fríggjadagur 13. apríl 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Týdningarmesta arbeiði hjá andstøðuni er at skilgreina,
hvussu heimastýrið – tað almenna – framhaldandi
hevur ta uppdrift, ið skal til, fyri at kunna gerast hesin
flexibli aktørurin í búskaparliga universinum. Øll
onnur mál mega roknast fyri mýruvongir ímillum risar.
Allar almennar skipanir skulu ájavnt hyggjast eftir í
kongunum, men útreiðslusíðan er í grundini ikki tann
stóri trupulleikin. Tað er inntøkusíðan harafturímóti,
og har eru vit av berari og blektaðari vanstýring totalt
afturútsigld, í mun til londini, ið eru komin alra frægast
burturúr hesi lemjandi kreppuni, sum hevur skolað alt
omanav í vesturheiminum hesi seinru árini.
Lykilin til hesa grindina finst bara í einum fiskivinnu
politikki, sum stendur á biologiskari burðardyggari
grund og mestu virðisøking í landinum. Í summar
verður Olympiadan í London og um nakrar dagar
byrjar Makreliadan í Føroyum. Sami flokkur, sum
hevur stjórnað fiskivinnuskipanini út á sjógv, fer nú
undir at reka Gávubúðina, haðani vinir, veljarar og
kenningar skulu leskast í tvívirknaðinum ímillum
veljarar og vald. Var nakað skil í gallskapinum, fekk
nótaflotin tann partin, sum honum tilkemur, sambært
fiskivinnuskipanini, ið vit framvegis halda okkum
liva undir, og tað ið eftir var skuldi eftirsíðan verið
selt umvegis eina almenna Tilfeingisbúð. Hartil er tað
umráðandi, at eftirspurningurin, móttøkuorkan, er størri
enn útboðið, hetta fyri at tey flestu, ella øll, fáa sum
mesta ágóðan burturúr hesum tilfeinginum. Treytirnar
kunnu sjálvandi justerast eftir royndunum frá vertíðini
í fjør. Guð náði tann komandi fiskimálaráðharra, sum
eftir eina nýggja strandalandaavtalu, táið semja fæst um
hana, skal til at býta virðini, eftir at Fólkaflokkurin í ár er
sloppin at gjara um seg við eginkvotum til Guð og hvønn
mann - við tilvildini sum kriterii og fyritreyt.
Hitt takið er at fáa skil á botnfiskaveiðuni undir
Føroyum. Í 2011 veiddu vit 70 túsund tons færri enn vit
gjørdu í 2002 av høvuðsstovnunum toski, hýsu og upsa.
Kanska eitt avreiðingarvirði sum nærkast milliardini.
Hendan myndin frá Hagstovuni (sí síðu 15) sýnir betur
enn nakað annað hvussu galið tað stendur til, eftir at
anarki´ið hevur havt valdið at kalla óbrotið síðani 1996.
Vit eru dragnað eini 15-20% í mun til tey skandinavisku
londini hesi seinastu árini. Skal vælferðarskipanin
haldast á útreiðslusíðuni, so má ein vøkstur skapast
fyri at halda balansanum, og hann liggur beint til
høgra beinið, men til tess krevst ein heilt annar
vinnupolitikkur enn hesin, sum hendan samgongan
er før fyri at gera nakað við. Til tað eru alt ov nógvir
fløskuhálsar í systeminum. Tað ræður um at halda fokus,
og fokusið hjá andstøðuni má og skal haldast á júst
hesum mótinum.
Jørgen hevur í 4 mánaðir megnað meira í praksis
enn Óli Breckmann kláraði við sínum ekstrema
høgraretorikki í 35 ár og alra fyrsta raðfestingin, av
einum tunli til Viðareiðis, man vera tøkkin til El Jefe
Commandante í spunasmíði og góðum ráðum, hesar
seinastu mánaðirnar, nú seyrvingurin so dyggiliga vann
seg upp á turt aftur. - Bæði sum floksformaður og sum
einaræðisharri í Føroyum.
Í samgonguni er hann suverenur, ongin skalar honum,
og løgmaður rennur runt sum fluga í fløsku - mest
átøkur hestinum hjá Caligula. Ein føroyskur mr. Chance.
Jørundur endaði sínar dagar í Tasmania, hvussu tað
fer at vignast tí føroyska Jørgeni fer at frættast um,
men tann spurningurin stendur og fellur við, um
andstøðan megnar leiklutin, sum neyðuga andvektin
í stríðnum fyri at varðveita føroyska vælferðarstatin.
Nevni statin ístaðin fyri heimastýrið, tí fæst takholtur
á vinnustrukturinum, so ber hann sum onki einum
føroyskum nationalstati – eini føroyskari Republikk.
kjak
Framhald av síðu 15
Må en lagmand
lyve og bedrage? (7)
D
en 2. april gik Annika
Olsen ud og fortalte,
at hun ikke kunne ac
ceptere samgongans politik
(hvad laver en intelligent
og
medmenneskelig
pige
dog også dér?). Den 3. april
sagde Kaj Leo, at der burde
kigges nærmere på nogle af
de urimelige goder, som visse
politikere har. Den 4. april
sagde Jenis, at han var uenig
i mange af samgongans idéer.
Det virkede som en forsinket
aprilsnar, for det er det første
fornuftige, der er kommet
fra landsstyret siden valget!
Så man fik en fornemmelse
af, at der måske alligevel er
håb forude.
