fríggjadagur 13. apríl 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Landsstýrismaðurin
hevur dult økta hallið
og veruliga kostnaðin av
flatskattalættanum
S
amgongan hevur økt
hallið hjá landinum
við yvir 100 mió. kr. í
2012 í mun til 2011. Hetta er
greitt eftir at landsins úrslit
fyri 2011 nú er vorið alment.
Hartil kann staðfestast, at
flatskattalættin
kostaði
landinum munandi meira í
mistari inntøku, enn lands
stýrið higartil hevur upp
lýst.
Dult veruliga
hækkaða hallið
Staðfestast kann nú frá
roknskapartølunum hjá Før
oya Gjaldstovu, at hallið í
2011 gjørdist um 258 mió. kr.
Smávegis tillagingar kunnu
koma afturat, men sum tølini
fyriliggja nú verður talan um
-258 mió. kr. Fyri 2012 hevur
samgongan lagt fíggjarætlan
við halli á 365 mió. kr. Hetta
er eitt økt hall á yvir 100 mió.
kr.
Roynt hevur verið at fáa
veruliga úrslitið fyri 2011 fram
í Løgtinginum fleiri ferðir,
men landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum hevur higartil
tosað uttanum, og hildið
fast í, at talan fór at verða
um eitt hall á 400 mió. kr. og
at hallið í 2012 tí minkaði í
mun til 2011. Tað sama hevur
landsstýrismaðurin upplýst
Løgtinginum nú í sambandi
við, at fíggjarkarmarnir fyri
komandi árini skulu við
gerast. Hetta eru upplýsingar,
ið eru rættiliga langt frá
veruleikanum. 142 mió. kr.
frá tí veruleika, ið tølini hjá
Føroya Gjaldstovu vísa.
Dult veruliga
kostnaðin av
flatskattalættanum
Havi eisini roynt at fingið
fíggjarmálaráðharran
at
greiða Løgtinginum frá, hvør
veruligi kostnaðurin er av
flatskattalættanum, tí upp
lýsingarnar, ið landsstýris
maðurin hevur givið higartil
hava verið grundaðar á 2010
skattastigan og tølini. Tá
munnligur spurningur varð
settur 22. februar í ár skaraði
landsstýrismaðurin framúr
við einaferð enn at tosa uttan
um, og ikki svara.
Flatskattalættin
kostaði yvir 300
mió. kr. – ikki 265
Vit kunnu nú staðfesta, at
mistankin um, at lands
stýrismaðurin gav skeivar
upplýsingar til Løgtingið, tá
hann segði, at kostnaðurin
fyri flatskattalættan var 265
mió. kr. – var rættur. Tí flat
skattalættin hevði ein kostn
að á yvir 300 mió. kr. heldur
enn 265 mió.. Hetta kann
staðfestast, nú fyrsti árs
fjóðringurin er farin afturum.
Tí landsskatturin er fallin úr
362 mió. kr. niður í 301 mió. kr.
fyrsta ársfjóðring 2012 í mun
til 2011. Hetta hóast goldnar
vórðu 79 mió. kr. meira
umvegis a-skattaskipanina.
Hetta sigur ikki so lítið um
kostnaðin av flatskattalætt-
anum.
Fyri at síggja veruliga
kostnaðin mugu vit saman
bera landsskattin frá somu
samlaðu upphædd 1. árs
fjórðing 2011 og 2012. Tvs.
taka burtur skattainntøkur
á umleið 20% av teimum
79 mió. kr., sum fóru meira
umvegis a-skattaskipanina
í 2012. Greitt er tá, at lands
skattainntøkur
landsins
vegna
flatskattalættan
minka úr 362 mió. kr. niður
í 285 mió. kr. Talan er sostatt
um ein kostnað av flatskatta
lættanum á um 77 mió. kr. um
ársfjórðingin. Tvs. um 308
mió. kr. fyri alt árið. Hetta
er munandi meira, heilar 43
mió. kr. meira, enn lands
stýrismaðurin hevur upplýst
Løgtinginum. Hetta er ein
ovurstórur munur. Hesin
munurin í mistari inntøku
samsvarar t.d. á leið við ta
upphædd,
ið
landsstýrið
ætlar at spara við at hækka
pensjónsaldurin 1 ár nú
longu 1. januar 2013.
Er lógin um ábyrgd
landstýrisins brotin ?
Lóg um ábyrgd landsstýrisins
ásetir í § 5, at ”Løgmaður ella
landsstýrismaður
verður
revsaður, um hann tilætlað
ella
av
grovum
ósketni
skúgvar til viks tær skyldur,
sum liggja á honum sambært
løgtingslóg um stýrisskipan
Føroya ella lóggávuni annars
ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er
eisini galdandi, um so er, at
løgmaður ella landsstýris
maður gevur løgtinginum
skeivar ella villleiðandi upp
lýsingar, ella um hann, tá løg
tingið viðger eitt mál, tigur
við upplýsingum, sum eru av
stórum týdningi fyri tingsins
meting av málinum.
Tá fíggjarlógin fyri 2012
varð viðgjørd á Løgtingi legði
landsstýrismaðurin stóran
dent á, at nú lækkaði hallið
hjá landinum. Hetta gav
nógvum fólkum eina kenslu
av, at tað gekk rætta vegin.
Somu skeivu upplýsingar
eru latnar Løgtinginum nú
beint fyri Páskir í sambandi
við fíggjarkarmarnar fyri
komandi árini. Veruleikin
er, at hallið á fíggjarlógini
fyri 2012 hækkaði munandi
í mun til veruligu nýtsluna
hjá landinum í 2011. Hetta
enntá sjálvt um 220 mió. kr.
