fríggjadagur 13. apríl 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
serkunnleiki á økinum –
fáa vit við lægsta prísinum
virðið av landsjørðini at
vera einar 15 milliardir og
við miðalprísinum einar 50
milliardir. Her skal ikki nógv
seljast fyri at fylla ein tóman
landskassa og gjalda alla
almennu skuldina.
At enda fyri at eingin mis
skiljing skal vera: Eg havi als
einki ynski um at leggja stein
oman á byrði hjá bøndrunum.
Eg kenni nógvar bøndur, ið
arbeiða longri og strævnari
dagar enn tey flestu, uttan
at gerast ríkir. Eg haldi bara,
at tíðin langt síðani er farin
frá at pjøssa upp á eina
miðaldarliga
feudalskipan
fyri hendan vinnuvegin, ein
skipan ið bert forðar drívandi
bóndum í at reka nútímans
virksemi.
Alivinnan
Eitt tað fyrsta, vit síggja til
almenna regulering av ali
vinnuni, er í einari sera stutt
orðaðari lóg frá 1974 um bygg
ing v.m. av virkjum til kleking
av rognum og til fiskaaling.
Lógin er sera liberal og sigur
stórt sæð ikki annað enn,
at søkjast skal um loyvi frá
landsstýrinum til hesi enda
mál.
Í
viðmerkingunum
verður m.a. sagt at »Tað er
hugsandi, at áhugin fyri
fiskaaling verður vaksandi
og nýggjar alistøðir verða
settar á stovn í komandi
árum.«
Fiskivinnunevndin
tekur undir og leggur afturat
»at menn, ið hava hug og
kunnleika til sílaaling við
vinnuligum endamáli ikki
eiga at verða forðaðir í at
útinna slíkt vinnuligt yrki«,
men er annars samd við
landsstýrinum í, at alment
eftirlit eigur at vera. Lógin
varð einmælt samtykt av
løgtinginum.
Longu miðskeiðis í fimmti
árunum fingust suðuroy
ingar við sílaaling í Hovsdali,
men máttu gevast, tá sílini
doyðu av eitrandi evnum frá
vegagerðini Hov – Øravík, og
høvdu ikki ráð at byrja av
nýggjum. Í sjeytiárunum fór
Júst í Túni undir sílaaling í
Skálabotni. P/f Fiskaaling
varð stovnað í 1970 at standa
fyri
kynbótaarbeiði
við
laksi og sílum. Í 1973 yvirtók
landið felagið. Miðskeiðis í
áttatiárunum mundu vera
eini 65 alarar, hvør við sínum
aliringi. Úrslitið var misjavnt
m. a. orsakað av sjúkum og
laksalús.
Í 1988 kom nýggj lóg um
aling av fiski. Nú vórðu treyt
ir orðaðar í lógini fyri at fáa
aliloyvi, og tað er týðuligt, at
enn er tað sjónarmiðið gald
andi, at alingin skuldi vera
í smáum eindum runt um
landið, helst sum hjávinna til
aðra vinnu. Í lógini er hetta
orðað soleiðis: »Teir, sum av
gerðarrættin skulu hava á
alistøðini í fyrsta lagi búgva á
staðnum, har aliloyvið verð
ur givið, í øðrum lagi hava
serligt tilknýti til staðið og í
triðja lagi eru fastbúgvandi
í Føroyum, og at eingir av
eigarunum av ætlaðu støð
ini eiga týðandi part í meira
enn tveimum ali- ella smolt
støðum.«
At hetta var almenni poli
tikkurin tá sæst eisini av
viðmerkingum landsstýrisins
til lógaruppskotið, har m.a.
verður sagt, at »Um alivinn
an skal skula stimbra lokala
vinnulívið á staðnum, er
helst neyðugt at tryggja,
at lokalar kreftir hava av
gerðarrættin á alistøð« og
neyðugt er at »fyribyrgja, at
alivinnan verður á heilt fáum
hondum«. Ídnaðarnevndin
tók undir við hesum og legði
afturat, at tað »snýr seg um
viðurskifti, ið eru átøk lunn
indum, soleiðis at tey, ið
búgva á staðnum, eiga fyrsta
rættin at gera nýtslu av teim
um náttúrugivnu møguleik
unum.«
Lógin varð broytt fleiri
ferðir, ofta við stuttum mill
umbilum. M.a. vórðu regl
urnar um avmarking av
ognarparti
liberaliseraðar,
eins og avmarking av út
lendingaparti varð hækkað
úr 33 upp í 49 prosent fyri at
enda at verða fullkomiliga
avtikin.
