fríggjadagur 13. apríl 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Fólksins ogn – Fyrri partur
S
einastu vikurnar er
nógv sagt og skrivað
um
fiskivinnuna,
hvussu hon skal regulerast,
hvør skal hava loyvi at fiska,
hvørjar treytir skulu leggj
ast á, hvussu hon skal skatt
ast, og hvør eigur fiskin.
Tað er sjálvandi einki løgið
í hesum, vit hava lítið ann
að at liva av. Helst eru tað
eisini eftirgjálvarnir eftir
makreløðina í fjør, ið er ein
høvuðsíbirtari undir kjak
inum.
Tað, sum sermerkir hetta
kjakið – og sum tíverri heldur
ikki er óvanligt í Føroyum –
er, at hvør hevur sína (patent)
loysn, og luttakararnir sita
hvør í sínum horni og rópa
eftir hvørjum øðrum. Fáar
royndir tykjast vera at finna
semjur. Eitt undantak var
kronikkin hjá Páll Isholm
í
Dimmalætting
tann
1.
februar, har hann sóknast
eftir einari breiðari viðgerð
av málinum. Hann sigur
m.a.: »Eg eri ikki búskapar
frøðingur, reiðari ella fiski
klógv. Men eg eri borgari í
einum landi, sum nógv ár
framyvir kemur at seta sítt
álit á fiskatilfeingið, sum
kring oyggjarnar svimur. Tí
er neyðugt, at viðgerðin av
uppboði av »fólksins ogn«
fær eina breiðari og opnari
viðgerð, enn tað, vit eru vitni
til í løtuni«. Minnist meg
rætt var einasta aftursvarið
hann fekk var frá einum
búskaparfrøðingi, ið fortaldi
honum, at hann hevði einki
skilt av nøkrum.
Sjálvur eri eg í somu støðu
sum Páll. Hóast eg gjøgnum
nógv ár eftir førimuni havi
roynt at fylgja við í almenna
orðaskiftinum, má eg geva
búskaparfrøðinginum rætt:
eg skilji púra svartasta einki.
Hóast kjakið hevur snúð
seg um okkara suverenu
høvuðsvinnu, ið framvegis
er einasta vinnan, ið skaffar
okkum pengar at liva fyri (eg
komi seinni til alivinnuna),
hevur einki verið at sæð ella
hoyrt til nakrar royndir at
koma við heildarmetingum
um, hvat samanumtikið man
vera frægasta loysnin. Ein
hevur rópt um uppboðssølu
sum
loysnin
av
øllum
trupulleikum, annar um til
feingisgjald, triði um eyka
skatt, og teir flestu (tað eru
stórt sæð bert menn) um
fólksins ogn.
Hetta seinasta fær meg
at hugsa um aðrar ognir, ið
fólkið saktans hevur eins
stórar aktiur í, sum í fiski
vinnuni. Eg hugsi um al
mennu jørðina, alivinnuna
og oljuvinnuna. Meðan tann
seinasta uttan stórvegis al
ment orðaskifti hevur fing
ið karmar at virka undir,
ið stórt sæð svara til teir
karmar, ið altjóða oljuvinn
an er von við, hevur lítið
verið at sæð í kjakinum um
alivinnuna og enn minni
um landsjørðina. Og so er
tað regnið, ið vit saktans
eru øll um, tá tað kemur av
himli. Tá einkarrætturin hjá
SEV at brúka meginpartin
av vatninum til ravmagns
framleiðslu gongur út kom
andi ár, skuldi borið til at
fingið nakrar krónur burtur
úr til eigararnar, men tað
verður ikki gjørt meira við
tað í hesum umfarinum.
Sum eina roynd at breiðka
kjakið fari eg at loyva mær
at minna á, hvussu hesar
vinnur søguliga hava verið og
eru reguleraðar av almennu
myndugleikunum.
Okkurt
av hesum kundi kanska verið
við til at givið íblástur til tað
stórarbeiðið, ið framvegis er
óloyst, nevniliga at skapa
meira varandi karmar um
okkara høvuðsvinnu.
Almenna jørðin
Føroyar munnu vera einasta
land um okkara leiðir og
langt útum tær, har tað al
menna framvegis eigur eina
stíva helvt av allari landsins
jørð. Eg vildi meint, at tá tað,
sum í havinum svimur, er
ogn fólksins, má tað sama
vera galdandi um ta jørð, ið
vit ganga á og uttan stórvegis
ómak kunnu velta epli, røt
ur og annan góðan mat í,
bara vit tíma. Hvussu hava
myndugleikarnir so umsitið
hesa ogn okkara?
Um næstseinasta aldar
skiftið, tá landbúnaður enn
var ein høvuðsvinna, vóru
grundleggjandi broytingar
og nútímansgerð av so gott
sum øllum viðurskiftum, ið
høvdu við jarðarbrúk at gera,
fyrireikaðar og fullfíggjað
lógaruppskot gjørd. Helst
fyrst og fremst orsakað av
mótstøðu frá sterkum egin-
áhugamálum vórðu hesar
nýskipanir ikki settar í verk
fyrr enn í 1930árunum. Hóast
t.d. útskiftingarlógin eisini
kom óðalsmonnum til nyttu,
var meginlógarverkið um
almennu jørðina, ella »Stat
ens Fæstegods«, sum tað tá
varð nevnt. Vanliga heitið
millum manna var kongs
jørðin.
