fríggjadagur 13. apríl 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Tórbjørn Jacobsen
Fyrrverandi landsstýris-
og løgtingsmaður fyri Tjóðveldi
Makreliadan
Ymiskir eru hættirnir at vinna
sær politiskt vald. At halda fast
um tað krevur bonskleika, snildi
og állaleik. Niccolò di Bernardo
dei Machiavelli hevur greinað
og skrivað um hesi viðurskifti,
og mangt bendir á, at Jørgen
kassameistari er meira drivin í
litteraturinum enn navnabróður
hansara Jørundur hundadaga
kongur. Í hvussu er hevur hann
longu nú sitið einsamallur við
valdinum í Føroyum tvífalt
so leingi, sum Júrgen sat við
valdinum yvir Íslandi. Orsøkin
kann nú eisini vera, at sveinarnir
hjá Trampe greiva vóru stinnari í
kongunum enn Kaj Leo løgmaður.
Hóast stórar kanónir í Fólka
flokkinum, eisini stór kapital
áhugamál, vildu honum ann, í
stríðnum um oddin í partínum, so
stóð hann stinnur á hermótinum,
og prógvaði í grundini, at hann
hevur skilt valdsfilosofi´ina. Eisini
tað mest kavráu, sum skal til, fyri
ikki at dragna frá evsta múlanum,
táið skútan fer at drekka vatn um
æsingarnar.
Síðan hevur hann gingið á vatnin
um, dansað sum ein annar Rudolf
Nurejev og driblað líka kimiliga
sum hin gitni brasiliumaðurin
Garrincha. Sessirnir, sum sam
gongumeirilutin hevur hertikið
á tingi, kundu fyri tað sama verið
snákaðir til sum eitt politiskt
fjós. Mekanisku atkvøðuneytini
fremja viljaleys tann leik, sum
andaligi faðir teirra úr Seyrvági
ynskir. Miðvísur broytir hann
samfelagið. Metodurnar eru
fascistoidar, táið hann økir um
stættarmunin við ógvisligum
inntrivum í umfordeilingargrund
lógini, skattareglunum, - táið
hann rænir burturav pensjón
unum fjøruti ár fram í tíðina og
táið hann flytir vinnuliga struk
turin fleiri hundrað ár aftur í
feudaltíðina. Tað sakar onki hjá
teimum flestu og liberalismuna
og marknaðarkreftirnar trýr
hann líka lítið uppá sum aðrir
partíkammeratar. Tað snýr seg
um at leska røttu áhugamálini í
flokkinum, sum eru ein saman
renning av merkantilum struggl
arum. Tað snýr seg um at hava
valdið til at geva vinum og kenn
ingum gávugóðs frá teimum, sum
upprunaliga eiga valdið – fólkin
um.
Andstøðan fær ikki eitt bein til
jørðina. Almenna rúmið og før
oyska fólkasálin megna ikki at
halda fokus á meira enn einum
máli á gangin. Hvør ið løðir polit
isku riflurnar og goturstykkini hjá
teimum, veit eg ikki, men spjað
ingin er stór og kúlurnar fara fyri
allar vindar. Tú byggir ikki eitt
bulvirki andvegis maktini, táið tú
at kalla bert fæst við petitessur í
mun til tað, sum skal bjarga væl
ferðarmodellinum eftir norður
lendskum sniði. Gratis ferðaseðlar
við strandfaraskipum – humbukk
og vrevl, hví skal ein skopuningur
kunna flyta seg til Havnar fyri
onki, táið ein glyvramaður skal
brúka eitt par hundrað krónur í
brennievni til sama teinin?
Politiskur pubertetsfimleikur í
málinum um koyripeningin hjá
tingmonnum, sum er órímiligur,
hevur hertikið yvirskiftir og
skroyvað upp í leypar av odda
greinum, men hetta er ikki eitt
mál man brúkar til at flyta fokus
við, táið kalar sum Jørgen sita
einsamallir við valdinum. Tódnaða
hallið á fíggjarlógini í 2011 er eitt
annað mál, tikið úr leysum lofti
úr einum fyribilsrokniskapi,
og sum bløðrukópar blása tey
eina sólksinssøgu upp til eina
skandalu. Er hallið væl minni enn
væntað, so hevur fíggjarnevndin
tey seinastu árini, har Tjóðveldis
flokkurin hevði ein rættiliga
virknan leiklut, sum ikki altíð
hóvaði teimum, sum trívast best
við at tváa sínar nossligu lógvar,
eydnast til fulnar og meira enn
tað. Tað er alkent, at nevndin
í nógv størri mun stjórnaði
fíggjarpolitikkinum heldur enn
tásitandi landsstýrið. Hetta fiktiva
málið endaði Guð hjálpi mær í
einum kjaki í Svf, har Jørgen vant
burturúr framsøgukvinnuni hjá
andstøðuni. Hevði ráksnúningurin
Don King, við ravmagnshárinum,
verið promotor hjá Kristinu
frammanundan dystinum, hevði
hann spakuliga flutt seg yvir í
hornið hjá seyrvinginum fram
ímóti dystarloki. Tað plagdi hann
at gera, so skjótt hann sá, hvussu
leikur fór, táið gigantarnir í
nevaleiki brustu saman. Man spyr
seg sjálvan, um skjúttin hevur
størri týdning enn málið, ið skal
rakast. Ella um nakað politiskt
evangelium er innanborðað hjá
fleiri teirra, sum umsita vald
fólksins.
