Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. apríl 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 70 ára starvsdagur Í sambandi við at Eivind Petersen Oyndarfjørður hevur starvast í handli í 70 ár, eru øll vælkomin at heilsa upp á hann í handlinum í Oyndarfirði mikudagin 18/4-2012 kl. 14:00 – 18:00 nøvn Sunnudagin 15. apríl eru 100 ár síðani ferðamannaskipið Titanic sakk eftir at hava siglt á eitt ísfjall 1.514 fólk doyðu í vanlukkuni. Føðingar 5. apríl fingu Rasmus Eyst­ ur­oy & Barbara Joensen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3710 gr. 1. apríl fingu Hanna T. Joen­ sen og Eivind Fosaa Joensen; Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3150 gr. 22. mars fingu Lena Clemens Poulsen og Stefán Martin Petersen, Tórshavn, ein son. Hann var 48 cm langu rog vigaði 3460 gr. 16. februar fekk Silja ein lítlabeiggja. Hann vigaði 3782 gr.og var 55 cm. Foreldrini eru Gunnvá Arnfinnsdóttir og Hjalti Thomsen, Keypmannahavn. Sunnudagin verður Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn, fimmti. Elin er dóttir Jónu og Jákup Lindenskov, hon úr Fuglafirði og hann úr Havn. Elin er fødd og upp­vaks­ in í Havn – ella rætt­ari í býlinginum tey kalla »úti í Grønlandi«, í Tór­fins­gøtu. Hon gekk í Komm­unu­ skúlanum, har hon var liðug í 1979. Eftir skúlagongdina var hon eitt skifti á Fiskasøluni, áðrenn hon fór niður til Dan­markar á Háskúla. Seinni fór hon at útbúgva seg sum handarbeiðslærari á seminarum í Nykøbing Falster – og seinastu meira enn fjórðingsøldina hevur hon starvast sum lærari á Føroya Fólkaháskúla. Elin er gift við Høgna Rasmussen úr Gøtu, og eigur dóttrina Fíu, sum býr í Keypmannahavn saman við manninum Steingrími Funding, og tey eiga børnini Høgna, Lóu og Antoniu. Fía hevur lokið prógv í fólka­ heilsu frá Københavns Uni­ versiteti. Uppvaksin í einum polit­ iskum heimi – pápi hennara var aktivur í politikki sum løgtingsmaður, lands­stýris­ maður og fólkatingsmaður í 36 ár – fekk Elin longu frá ungum árum áhuga fyri politikki. Hon stillaði fyrstu ferð upp til býráðasvalið í Havn í 1988, tá hon varð fyrsta varafólk – men á val­ inum í 1992 varð hon vald í býráðið, og har hevur hon sitið síðani. Elin er tann kvinna, sum hevur sitið longst í Tórshavnar Býráð yvir­høvur. Av politiskum málum vóru tað fyrst tey sosialu málini, sum høvdu hennara áhuga, seinni hevur eisini umhvørvi fylt nógv í henn­ ara politiska virksemi, hon gongur høgt upp í at nýta grøna orku og ikki minst at spara orku. Hon er nógv úti í nátturuni og er ein íðin havsvimjari. Elin er forkvinna í heilsu- og um­ hvørvisnevndini hjá Tór­ havnar kommunu. Føðingardagurin verð­ur hildin í heiminum á Frúu­ trøð í Havn í morgin, leygar­ kvøldið. Elin Lindenskov fimmti Í dag verður kendi danski sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling, sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum, fimmti ár.