Somuleiðis
varð
loyvt at veðseta aliloyvi,
eins og krøv um lokalt til
knýti
hjá
loyvishavarum
varð slept. Hvussu vánalig
støðan var í 2004 sæst av
hesum orðum landsstýrisins
í viðmerkingum til eitt upp
skot
um
lógarbroyting:
»Støðan í alivinnuni er nú
fullkomiliga endavend, og
vinnan er í so stórari kreppu,
at spurningurin er, hvussu
stórur partur av alivinnuni
kann hóra undan. Váðafúsur
kapitalur er ringur at fáa
eyga á í dag.«
Í 2009 kom ein nýggj
alilóg í staðin fyri lógina
frá 1988, ið var broytt fleiri
ferðir. Nú varð skotið upp,
at eigaraavmarkingin varð
hækkað úr 25 prosentum
upp í 50 prosent, vísandi
til »handilsligt virkisfrælsi
og møguleikar at optimera
bygnaðin«. Sum dømi um
skiftandi politikkin kann
verða nevnt, at reglurnar um
eigaraavmarking vórðu strik
aðar í 1990 orsakað av vána
ligu støðuni í alivinnuni, men
settar innaftur í lógina í 2001,
tá við hægst 25 prosentum.
Aliloyvini skuldu fram
vegis vera galdandi í 12 ár,
roknað frá útskrivingardeg
num, men kundu verða end
urnýggjað. Aliloyvini skuldu
framvegis kunna avhendast
og veðsetast.
Í dag er støðan tann, at vit
hava tríggjar stórar alifyri
tøkur, harav tann eina eigur
50 prosent av aliloyvunum
ella meira, alt eftir hvussu
tað verður roknað, og alla
fóðurframleiðsluna, og sam
bært almennum tíðindum
eiga útlendingar smá 65 pro-
sent av partapeninginum.
Av hinum báðum feløgunum
eiga
útlendingar
annað.
Meginparturin
av
hesari
»fólksins ogn« er sostatt á
útlendskum hondum, so her
er nógv broytt síðan áttati
árini, tá avbygdamenn ikki
sluppu at eiga í aliringi í
grannabygdini.
Oljan
Tá vit yvirtóku rættindini
til ráevni í føroysku undir
grundini í 1992, fingu føroy
ingar atgongd til potentiell
ómetalig virði – væl at merkja
um nøkur olja er at finna. Tað
gekk ikki long tíð, áðrenn vit
høvdu neyðugu lóggávuna
upp á pláss, so farast kundi
undir forkanningar, og longu
í 1998 varð samtykt ein lóg um
kolvetnisvirksemi, ið stendur
mát við nútímans lóggávu í
okkara grannalondum. At
eingin rakstrarverdur olju
fundur er gjørdur enn er
eitt annað mál, men enn
tykjast altjóða feløg at hava
so mikið álit á økinum og
rammuverkinum, at tey vilja
satsa milliardaupphæddir í
leitingini.
Av tí at ognarrætturin
til annað náttúrutilfeingi
hevur verið mikið umrøddur
seinastu tíðina, haldi eg
tað vera vert at siga nøkur
orð um hvør »eigur« oljuna.
Her er helst av áhuga at
gera eitt rend í tíð og stað,
til Danmarkar í 1930unum.
