Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. apríl 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Spurningur hvørjum tørvar bjarging Leo Poulsen Amerikanska Playboy er mest kent fyri naknar og hálv­naknar kvinnur, men blað­ið hevur eisini ógvuliga seri­øsar greinir um alt mill­ um Himmal og jørð. Og um tað, sum er í sjónum eisini, vísir tað seg. Í rúgvismiklari grein, sum ávíst á forsíðuni breiðir seg yvir ikki færri enn níggju síð­ur av blaðnum, skrivar blað­mað­urin, Andy Dehnart, grein undir heitinum »Reality on the High Seas«. Í undiryvirskriftini til grein­ina sigur Andy Dehn­ art: »Fer tú aftur um pall­ in á »Whale Wars«, er ilt at siga, hvørj­um tørvar bjarg­ ing: grinda­hval­urin, djóra­ verndar­felagsskapirnir ella starvs­fólkið á Animal Planet, sum filmar alt«. Greinin er sum nevnt sera drúgv og fer heilt nið­ ur í smálutirnar. Alt frá ar­ móðs­ligu umstøðunum um­ borð á Steve Irwin um­vegis hetjulíknandi støð­una hjá Paul Watson til smá­dreing­ irnar, sum seta manningina á Brigitte Bardot skák og mát. Andy Dehnart var umborð á Steve Irwin, meðan hann var á herferð í Føroyum, og at tað einki sum helst hendi, við bara einum dropa av spenningi í, hevur eftir øllum at døma ikki ver­ ið søgan, ið blað­maðurin fór eftir. Hinvegin er hann helst vorð­in bilsin av, at før­oyingar ikki heilt eru teir barbarar, ið Paul Watson vil gera teir til. Greinin er ein rættiliga objektiv frá­greiðing um tað, sum fór fram hes­ar vikurnar, Paul Watson var í Fø­royum. Andy Dehnart endu­r­gevur eitt nú fram­leiðslustjóran, Liz Bronstein fyri at siga: »Mítt starv er at øsa fólk. Í mín­ari verð er ein náttúru­ varðveitari eina og ein nálaterapistur, Tú skapar eina reak­tión, eitt drama, so fólk fara at hugsa. Ósemjur skapa trætu­mál, og trætur fremja broy­ tingar«. Fólk keða seg Tað hevur uttan iva verið við stórum spenningi, at sjálv­ bodna manningin á Steve Irwin og Brigitte Bardot sóu fram móti hvalaherferðini í Føroyum, og teimum vænt­ aðu samanbrestunum og teim­um harav stóru um­røð­ unum, teirra hetjulíknandi framferð fór at skapa um allan heim. So slíkt, sum at noyðast at skola niður eftir sær við spann, og ongan feskan bita at fáa í vikuvís, var væl vert um­røðuna. Andy Dehnart tosar eisini um longu og keði­ligu tímarnar í luftini hjá tyrlu­ skip­aranum, Chris Ault­man. Men alt hevur jú sín prís. Soleiðis er arbeiðið. Í tíma­vís av ótolandi keðilig­ leika, og síðani minuttir av ótrúligum spenningi, sigur Chris Aultman í greinini. Síðani verður greitt frá, hvussu tað gongur fyri seg, tá alarmurinl jóðar. »Vit fara, vit fara«, verður rópt, og so er alt á gosi. Fram við tyrluni, rotorbløðini skrúv­að á, og so er klárt at fara. Algoyst upptøkufólk og líka uppøstir reportarar klúgva inn í tyrluna og so avstað. Men hvørja ferð endar alt í vónloysi, tí antin er talanum eina regatta, bátastevnu ella onkra bygdarstevnu. Eisini umrøður greinin størsta tapið á allari her­ ferðini hjá Sea Shepherd: tá vøru­vongur teirra verður steðgaður og hald verður lagt á »grinda­for­skrekkjararnar«, sum felags­skapurin hevði í kvitt­anum at leggja út. Sanderson til orðanna Greinin kann illa sigast at vera skrivað Sea Shepherd ella fyri tann skuld Animal Planet til fyrimunar. Og held­ur ikki kann sigast, at blað­maðurin roynir at skriva ringt um føroyingar. Hinvegin sleppur Kate Sanderson, deildarstjóri í