í pensjónsskatti verða fram
skundaðar og inntøkuførdar
í 2012, sum ikki vóru í 2011.
Tá flatskattalættin varð
viðgjørdur á Løgtingi og tá
munnligur
fyrispurningur
viðvíkjandi kostnaði av flat
skattalættanum varð við
gjørdur á Løgtingi upplýsti
landsstýrismaðurin,
at
kostnaðurin fór ikki at gerast
meira enn 265 mió. kr., hóast
fleiri áheitanir um, at kanna
hetta nærri. Veruleikin er, at
kostnaðurin er væl omanfyri
300 mió. kr.
Spurningurin, ið nú má
greinast og svarast – um
neyðugt
av
Landsstýris
málanevndini - er: Hevur
landsstýrismaðurin í fíggjar
málum brotið lóg um ábyrgd
landstýrisins ?
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Genturnar sita friðarligar á gólvinum og spæla.
Tær eru farnar inn í ein nýggjan heim, har familja
teirra býr. Tær býta uppgávurnar og gera allar
sítt til, at leiklutirnir verða leiktir til fulnar. Prátið
gongur væl, og lagið er gott. Mitt í øllum brestur
hurðin upp og inn kemur Spider-man rennandi og
rópandi eftir gólvinum. Hann bjóðar gentunum av,
hann vil berjast ella okkurt líknandi. Genturnar
sálast og vilja sjónliga hava Spider-man at hvørva,
tí hann hevur einki at gera í “heimi” teirra. Tær
vilja hava frið. Spider-man kennir á sær, at hann er
púra óynsktur. Hann bíðar eina løtu, men fer síðani
larmandi víðari og finnur onkran annan at spæla
við.
Løtumyndin kann fáa okkum at spyrja: Hvussu
langt eru vit komin? Mammubørn og Spider-
man. Hárfríðkari og sløkkiliðsmaður. Nú mundi
eg sagt skrivari og stjóri. Nakað soleiðis sýnast
leiklutirnir at vera hjá uppvaksandi gentum og
dreingjum. Hetta er áhugavert, tá ið tosað verður
um javnstøðu og um ov fáar kvinnur í leiðandi
størvum í 2012. Tí hvussu langt eru vit komin?
Hóast helmingurin av føroyskum kvinnum
arbeiða niðursetta tíð, eru øll á einum máli um, at
kvinnur skulu - ikki bert heima, men eins og menn
- mynda samfelagið alt. Enn eru tær fáar. Júst her
er møguliga ein av orsøkunum til, at fleiri kvinnur
ikki eru í leiðandi størvum í dag. Spurningurin er,
hvørjar vilja bjóða seg fram?
Minnist eina søgu um ein mann, sum fortaldi
abba sínum, at hann hevði fingið eina dóttir. Abbin
svaraði: “Tað verður betur næstuferð!” Skemtiliga
søgan sigur óivað eisini eitt sindur um, hvussu
gamlir stavnar skulu ristast eitt sindur fyri at
virða, velja og síggja kvinnuna eins dugnaliga og
mannin – ikki bert heima. Og at rættir menn ikki
bert fáa synir.
Sjálvandi krevur javnstøða ikki, at kvinnur
gerast menn ella hinvegin – men munurin er
stórur. Vit koma neyvan uttan um, at leiklutirnir,
børn trívast í, eisini eru sjónligir, tá ið tey gerast
vaksin. Kanningar innan skúla og útbúgving
vísa, at fleiri kvinnur enn menn fullføra eina
útbúgving. Men seinni, tá ið tey eru virkin á
arbeiðsmarknaðinum, er myndin vend á høvdið. Tá
eru menn stjórar, leiðarar og politikarar, og hóast
góða byrjan í skúlanum hava kvinnurnar ilt við at
bjóða seg fram.
Hennara kongliga hátign drotning Margretha
hevur sagt: “Sum kvinna skalt tú altíð gera tað
betri enn maðurin. Men tað er heldur ikki so
torført.” Satt, men hvussu síggja kvinnur seg
sjálvar? Áhugaverd kanning, har endamálið m.a.
var at kanna, hvat kvinnur sjálvar kunnu gera
fyri at bøta um viðurskiftini, vísir, at enn liva
fordómarnir um kvinnur í leiðslu væl - hesir
fordómar liva eisini í kvinnunum sjálvum. Hetta
vísir nevniliga, hvussu stór avbjóðingin er.
Í Føroyum er boðskapurin óivað, eins og
kanning hjá “Ledernes Hovedorganisation” vísir:
“Bjóða teg fram í eini mansdominerandi mentan,
har menn duga betri at føra seg fram, tá ið
leiðarastørv skulu setast. Har kvinnur skulu vera
dugnaligari enn menn fyri at fáa stjórastarvið. Har
menn duga betri at gera teirra úrslit sjónlig, og har
menn eru meira málrættaðir í karrieruætlanum.
Har kvinnur hava størri ábyrgd heima, og har
hildið verður, at kvinnur við smáum børnum ikki
kunnu hava stjórastarv. Har mannligi stjórin setur
ein mannligan stjóra, sum passar sínum egna
profili. So hvat vilja kvinnurnar?
Tóra við
Keldu
lærari
EYGA
MÁLIÐ
Hvat vilja kvinnurnar?
Kristina
Háfoss
Løgtingskvinna
fyri Tjóðveldi