Eitt annað mál, sum rættiliga
hevur kámað fyri politisku sólini
hjá mongum, er høvuðstemaið á
Flokstinginum hjá mínum egna
flokki. Broytingin av hjúnabands
lógini, soleiðis, at tað politiska
valdið skal trýsta rættin hjá
teimum samkyndu inn um sakralu
grindirnar at vígast - á sama hátt
sum tey heterosexuellu. Nú eri eg
ein av teimum, sum halda, at tey
samkyndu skulu eiga øll tey somu
borgarligu rættindi sum øll onnur,
men at ein flokkur, sum so dúgliga
hevur vart fyri, at átrúnaðarlig
áhugamál sleppa framat ávirkan
í politisku skipanini, tvíhildið
um tann greiða, treytaleysa og
klokkuklára skilnaðinum, nú
hvessir svørðið hinvegin, og
brýtur inn í heilagu suverenu
rúmini hjá fólkinum, tað er
ovboðið. Vælsignaði veri tit, haldið
fingrarnar burtur frá kirkjum og
samkomum, - at stjórna sínum
egnu innanhýsis viðurskiftum.
Hvar standa vit nú? - Kundi hósk
andi verið spurt. Eftir at stórur
partur av heiminum nærum er
farin til grundar búskaparliga, er
Jørgen nú farin í holt við at knúsa
tað føroyska samfelagið sundur
í stumpar og stykkir, umvegis ta
somu neokonservatismu, sum
hevur verið ein almáttugur tregi
allastaðni hesi seinastu 3-4 árini.
Hann fæst við at flyta okkum
aftur í tilstandin, í tríatiárunum,
táið kapitalisman mundi gingið til
grundar sum búskaparlig skipan,
og profeti´ini hjá Karl Marx
kundu vunnið frama. Hansara
vísjón var, at kreppur vóru ein
óundansleppandi partur av tí
kapitalistisku skipanini. Hesar
eru neyðugar fyri at reinsa út í
systeminum, men hinvegin eru
tær so svárar fyri so mong, at
skipanin missir sín legitimitet, og
at enda støkkur hon sundur sum
búskaparligur stórviður í einum
samfelag.
Bretin John M. Keynes setti sær
fyri at rógva andvegis spádóm
unum hjá Marx. Ástøði hansara
finst í útgávuni “The General
Theory”, og har sigur hann
beinleiðis, at tað nú snýr seg
um, at gamli týski teinkjarin og
kommunisturin ikki skuldi fáa
rætt. Ide´in var, at staturin –
tað almenna – skuldi hava ein
virknari leiklut, og soleiðis veitti
hann politikkarum eitt amboð,
sum á øðrvísi hátt kundi stjórna
kapitalismuni. Til ber at siga, at
Karl Marx sum íblástrarkelda
bjargaði kapitalismuni, táið man
eftir devisuni hjá Keynes lat statin
vera ein høvuðsleikara, - ístaðin
fyri at marknaðurin einsamallur
sat við uppgávuni at skipa arbeiði
og vøkstur. Kapitalisman yvir
livdi. Um ástøðin heldur, har
sum staturin er komin í trot, er
ivasamt. So fræg er støðan tó í
Føroyum, at tað almenna fram
vegis og áhaldandi kann vera ein
virkin leikari í tí, sum nú skal
henda. Eitt nú á íløgusíðuni. Tí er
tað t.d. heilt ófatiligt, at kjølurin
ikki verður strektur á hav
rannsóknarskipinum, nú nærum
2 túsund føroyingar hvønn Guðs
skapta morgun sita alspentir og
bíða eftir, at onkur hevur brúk
fyri høvdi og lógvum teirra á
arbeiðsmarknaðinum.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift Tíðargreinar til
vikuskiftisblaðið. Næstu ferð skrivar Jógvan Sundstein
Ymiskir eru hættirnir at vinna sær politiskt vald. At halda fast um tað krevur bonskleika, snildi og állaleik. Niccolò di
Bernardo dei Machiavelli hevur greinað og skrivað um hesi viðurskifti, og mangt bendir á, at Jørgen kassameistari
er meira drivin í litteraturinum enn navnabróður hansara Jørundur hundadagakongur. Í hvussu er hevur hann
longu nú sitið einsamallur við valdinum í Føroyum tvífalt so leingi, sum Júrgen sat við valdinum yvir Íslandi.
Orsøkin kann nú eisini vera, at sveinarnir hjá Trampe greiva vóru stinnari í kongunum enn Kaj Leo løgmaður.
Framhald á næstu síðu