utt­anríkismálum, til orðanna í greinini. Og hon greiðir so­ leiðis frá almennu støðu Føroya: Vit eru als ikki sannførd um, at ætlanin er at gera ein dokumentar, men heldur eina »reality-røð« til undirhalds, har fremsta málið er at skapa inntøkur til eina hand­ils­liga sjónvarpsstøð, sam­stund­is sum endaleyst at leingja og promovera følsku aktiv­i­tet­ irnar hjá felags­skap­inum, ið sjónvarpsstøðin ger sær dælt av, sigur Kate Sand­erson í greinini. Tað er týðiligt, at faktuellu upplýsingarnir í greinini eis­ ini stava frá Sanderson. Eitt nú, at grind ikki verður dripin við handilsligum endamáli, hátturin raksturin fer fram, og so endaliga, hvussu drápið fer fram nú á døgum. Tað er tó eisini týðiligt, at blaðmaðurin hevur stóra virðing fyri tí ídni, ið mann­ ing­arnar á Steve Irwin og Brigitte Bardot leggja fyri dagin, og tað skínur ígjøg­ num, at tey halda seg hava eitt heiðurligt endamál. Og í síðsta enda setur Andy Dehnart sum oman fyri nevnt spurningin um, hvør tað er sum tørvar bjarg­ ing: grindahvalurin, djóra­ verndarfelagsskapirnir ella starvsfólkið á Animal Planet, sum filmar alt. Leo Poulsen At framleiðslustjórar á sjón­ varps­støðini, Animal Planet, lítið vita um Føroyar og føroyskt grindadráp, sæst best í lýsing teirra av kom­ andi sendirøðini um grinda­ dráp. Í lýsingini fyri sendingina stendur soleiðis: »Nýggja sendirøðin hjá Ani­mal Planet, Whale Wars: Vik­ing Shores, fylgir stríð­ num hjá Sea Shepherd at steðga rakstri og grinda­drápi í Føroyum. – Trífalt gott: Sea Shepherd hevur vaktarhald á landi, sjógvi og í luftini í »Operatión villar oyggjar«, fyri at steðga árliga og afturvendandi grinda­drápinum«. Longu her »loypir ketan av«, tí sum kunnugt er hetta ikki eitt afturvendandi árligt tiltak, men nakað sum hendir av reinari tilvild. Men harfyri kunnu før­oy­ ingar síggja raðsendingina við opnum sinni og í tí ljósi, at send­ingin er undir­hald, heldur enn nakni sann­leik­in. Víst verður til Sea Shep­ herd og Paul Watson, og hann verður millum annað endurgivin fyri at siga: »Rættvísi er oman fyri lógina. Eingin lóg, sum før­oy­ ingar samtykkja, kann rætt­ vísgera tað, teir gera móti grindahvalinum. Vit mugu áhaldandi minna føroyingar á, at alheimurin fylgir við teim­um«. Og fyri at byggja spenn­ ingin upp, verður eisini Marner Adreasen endur­ givin: – Vit drepa stórar hval­ ir, so Paul Watson er eingin trupulleiki, sigur hann, og verð­ur annars gjørd­ur til grinda­formann í tíðinda­ brævinum. – Trupulleikin er, at Sea Shepherd ongantíð hoyrir málið frá okkara síðu, leggur Marner Andreasen aftrat. Nakað av sannleika er sjálvandi eisini í skrivinum á heimasíðuni hjá Discovery Communications, sum eigur Animal Planet. Umrødda raðsendingin hjá Animal Planet, Whale Wars: Viking Shores, verður frumsýnd fríggjakvøldið 27. apríl klokkan 20.00 Whale Wars: Viking Shores 27. apríl Nýtt umhvørvi, sama stríð, stendur á heimasíðuni hjá Discovery, ið eigur Animal Planet Playboy ger ógvuliga nógv burtur úr grindaherferðini hjá Sea Shepherd og Animal Planet í grein, sum umframt forsíðuávísing breiðir seg yvir 10 síður í blaðnum – við høvd og gørnum tiðindi Við á ferðini hjá Paul Watson til Føroya í august í fjør við Steve Irwin og Brigitte Bardot var blaðmaðurin hjá kenda amerikanska blaðnum, Playboy, Andy Dehnart, og í sera drúgvari grein viðgerð hann Sea Shepherd, Paul Watson, Whale Wars – og føroyingar