Í 1950 samtykti løgtingið
at yvirtaka kongsjørðina.
Tingmenn sóknaðust eftir,
hvørjar ætlanir landsstýrið
hevði við yvirtøkuni og
hvussu brúkið av almennu
jørðini skuldi skipast eftir
yvirtøkuna, men har kom
einki svar.
Í 1988 samtykti løgtingið
lóg um landsjørð, har tað
m.a. varð ásett, at »Festið
skal røkjast sum eitt væl
umsitið
jarðarbrúk.
Eftir
skráseting av hvørjum festi
verður framleiðsluskyldan
hjá hvørjum festi sær ásett.
Landsstýrið ásetir í kunn
gerð nærri reglur um fram
leiðsluskylduna og tey tiltøk,
ið neyðug eru, fyri at bøndur
kunnu lúka sína skyldu.
Jarðarráðið hevur eftirlit
við, um framleiðsluskyldan
verður hildin.« Tað er helst
óneyðugt at siga, at hvørki
skrásetingin ella kunngerðin
vórðu nakrantíð sett í verk.
Í 2004 kom nýggj lóg
um landsjørð, sum hevði
somu ásetingar um fram
leiðsluskyldu,
skráseting
og kunngerð, bert við teirri
broyting, at nú var tað Bún
aðarstovan, sum kom í staðin
fyri Jarðarráðið, ið skuldi
hava eftirlitið. Framvegis
eingin skráseting og eingin
kunngerð. Longu í 2007 kem
ur aftur nýggj lóg um lands
jørð, og nú er vent í holuni.
Framleiðsluskyldan
verð
ur avtikin við teirri løgnu
grundgeving,
at
»Trupult
hevur verið at gera fyri
sitingarlig átøk, sum muna
fyri at halda ásetingina í
lógini um framleiðsluskyldu«.
Ikki eitt orð verður sagt
um, hvat hevur verið roynt
og hvørjir trupulleikarnir
vóru.
Samstundis
kemur
eitt heilt nýtt fyribrigdi inn í
lóggávuna: rættur festarans
at avhenda og veðseta festi
brævið og at keypa innistøðu,
sethús, fjós og aðrar bygn
ingar, ið hoyra til festið. Í
viðmerkingunum til lógina
verður sagt, at við hesum fáa
festarar nærum javnbjóðis
umstøður at virka vinnuliga,
sum aðrir vinnurekandi.
Her haldi eg tað má vera
nattúrligt at spyrja: Hví so
ikki taka stigið fult út og lata
teir sleppa at keypa jørðina
og á hendan hátt javnstilla
teir við aðrar vinnurekandi?
Sum tølini niðanfyri vísa eru
pengar at heinta her. Tílíkt
bar til tá Argjamørkin við
spitalskahospitalinum varð
seld í 1828 og Lítla Dímun í
1850. Nevnast kann eisini,
at løgtingið í 1850 og aftur í
1899 samtykti, at kongsjørðin
skuldi verða seld.
Nøkur tøl at enda
Landsjørðin, ella fólksins
ogn, er umleið helmingurin
av Føroya jørð ella einir
700 ferkilometrar. Hendan
jørðin er av teimum mynd
ugleikum, ið umsita hana
vegna okkum eigarar, leigað
ella fest sum tað eitur, til
knappliga 400 festarar, ið
hava millum nakrar gyllin
og tjúgu merkur hvør um
hendur, vanliga fyri lívið
ella til teir verða 70. Samlaða
festigjaldið
ella
leigan
fyri hesa jørð er 25,402,02
krónur, svarandi til einar
35 kr fyri ferkilometurin.
Lægsta leigugjaldið er 4,65
kr og hægsta gjaldið 800
kr. um árið, ja, tú las rætt:
um árið. Kalla tað hvat tú
vilt, festigjald, leiga ella
tilfeingisgjald, ikki er hetta
nógv fyri 700 ferkilometrar.
Tað sigst, at leigan hevur
ikki verið dagførd síðan
seinast í 19. øld. Samlaða
ársleigan røkkur neyvan til
eina mánaðarløn fyri eitt av
teimum fólkum, sum í stovn
um og grunnum sita og um
sita hesa jørðina.
Búnaðarstovan hevur í
kunngerð ásett prísir fyri sølu
av landsjørð. Hægsti prísur
er fyri velt lendi sum liggur
væl fyri í Havn 137 kr fyri
fermeturin, og lægsti prísur
fyri haga á útoyggj 22 kr fyri
fermeturin. Ein miðalprísur
er 71 kr fyri haga, ið liggur
til størri bygdirnar. Leggja
vit hesar prísir til grund – og
hví skuldu vit ikki kunnað
tað, Búnaðarstovan er evsti
Halgir
Winther
Poulsen
Advokatur
Samlaða festigjaldið ella leigan fyri landsjørðina
er 25.402 krónur og 2 oyru – ella 35 krónur fyri
ferkilometurin