fríggjadagur 13. apríl 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pivottabellir
og raPPorteringar í excel
Skeið
8. & 9. mai 2012
Arbeiðir tú við at taka inn og viðgera
stórar dátunøgdir og greiningar, og kundi
tú hugsa tær at ment tínar førleikar og
arbeitt meiri effektivt við Excel?
So hava vit Skeiðið til tín!
Tú lærir at heinta inn, rudda og dygdar-
tryggja dáta og at brúka møguleikarnar
við Pivotskráum soleiðis, at tínar rap-
portir geva eitt gott avgerðargrundarlag
og eru meira professionellar.
Á Skeiðnum fært tú:
Neyvan kunnleika til Pivotskráir og
•
tips og triks at gagnnýta tær á besta
hátt
Praktiskar royndir at evna til
•
professionellar rapportir yvir
lyklatøl og status
Amboð at tryggja høga dygd í
•
samband við at innflyta
uttanhýsis dáta
Førleikar í trygging av dáta uppá
•
fleiri mátar
Vitan um, hvussu tú fært Excel at
•
arbeiða saman við øðrum Office-
amboðum
avmarkað PlÁSS!
tilmelding
Tekna teg og les meiri um skeiðið á
heimasíðu okkara - www.synergi.fo
- ella ring 322355.
Synergi | Tvørgøta 13 | 100 Tórshavn | Tel. 322355 | Fartel. 227464 | www.synergi.fo | synergi@synergi.fo
Leo Poulsen
Tá Sea Shepherd var í Før
oyum í fjør í einari herferð
móti grindadrápi, vóru tvey
filmslið hjá Animal Planet
við á ferðini, eitt umborð á
Steve Irwin og eitt umborð
á Brigitte Bardot.
Tað, sum spurdist burtur
úr er ein nýggj røð av send
ingini, Whale Wars, og fyrsti
partur verður sendur síðst í
mánaðinum.
Men hóast stórur vandi
er fyri, at upptøkurnar eru
manipuleraðar,
so
held
ur Kate Sanderson, sum
er deildarstjóri fyri Havti
lfeingi, handil og økissam
starvi, at eingin orsøk er at
stúra fyri avleiðingunum.
– Grindadráp er als ikki
nakað nýtt, og at tað nú
verður varpað ljós á Føroyar,
noyðist ikki neyðturviliga at
vera nakað negativt, sigur
Kate Sanderson.
Tað nýggja hesaferð er,
at nú er ikki talan um doku
mentarsendingar ella um
reint journalistiskt arbeiði.
– Hetta er ein undir
haldssending, sum er gjørt
við
einum
vinnuligum
endamáli, og tí verður hon
klipt saman fyri at gerast
so spennandi sum tilber. Og
júst har liggur ein ávísur
spenningur
um,
hvussu
hetta er gjørt, sigur Kate
Sanderson.
Hon vísir á, at sendingin
á í hvussu er ein hátt er
seriøs.
– Filmsliðið hevur tosað
bæði við meg og onnur fólk,
ið eru viðkomandi tá talan
er um grindadráp, sigur
Kate Sanderson.
Valdu samstarv
Tað hevur altíð verið eitt
kjak millum fólk, sum vit
skulu velja at avvísa slík
um felagsskapum, ella vit
heldur skulu royna at sam
skifta við teir.
– Vit valdu at samstarva
við Animal Planet og fólkini
frá Whale Wars-sendingini.
Á tann hátt kundu vit
hjálpa til við at vísa á hagtøl
og onnur viðkomandi data.
Vit kundu eisini vísa til
røttu fólkini, so sendingin
í minsta lagi kundi verða
faktuelt røtt í tann mun,
framleiðararnir ynskja at
gera hana, sigur Kate Sand
erson.
Hon heldur, at tað hevði
komið føroyingum aftur um
brekku í ringaru umtalu, um
almennu Føroyar høvdu
valt at sýta alt samband við
filmsliðið.
– Við at vera fyrikomandi
og hjálpa í tann mun, tað ber
til, er ikki vist, at sendingin
verður bara negativ, heldur
Kate Sanderson.
Tey høvdu millum annað
samrøðu við løgmann og
aðrar viðkomandi persón
ar.
Deildarleiðarin í uttan
ríkismálum heldur tískil
ikki, at orsøk er at stúra fyri
Whale
Wars-sendirøðini,
sum er fyri framman.
– Nei, tað haldi eg ikki.
Vit hava sjálvandi tosað um
hetta, og vit hava fyrireikað
okkum upp á nakað fleiri
fyrispurningar enn vanligt,
men eg haldi ikki, at vit
hava orsøk at stúra, sigur
Kate Sanderson.
Hon heldur hinvegin, at
føroyingar kunnu fáa nakað
positivt burtur úr øllum
hesum.
– Sendingin verður víst
til milliónir av hyggjarum,
so Føroyar sum land verða
sýndar fyri einum ótali av
fólki. Og tað nýtist jú ikki at
vera nakað negativt, sigur
Kate Sanderson.
Kate Sanderson, deildarleiðari fyri Havtilfeingi, handli og økissamstarvi, hevur ikki
føroyingar skulu ræðast raðsendingina hjá Animal Planet um føroyskt grindadráp
Vit stúra
ikki fyri
sendingini
Kate Sanderson, sum er deildarstjóri á løgmans
skrivstovuni, heldur ikki tað er orsøkir til at stúra
um sendirøðina hjá Animal Planet um føroyskt
grindadráp, sum byrjar seinast í mánaðinum
Motivatión
& effektiv Mál
v/Chris MaCDonalD
skeið
27. apríl 2012
27. apríl verður intensivur temadagur við
einum av mest motiverandi fyrilestrar-
haldarum í Danmark, Chris MacDonald.
Brennidepilin verður settur á tvær av
mest týðandi fortreytunum fyri arbeiðs-
gleði okkara – eginleikarnir at varðveita
motivatión og at seta effektiv mál.
Gleð teg til ein sera inspirerandi og
gevandi dag, har tú fert heim við eini
rúgvu av amboðum at halda motivatión-
ina í topp og at seta tær effektiv mál.
“Kundi gott hugsað mær aftur at
luttikið á skeiðnum. Eg haldi, at hann er
fantastiskur. Eitt sera positivt menniskja
at lurta eftir!”
Rúna Hentze, Bank Nordik
Temadagurin er settur saman av
3 høvuðsevnuM
Styrk hugin til títt arbeiði - finn tína
•
drívmegi
Finn lykilin til egna toppmotivatón
•
og egið toppavrik
Set effektiv mál - og røkk teimum!
•
tilMelDing
Tekna teg og les meiri um skeiðið á
heimasíðu okkara - www.synergi.fo
- ella ring 322355.
Synergi | Tvørgøta 13 | 100 Tórshavn | Tel. 322355 | Fartel. 227464 | www.synergi.fo | synergi@synergi.fo
tiðindi