – Vit hava eina betri avtalu við ES enn ís­lend­ ingar hava og tískil hava vit selt nógv til ES, samstundis sum íslendingar hugsa mest um aðrar marknaðir. Álvarsligt Tað, sum Pól Huus Sólstein hugsar nógv um, er, hvussu umfatandi møgulig ES til­tøk hjá Es ímóti Føroyum verða. Hann heldur, at tað er mest sannlíkt, at eitt møgu­ ligt ES bann eisini fer at umfata fiskamjøl og lýsi, sum Norðborg eisini fram­leiðir. Hann stúrir fyri, at ES bannið kann eisini umfata, at føroyingar fáa forboð fyri at brúka ES havnir til millum­ støðir. – Sleppa vit ikki at selja til ES og sleppa vit ikki at brúka ES havnir, fer tað at gera støðuna ógvuliga tor­føra. – Hóast tað kanska ikki er ógjørligt, verður tað kort­ini serstakliga torført hjá før­ oyingum at útflyta nak­að út í heimin uttan at tað skal um eina ES havn fyrst. – So vítt eg veit, ber ikki til at fáa eina bingju úr Føroyum, út í heim, uttan at fara um eina ES havn. – Vit kunnu kanska royna á russiska markn­að­in, ella til Ukreina. Men endar allur okkara upp­sjóvar­fiskur har, verður tað ómetaliga óheppið, tí tað setir keypararnar í eina ógvuliga sterka støðu. – Teir kunnu í roynd og veru bara sita hendur í favn og bíða til prísurin er blivin passaliga lágur til at teir vilja keypa hann. – Fer eitt møguligt ES bann bara at umfata makrel, stúri eg ikki so illa, tí so ber til at finna aðrar markn­aðir. – Men fer bannið eisini at umfata ES havnir, er støð­an nógv álvarsamari. Hann staðfestir, at setir ES bann ímóti føroyingum, verður tað eitt álvarligt skot fyri bógvin hjá Atlantic Pelagic og Norðborg. Pól Huus Sólstein sigur, at hann hugsar sær at vit eru í somu støðu sum ein argja­maður hevði verið, sum koyrir hýruvogn, men sum ikki sleppur at koyra í Havn. – Men vit skulu nokk finna aðrar møguleikar, so tað verður ikki heimsins undir­gangur. Men hann leggur afturat, at tosa vit um marknaðir uttan­fyri ES, er Ísland væl betri fyri enn føroyingar, tí teir tí betri handilsavtalur við fleiri lond, enn vit. aki@sosialurin.fo MAKRELSTRÍÐIÐ Neyvan fult bann – Tað er væntandi, at heykarnir í ES fara at slaka heldur Herálvur Joensen í uttanríkistænastuni í Landsstýrinum óti Føroyum avmarkað ikki verðsins undir­gangur Tað verður helst í juli mán­ aði, at ES fer at sam­tykkja at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum. Tað segði Herálvur Joensen, deildarstjóri í altjóða handli í Uttan­ríkis­ tænastuni, á fundi hjá Tjóðveldi miku­kvøld­ið um makrel­stríðið. Hann staðfestir, at ein ar­beiðsbólkur hjá ráð­ harr­aráðnum, sum viðger málið, skal hava fund seinni í hesum mán­aðinum og fiski­vinnu­nevndin í ES ting­inum skal hava fund nakrar dagar seinni. – Síðani verða ting­ingar ímillum ráðharra­ráðið, ES tingið og ES kommissiónin í mai um eina semju. – Tað, sum liggur í kort­ unum er, at málið verður endaliga samtykt 2. juli. Herálvur Joensen heldur, at tað hevði hóvað Danmark væl, tí 30. juni endar danski for­mans­ skapurin í ES og danir er lítið hugað at ES sam­tykkir tiltøk ímóti einum parti í ríkinum ímeðan Danmark hevur for­mansskapin. Tiltøk seinni Men tað verður kortini ikki tá, at nøkur tiltøk verða sett í verk. Tað, sum skal sam­ tykkjast í juni er ein lóg, sum gevur heimild at seta tiltøk í verk. Tá ið tað er samtykt skal ES so aftur taka støðu til, hvørji tiltøkini skulu verða. Hinvegin staðfesti hann, at talan er ikki um eina samtykt, sum ítøkiliga er vend ímóti før­oy­ingum. – Talan er um at ES vil hava heimild at seta tiltøk í verk ímóti øll­um sum ikki fiska burðar­dygt eftir teirra tykki. – Hinvegin er heldur onki at ivast í, at tað er makrelstríðið ímóti Føroyum, sum er bein­ leiðis orsøkin til, at ES nú vil útvega sær eina slíka heimild. Hann heldur, at tað er eisini væl trúligt, at næstu ferð samráðingar um makrel, fer ES at flagga fyri føroyingum við hesi samtyktini og hótta føroyingar við til­tøkum. aki@sosialurin.fo Tiltøk ímóti Føroyum sam­ tykjast í summar Føroyingar eiga at taka samstarv upp við ís­ lendingar um makrelin. Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóð­ veldi. Hann heldur, at vit eiga at føroyingar og ís­ lendingar eiga at sam­ skipa samráðingar um makrelkvotu og vit eiga eisini at samstarva um tey tiltøk, sum ES kann setast í verk. Hann staðfestir, at íslendingar røkja sjálv­ andi fyrst og fremst síni egnu áhugamál. – Men í sam­bandi við makrelin hava vit so mikið stórt samanfall, at vit eiga at samstarva við Ísland í hesum máli. Í hesum sambandi er víst á, at ES tiltøk kunnu einsvæl raka Ísland, sum okkum. – Tað, eg ræðist mest, eru royndirnar hjá Noregi og ES at seta før­ oyingar og íslend­ingar upp ímóti hvørjum øðr­ um við at geva ís­lend­ ing­um eitt tilboð, teir ikki kunnu siga nei til, tí tað kann raka okkara part av makrelkvotuni. aki@sosialurin.fo Føroyingar skulu samstarva við íslendingar Herálvur Joensen, deildar­ leiðari í altjóða handli í uttan­ríkistænastuni í Lands­stýrinum, hevur ikki góðar vónir um at tað fer at eydnast at finna eina løg­frøðiliga loysn á makrel­stríð­num ímillum Før­oyar øðrumegin og ES. Hann vísir á, at viðgerð­ artíðirnar í ES og altjóða dómstólum er ómetaliga long og hansara besta boð er, at makrelstríðið er loyst av sær sjálvum, áðr­enn nakar dómstólur megnar at koma til eina niður­støðu. – Antin verður ein semja funnin um makrel­ in, ella verður stovn­urin so illa niður­fiskaður, at ong­in tímir at klandr­ast um hann longur, heldur Herálvur Joensen. Stríðið um makrelin loysir seg sjálvt