Tá komu tey eftir at okkurt
kundi vera í undirgrundini,
sum vert var at hava eyguni
við, og sum staturin átti at
hava eftirlit við. Ikki var tað
olja, hugsað var um, eingin
roknaði tá vit, at olja var at
finna um hesar leiðir. Trupul
leikin var bara tann, at ymisk
evni longu vóru útvunnin
av privatum, og tí ikki sum
at siga tað hjá tí almenna
at leggja seg á. Herafturat
kom, at javnaðarmenn sótu
í stjórnini meðan Venstre, ið
enn var ein bóndaflokkur, sat
í andstøðu. Tað ráddi tí um at
»finde en grimasse, som kan
passe«, ið danir mangan eru
meistarar í. So eisini her. Í
lógini, sum kom í 1932, varð
ognarrættur ikki nevndur,
tað kundi ført til óneyðuga
øsing um ognartøku. Í staðin
sigur lógin, at tílík ráevni, ið
eingin hevði fingist við at
útvinna, »tilhører Staten«. Í
viðmerkingunum varð dent
ur lagdur á, at tað ikki var
talan um nakran veruligan
ognarrætt, men heldur um
heimildir til myndugleikarnar
at regulera og skipa fyri hes
um virkseminum.
Oljuráðleggingarnevndin,
ið m.a. gjørdi uppskotið til
lógina um kolvetnisvirksemi,
bygdi á danska fyridømið,
men fór nakað longri: Í sjálv
ari lógini brúkti hon orðini
»..hoyra landinum til«, meðan
hon í viðmerkingunum segði,
at ráevnini vóru landsins
ogn. Tá uppskotið kom fyri
tingið var orðingin »hoyra
Føroyum til», meðan Vinnu
nevndin broytti orðingina
til »..hoyra Føroya landi til»,
og hetta gjørdist so endaliga
orðingin í lógini.
Lógin um kolvetnisvirk
semi frá 1998 byggir á eina
loyvisskipan. Endamálið er
at miða ímóti varisligari og
skynsamari leiting eftir og
gagnnýting av kolvetnistil
feinginum til gagns fyri før
oyskan búskap og arbeiðs
vinnu í Føroyum, ikki ólíkt
orðingini í fiskivinnulógini.
Landsstýrið
kann
veita
einkarrætt til leiting eftir
og framleiðslu av kolvetn
um á neyvt ásettum økjum
við gjølla ásettum treytum.
Krevjast kann, at viðkomandi
fyritøkur hava neyðugan sak
kunnleika, royndir, førleika
og fíggjarorku. Treytir kunnu
setast um brúk av føroyskari
arbeiðsmegi, veitingum og
tænastum. Kravt verður eis
ini, at loyvishavarin stovnar
og varðveitir eitt skipað til
knýti til Føroyar.
Høvuðsreglan er, at loyvi
einans verða veitt eftir at lýst
er alment eftir umsóknum til
ávíst leitingarøki. Tó kunnu
undantak gerast í serligum
føri, um eitt felag sendir inn
umsókn uttan at alment er
lýst eftir umsóknum. Tá skal
boðast frá, at tílík umsókn
er innkomin, so onnur fe
løg hava høvi at senda um
sóknir inn til sama øki. Leit
ingarloyvi verða veitt fyri
12 ár, ið kann leingjast til
í mesta lagi 16 ár. Felag, ið
hevur funnið rakstrarverdar
nøgdir av olju hava krav at
fáa útvinningarloyvi, sum í
mesta lagi er fyri 30 ár. Eftir
at hesar freistir eru runnar,
falla loyvini aftur til tað
almenna uttan endurgjald.
Framhald
kjak
Í dag er støðan tann, at vit hava
tríggjar stórar alifyritøkur, harav tann
eina eigur 50 prosent av aliloyvunum
ella meira, alt eftir hvussu tað verður
roknað, og alla fóðurframleiðsluna,
og sambært almennum tíðindum
eiga útlendingar smá 65 prosent av
partapeninginum
Av tí at ognarrætturin til
annað náttúrutilfeingi
hevur verið mikið um
røddur seinastu tíðina,
haldi eg tað vera vert at
siga nøkur orð um hvør
»eigur« oljuna