Inden optimismen tager
overhånd skal vi dog lige
huske på, at samgongan fak
tisk allerede har gennemført
to vanvittige projekter!
“Pensionsreformen”
er
blevet rakket ned af alle
eksperter: Den er simpelthen
dum og uansvarlig. Den bliver
brugt som skrækeksempel
på, hvad man ikke skal gøre.
Der er ikke blevet fremført
ét eneste bare rimeligt argu
ment for at lave den. Ingen
andre vil tage ansvar for
den. Den er et ægte barn of
Kaj Leo og Jørgen.
Eksperterne siger også,
at hvis man imod al sund
fornuft alligevel gennemfører
pensionsreformen, er det
dummeste, man kan gøre,
at bruge pengene på skatte
lettelser! Så det gjorde Kaj
Leo selvfølgelig.
Siden har han opført sig
som de tre aber: Ikke se, ikke
høre, ikke tale!
Med en skipper uden for
pædagogisk
rækkevidde
er den færøske skude selv
følgelig sejlet på grund!
Endnu er det muligt at
få skuden flot igen, men det
kræver, at Kaj Leo fjerner
»pensionsreformen«
og
skattelettelserne.
Så de brændende spørgs
mål er: Har Kaj Leo fået stor
hedsvanvid, så han tror, at
han ved bedre end alle eks
perterne? Er Kaj Leo så dum,
at han ikke forstår, hvad
eksperterne siger? Er Kaj Leo
så samvittighedsløs, at han er
ligeglad med passagererne, så
længe han selv er i sikkerhed
på broen?
Indtil videre må svaret
desværre blive »Ja« til alle
tre spørgsmål.
Hvis han ikke snarest
ændrer kursen radikalt, vil
den færøske skude blive
sejlet så fast, at den aldrig
kommer fri igen.
Så Kaj Leo: Er det virke
lig dit ønske at gå over i
historien som den person,
der afskaffede det færøske
velfærdssamfund?
I så fald er du godt på
vej!!
John
Rødgaard
Sum tjóvur á nátt
H
enda extremt høgra
snaraði samgonga, vi
samband, miðflokki
og gamla sjálvstýri sum
stuðlum, hevur mett at teir
enn einaferð sum tjóvur á
nátt, uttan himpr kunna
gera enn eitt rán. Nú kunna
teir ikki ræna meira úr pen
siónsgrunnunum, tí er tað
ikki meira enn natúrligt, at
pensionistarnir gjalda tær 90
milliónirnar sum nú koma at
resta í til at fáa fíggjarlógina
at javnviga komandi árini.
At teir kunna sær, aftaná
at hava tikið 250 milliónir
úr okkara framtíðar bú
skapi, sum skuldu verða við
til at tryggja komandi pen
sionistum, so ikki so mikið
sum skammast teir, nú teir
hava ætlan um, at tey sum
eru upp ímóti pensiónsaldri
skulu knúskast. At somu
politikkarar
samstundis
fyrilitarleyst oysa hesar 250
milliónir av pensións peningi
út í skattalætta komandi
nógvu árini, til tey á ovastu
rókum, tað er so vitleyst og
fyrilitarleyst, at eg persónliga
síggi bara eina orsøk til tess.
At Kaj Leo fekk bjarga sær
løgmannssessin enn einaferð,
samstundis
sum
Jørgin
við sínum bluffnummarið
bjargaði
sínum
politiska
lívið. Men álvaratos harra
løgmaður, vigar undirskotið
á
fíggjarlógini
veruliga
tyngri enn tann fjøld av
fólki, sum nú eru komin upp
í móti pensiónsaldri. Sum
15-16 ára gamal miðskeiðis í
hálvtrýssunum við ongum
lívsroyndum, dugdi eg tó
at skyna á, hvussu ússalig í
ellisrentan var tá og hvussu
nirðandi tað var, at pension
istarnir aftaná eitt langt
og strævið lív, ikki fingu
tað fíggjarliga hjálp íð tey
øll somul høvdu uppiborið.
Áðrenn Javnaðarflokkurin
við Petur Mohr Dam á odda
síðst í hálvtrýssunum í sam
ráðingum við Danmark fekk
framt fólkapensiónina, var
fíggjarligi styrkurin í fekst
hjá pensionistum so lítil, at
tað var ein beinleiðis háan
í mun til, at tað vóru hesir
pensionistar, íð løgdu lunnar
undir okkara vælferðarsam
felag.
Er tað veruliga komið har
til, at maktin í sær sjálvum
korrumperar fólk, ella hvat er
tað íð fær fólk við vanligum
vitið og skilið blint og fyri
litarleyst lata seg taka av
fótum, og har afturat at selja
sína politisku sál. Okkara
løgting
ætlar
at
áleggja
teimum, sum eru upp í móti
pensiónsaldri, og sum hava
lagt lunnar undir tað vælferð
vit hava í dag, til at gerast
ein finna í eini fíggjarligari
telving. Eini telving sum somu
politikkarar hava skuldar
bundið landskassan fyri meira
enn eina hálva milliard.
Bara hugsanin um, at tey
sum nú koma upp í móti pen
siónsaldri skulu dragast inn í
tann politiska karusellin, átti
at fingið onkran av teimum
nítjan í samgonguni, ella
teimum 8 í landsstýrinum
at sligið nevan í borðið. At
eingin av tykkum alment og
heilhjarta hava tikið partí við
teimun eldru, íð tit nú ætla
at taka sum gíðslar, tað vísur
bara at skomm er ikki skapt
í tykkum.
Frank
Davidsen