Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. apríl 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 T að handlar um at rað­ festa. Í játtanar­kørm­ unum, sum landss­ týrismaðurin í fíggjarmálum legði fram í farnu viku, var greitt, at samgongan ikki rað­ festir tænastuna til fólk, ið ikki búgva á meginlandinum. Hesaferð eru sandingar og suðuroyingar við sviðið soð. Ætlanin hjá samgonguni vendir heilt skeivt. Held­ur enn ódámliga og virð­ingar­ leyst at skerja tænastuna til hesi økir eiga vit at styrkja sambandið við út­jaðar­ økini, so vit kunnu skapa trivna og framburð kring alt landið. Júst tí løgdu Javn­ aðarflokkurin og Tjóð­veldi í samband við fíggjarlógina fyri 2012, eina ætlan fram, at broyta ferðaseðlaskipanina hjá Strandferðsluni til gagns fyri fólk uttanfyri megin­ økið. Ætlanin hjá okkum og Tjóðveldi er, at frameftir ver­ð­ ur gjald einans tikið fyri bilar og farm umborð á skipunum hjá Strandferðsluni, meðan ferðafólk skulu kunna ferð­ ast ókeypis. Bilar og farmur rinda Hesa skipan kenna vit frá undirsjóvartunlunum. Tá koyrt verður um firðir við bili ella bussi gjøgnum undir­ sjóvartunnlar rindar tú bert tunnilsgjald fyri bilin, meðan ferðafólkini í bilinum sleppa ókeypis. Ferðast tú hinvegin um firðir við Strandfaraskipum Landsins rindar tú ikki einans fyri bilin, men eisini ferðafólkini rinda ferðaseðil. Tað er ein sannroynd, at tað kann skjótt gerast kostn­ aðarmikið hjá einari familju við t.d. tveimum hálv­vaks­num børnum úr Suður­oy at fara ørindi norður um fjørðin við bili. Tá rinda øll hvør sítt gjald fyri túrin, um­framt at førarin rind­ ar fyri bilin. Hinvegin rindar ein familja bert eitt gjald fyri bil, tá ið tey koyra gjøgnum ein und­ir­sjóvartunnil. Ætlanin hjá Javnaðar­ flokkinum og Tjóðveldi sum varð løgd fram í samband við fíggjarlógina, var at hækka játtanina til Strandferðsluna við fýra mió. kr. í 2012, so ferðaseðlakostnaðurin fyri ferðafólk kundi minka við 40 prosentum beinanvegin. Ókeypis fyri ferðafólk í 2014 Henda tilgongd skuldi halda fram komandi tvey árini, so tað í 2014 kundi verða ókeypis fyri ferðafólk at ferð­ ast sjóvegis. Endamálið við uppskot­ in­um er sostatt at fara undir eina tilgongd at javnseta ferða­seðlakostnaðin millum tey, ið ferðast gjøgnum und­i­r­sjóvartunnlar, og tey, ið ferð­ast við skipum hjá Strand­faraskipum Land­sins. Út­jað­aran­um og ferða­vinn­ uni at frama. Hevur landskassin ráð… Hvørja ferð sparingar verða framdar, so hoyra vit at hetta er neyðugt, tí landskassin hevur ikki ráð. Hóast and­ støð­an í fíggjarnevndini setti 4 milliónir av á fíggj­ar­lógini fyri 2012 til at lækka ferða­ seðla­prísin við (varð niður­ stemma av sam­gonguni), so hevði fíggjarlógaruppskotið hjá andstøðuni heilar 218 milliónir minni í hallið enn fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni. Fíggjarlógaruppskotið hjá andstøðuni í fíggjarnevndini prógvar, at tað ber væl til at varðveita túratalið og lækkað um ferðaseðlaprísin, samstundis sum vit minkað um hallið á fíggjarlógini. Tað handlar um at raðfesta. Tíverri raðfestir samgongan øðrvísi. Vit í Javnaðarflokkinum fara tó enn einaferð at leggja uppskotið fyri Løgtingið, nú fíggjarkarmarnir fyri koma til viðgerðar í Løgtinginum. Ferðafólk eiga at sleppa ókeypis við Strandferðsluni Meðan samgongan ætlar at lækka um túratalið hjá Strandferðsluni ynskir Javnaðarflokkurin, at tað í 2014 verður ókeypis hjá ferðafólki at ferðast millum firðir. Aksel V. Johannesen Javnaðarflokkurin Tá ymiskir fak­bólkar ikki vera hoyrdir – biðir man um trupul­leikar V anliga er tað al­menna, sum “gloymir”, at taka fak­fe­løg ella onnur inn í við­gerð­ina, tá tilmæli um bygn­aðar­broytingar og líkn­andi skulu gerast. Og skapar hetta óneyðugt órógv í samfelagnum og mill­um “tey sum skulu út­ inna arbeiði”. Nýggjasta dømi um hetta er eitt álit um skúla­ skap í Tórshavn, har ein “skúla­stýrisbólkur” í Tórs­ havnar kommunu akku­ rát hevur handa nak­rar niðurstøður um fram­tíðar­ skúla­skap í Tórs­havn. Um vit skulu trúgva portalin­ um hava tey onkrar nið­ ur­støður um at lækka skúla­aldurin, ella stovna for­skúlar, niður­stø­ður um hvussu frítíðarskúla­ part­urin er skipaður ella lagdur. Tað kann vera, at onkrar av niðurstøðunum kunnu brúkast – men, haldi tó, at tað er sera undarligt at síggja niðurstøður av slíkum slag, uttan at nakar námsfrøðingur hevur verið við. Tað kann eisini vera, at eg leypi framav og at hetta ikki eru so væl gjøgnum hugsaðar niðurstøður, men eg kenni meg noyddan at koma við einari við­merk­ ing. Tankar um forskúlar og/ ella lækking av skúla­aldri­ num eru ikki so nýggjar – men, tað undrar meg at foreldur ókritiskt leggja upp til slíkt, í niðurstøðum til eitt tilmæli um skúlaskap í Tórshavnar kommunu. Vit hoyra í heilum um hvussu skúlin og skúla myndugleikin, ikki megnar sína uppgávu, og so vilja foreldur hava at børnini fáa “meira” av tí sama? Nei, heldur áttu vit, í felag, at sett okkum saman, foreldur, námsfrøðingar, lærarar, serfrøðingar, mynd­ug­leikar og onnur, sum hava við menning av menniskjum at gera, og hugt eftir hvussu vit kunnu skapa eitt betri læru­umhvørvi fyri øll. Har samanhangur og dygd eru frá vøggu­stovu fram til fróð­skapar­setur. Nøkur privat fólk skip­ aðu einaferð fyri einum degi, sum eg meini bleiv kallaður “Fólkaskúlin um 20 ár”, hetta var eitt sera spenn­ andi átak, og eiga fleiri slíkir evnisdagar verða skipaðir, soleiðis at vit veruliga fáa ment nakrar tankar og fyri síðani at arbeiða við, at fremja nakrar veruligar broytingar í føroyska læru­ umhvørvinum. So eg vil mæla til at vit í Føroyum veruliga seta okkum niður, at finna góð­ ar og haldbarar loysnir fyri framtíðar skúlaskapin. Enn hava vit møguleikan, at gera okkurt nýskapandi. Jógvan Philbrow Næstformaður Føroya Pedagogfelag kjak