Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. apríl 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Í morgin, leygardagin, fyllir Volvo 85. 14. apríl í 1927 var tann fyrsti bilurin vístur fram í Gøteborg. Sunnudagin hevði norður­koreanski leiðarin, Kim Il-sung, fylt 100 ár. Hann var leiðari landsins frá tí at landið var stovna til hann doyði í 1994. Gunnvør Bærentsen, Tórs­ havn andaðist á Lands­ sjúkra­húsinum mikudagin, 79 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Hanus Svabo Jørgensen, Miðvági, andaðist týskvøldið 10. apríl, 53 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður úr Miðvágs kirkju leygardagin klokkan 14. Tey, ið ynskja at senda krans kunnu lata Miðvágs kirkju eina peningagávu. Petur Artur Midjord, and­að­ ist í gjár á Solgave hjemmet í Valby, 72 ára gamal. Petur Artur var sonur Lizette og Paula skraddar í Vági. Richard Jacobsen ættaður úr Vági, andaðist á Esbjerg Sjúkra­húsi mikudagin 4. apríl 74 ára gamal. Gurli Restorff andað­ist á Tjarnargarði langa­fríggja­ dag 92 ára gomul. Jarð­ arferðin verður leygardagin úr Vestur­kirkjuni kokkan 13. Jóhannes Jacobsen, Viðar­ eiði, andaðist týsdagin 3. apríl á Landssjúkrahúsinum, 56 ára gamal. Eydna Berg, Strendur, and­ aðist mánadagin 2. apríl á Landssjúkrahúsinum, 56 ára gomul. Andlát Í gjár doyði ein av okkara virknastu og fjølbroyttastu rithøvundum, Steinbjørn Berg­hamar Jacobsen, 74 ára gamalur, eftir at hava ligið sjúkur í eina tíð. Steinbjørn er føddur 30. september í 1937 í Sandvík. Hann giftist í 1964 á Fjóni við Ingrid Linderoth Hansen og tey fingu tey fimm børn: Vár, fødd 19.4.1965, Snæbjørn, føddur 15.12.66, Kári føddur 18.8.68, Lív, fødd 24.12.69 og deyð 8.7.80, og Eyð, fødd 5.12.81. Eftir at hava tikið real­ prógv á Tvøroyri, fór hann til Grønlands og til Íslands at fiska og rógva út. Í 1959 fór hann á lær­ara­ skúla á Den frie Lærer­skole í Ollerup. Hann var lærari í Dan­ mark eitt skifti men kom heim í 1965 at vera lærari í Sankta Frants skúla í Havn, men longu árið eft­ir varð hann lærari í Húsa­vík. Frá 1970 til 1980 var hann stjóri á Føroya Fólka­háskúla og tað var her, at hansara mentanarliga og sam­fe­ lags­liga virksemi byrjaði av álvara. Í 1971 var hann við til at stovna Fólkafylkingina ímóti EEC og í 1967 var hann við til at endurstovna Rithøvundafelagið. Tá ið Gluggin kom út aft­ ur í 1968, stjórnaði hann eini føstum síðum í blaðnum við yrkingum og smásøgum, eins og hann skrivaði um­ mæli. Saman við Gunnar Hoy­ dal var hann ritstjóri á Varð­ anum frá 1977 til 1981. Frá 1981 til 87 var hann nevndarlimur í nýstovnaða Móðurmálslærarafelagnum. Alt heystið 1980 til jóla var hann dekkari við trol­ ar­anum Vón, ið royndi und­ ir Føroyum. Men í 1981 varð hann lærari í Kommunu­ skúl­anum í Havn. Umframt hetta hevur hann verið á fleiri skeiðum, umframt at hann hevur verið vikarur í styttri tíðarskeið á ymsum skúlum. Hann fekk M.A Jacobsens heiðurslønina tríggjar ferðir, fyrstu ferð fyri barna­bók­mentir saman við Bárði Jákupsson, aðru ferð fyri fagrar bókmentir í 1981 0g triåju ferð fyri barnabókmentir í 1985. Steinbjørn B. Jacobsen hevur skrivað eitt ótal av bókum, bæði yrkingasøvn, barnabøkur, lesibøkur, skald­søgur, sjónleikir, endur­ minn­ingar, filmshandrit, barna­sangir og annað. Kelda: Rithøvundafelagið Steinbjørn B. Jacobsen deyður