fríggjadagur 13. apríl 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tiðindi
Hetta er tíðin, tá fólk hjá Landsverki bøta
um vegirnar, m.a. við at fresa vegirnar frá
Skipaneskrossinum til Fuglafjarðar, og eins
arbeitt verður á vegnum norður til Eiðis.
Spæla fyri ljóðførum
Vøgguvísa
fyri øll
Strendur: Nýklakt for
eldur, ommur og abbar
hava nú fingið eitt nýtt
tilboð í Bygdarhúsinum,
nevnt Vøgguvísa.
Hvønn týsdag frá
klokkan 13 er møguleiki
at hitta onnur foreldur
til eina hugnaløtu, sam
an við teimum 0 til 12
mánaðar gomlu børnun
um, skrivar heimasíðan
hjá Sjóvar kommunu.
Her verður sungið
saman,
spæld
verða
sangspøl, rím og ramsur
verða sagdar og alt
endar við einum góðum
drekkamunni.
snorri@sosialurin.fo
Hvalba: Á seinasta fundi
sínum var eitt av málunum
ein umsókn frá Tvøroyrar
Hornorkestri.
Hornorkestrið
ynskti
at fáa stuðul hagani frá til
keyp av ljóðførum, men tað
vann ikki frama í granna
bygdini. Og tó.
Bygdaráðið
í
Hvalba
samtykti at heita á tey sjálvi
um at savna inn pening
í fyrsta lagi. Hinvegin vil
kommunan biðja tey spæla
onkutíð, og veita teimum
samsýning afturfyri hetta.
snorri@sosialurin.fo
Óhugsandi er ikki, at fleiri bungur
verða gjørdar í Sumba. Bygdaráðið
hevur samtykt at royna verandi bungur,
áðrenn støða verður tikin til enn fleiri.
Tað er kortini júst hetta
sum fólkini aftanfyri net
sendingina
hjá
Kedes.
fo hava upplivað, eftir at
virksemið byrjaði av álvara
fyri tveimum árum síðani.
– Vanliga eru millum 2 og
300 fólk ið eru inni á okkara
heimasíðu, tá vit senda týs
kvøld. Men vit hava eisini
verið heilt uppi á 2000 brúk
arum, sigur Rógvi Joensen,
sum stendur fyri hesum
sendingum.
Sent verður umvegis al
netið bæði við ljóði og mynd,
har ein vanliga tekur upp
einhvønn andaligan spurn
ing, sum verður viðgjørdur.
Her hava fólk – ónevnd – eis
ini høvið at tjatta við fólkini í
studio um spurningar og mál,
sum tey eru upptikin av.
Tað eru sjálvandi flest
føroyingar, ið lurta eftir
hesi sendingini, men teir
eru eisini vitandi um, at fólk
úr øðrum londum sita fast
hvørt týskvøld frá klokkan 21
og úteftir og hyggja og lurta
umvegis alnetið.
– Vit hava onkutíð havt
vitjandi úr íalt 14 londum,
vísir Rógvi Joensen á. Meiri
fæst at vita um sendingarnar
á heimasíðuni – www.kedes.
fo.
snorri@sosialurin.fo
2000 á net
møti úr Klaksvík
ALNETIÐ Tað er ikki hvørt mans føri at kunna savna 2000
fólk til eitt kristiligt netmøti, sum er sent úr Klaksvík.
ALHEIMURIN
Sendingarnar hjá kedes.fo eru væl umtóktar av fólki kring allan heimin.
Her er bæði sangur og prát á skránni, og gestir – í hesum føri prátar Rógvi
Joensen (vinstrumegin) við sangaran Karl Martin Samuelsen
FAKTA:
»Kedesh« er hebraiskt
orð sum merkir
halgidómur. Í gamla
Ísrael var tað so, at
hevði ein meinslað ein
annan og hetta hevði
deyðan sum avleiðing,
segði lógin at tað
sama skuldi gerast við
tann seka.
Men skipaðir vórðu
nakrir býir – griðstaðir
– har ein sekur
kundi flýggja til. Tá
viðkomandi kom til
býin, skuldi hann stilla
seg mitt í býarportrið
og leggja sína sak fyri
teir elstu í býnum. Teir
elstu tóku hann síðani
til sín og góvu honum
bústað í býnum.
Kedesh, ella Kedes,
var tann norðasti av
hesum griðstaðum.
PRÆDIKA
– Eg talaði á útifundum, og sá tá at fólki var als ikki har.
Nógv teirra vóru á alnetinum, og tí avgjørdi eg at “tosa” við
hesi fólkini tann vegin, sigur Rógvi Joensen úr Klaksvík
Vit hava
onkutíð
havt vitj
andi úr íalt
14 londum