Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 44 - 4. mars 2004 Nr. 44 - 4. mars 2004 21 Týsdagin var almenn móttøka í snotuligu og rúmligu leguhús- unum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Nesvík. Væl av fólki var møtt at heilsa nýggja aðalskrivaran- um, Vagn Foldbo og samstundis at takka fráfarna skrivaran- um, Tom Skaale, fyri tíðina, hann hevur tikið sær av hesum starvi. Undan Vagni og Tom, sat Ásbjørn Jacobsen sum aðal- skrivari hjá heima- missiónini SAMKOMA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Millum tey, ið komin vóru saman í leguhúsinum í Nes- vík seinnapartin týsdagin, vóru bæði kend og minni kend andlit - prestar, missi- ónsfólk, umboð fyri stovn- ar og viðskiftafólk hjá heimamissiónini. Longu í rúmligu gongini sást, at her var rættiligur hátíðardámur yvir degnum. Tvey borð á tremur við blómum, gávum og heils- anum til fráfarna og kom- andi skrivaran. Røður vórðu hildnar, har tøkkir vórðu bornar Tom og familju hansara fyri trúgvu tænastuna – og heilsanir og góðynski borin Vagni, nú hann verður aðalskrivari hjá missiónini. Øll, ið stukku inn á gólv- ið, fingu góðan og væl- smakkandi pinnamat, sum stóð á vakurt prýddum borðum við blómum. Petur Hans Hansen og Thomas Dam spældu og sungu vakrar sangir, sum settu sín serstaka dám á løtuna. Prestur takkaði Tað var Bergur Debes Joen- sen, prestur, sum vegna høvuðsstýrið fyri Kirkju- ligu Heimamissiónina bjóðaði vælkomin. – Tað er sera hugnaligt at síggja so mong, sum komin eru bæði nær og fjar. At vera saman við vinum og kenningum, er hugnaligt, og gleðiligt er eisini at síggja umboð fyri stovnar og viðskiftafólk annars. Tøkk skulu tit hava, sum hava leitað tykkum norður um brúnna í dag. Bergur segði, at fyri jól varð greitt, at aðalskrivara- skifti var í umbúna í heima- missiónini. Eftir ætlan vildi Tom vera í starvinum til 1. januar í ár – ella, til annar aðalskrivari varð funnin. – Aðalskrivaramálið var til viðgerðar nakrar ferðir í høvuðsstýrinum, men sum kunnugt, hanga aðalskriv- araevni ikki á trøunum. Og tó; í dag skulu vit so siga aðalskrivaranum í skjótt 9 ár, Tom Skaale, farvæl og takka honum fyri tíðina, samstundis sum vit bjóða nýggja skrivaranum, Vagn Foldbo, vælkomnum. Dugnaligur skrivari Bergur segði, at bæði tá ið Tom var í Keypmannahavn og í Eliaskirkjuni, var hann væl lýddur og hevði stóra ábyrgd. Prestur vísti til orðini í Gal. 6,2, har skrivað stendur: "Berið byrðar hvør hjá øðrum". Hann helt fyri, at tað besta í hesum orðum er samanhangurin, sum hetta versið skal skiljast í. Sam- anhangurin er nevniliga Jesu orð í Matteus-evang- eliinum, 11,28: "Komið higar til mín øll tit, sum ar- beiða og ganga undir tung- um byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu." – Vit kunnu bera, tí vit vera borin. Og vit bera bara í tann mun, vit verða borin. Tað, vit hava, hava vit fing- ið. Eisini tað, vit hava fing- ið at virka og tæna við. Evnini hava vit fingið frá skapara okkara í føðingar- gávu. Heilaga andan og andans gávur í frelsugávu. So, alt gott er frá Gudi, og tí hevur hann alla æruna fyri tað, sum Tom hesi ár hevur avrikað innan heimamissi- ónina. Við-og mótspæl Og Bergur helt fram: – Høvuðsstýrið takkar tær hjartaliga fyri tann vilja, tað nærlagni og ta orku, tú hevur lagt í starvið sum aðalskrivari okkara. Tú hevur roynst høvuðsstýrin- um ein sera góður skrivari. Arbeiðssamur, skjótur og framsíggin hevur tú verið. Tað takka vit tær fyri. Bergur segði seg sam- stundis vóna, at bæði høv- uðsstýrið og hann sum formaður hava givið Tom neyðugt við-og mótspæl hesi árini, hann hevur verið aðalskrivari. Prestur ynskti Tom sign- ing við nýggju størvunum og bað hann ansa væl eftir sær sjálvum. Samstundis heitti hann á kirkju-og missiónsfólk í Havn, har Tom nú verður virkin, um at taka væl ímóti honum. – Bøn og menniskjanslig umsorgan er alneyðug fyri starvsfólk í Guðs tænastu, segði hann. Stór gleði… Formaðurin í høvuðsstýrin- um vendi sær síðan til Vagn Foldbo og ynskti honum vælkomnum – aftur. – Tú hevur verið í starvi hjá okkum áður. Tú ert høvuðsmaðurin aftanfyri missiónssangbókina, sum vit ikki kunnu liva fyri- uttan. Bergur segði, at gleðin í høvuðsstýrinum var stór, tá ið Vagn boðaði frá, at hann tók við starvinum sum aðalskrivari. – Vit kenna teg á so mongum økjum. Tú er kendur í Leirvík og økinum har fyri kórarbeiði – og eisini um landið við leikluti tínum á sangskeiðum. Vit hava sæð teg í heimamissi- ónini við uppsetingarar- beiði og í Bláa Krossi. At tú so eisini hevur verið við í stýrisarbeiði í Leivíkar missiónshúsi, barnaarbeiði og hevur regluliga havt møti, er eisini gott og gagn- ligt, nú tú ert vorðin aðalskrivari, segði Bergur. Prestur vendi sær síðan til starvsfólkini hjá heima- missiónini, landsnevndar- limir, stýrir og missiónsfólk um landið: – Takið Vagn og familju hansara - Sólrun, Kristinu og Ólivar – til tykkum og biðið fyri teimum! Sáa og væta Bergur vendi sær at enda aftur til Vagn Foldbo. – Nú ert tú starvsfelagi okkara í landsarbeiðinum hjá heimamissiónini – tú ert okkara dagligi odda- maður. Men minst til, at ert tú starvsfelagi okkara í kristiliga arbeiðinum hjá missiónini, ert tú eisini Guðs starvsfelagi. Vit eru Guðs starvsfelagar og starvsfelagar hvør hjá øðr- um. Prestur vísti á, at tey, sum eru í Guðs tænastu, kunnu bert sáa og væta, sum Paul- us skrivar í korintbrøv- unum. – Tað er Guð, sum gevur vøkstur. Vit kunnu bera byrðar, men tað er ein, sum ber okkum og allan heimin – hendan heim, sum Kirkjuliga Heimamissiónin er sett at virka í, segði Bergur Debes Joensen, for- maður í høvuðsstýrinum. – Vit sáa, væta og bera tí vit vera borin av Guði Leiðarin á Runavíkar Sjómansheimi í mong ár, Jakku Højgaard, var eisini við til móttøkuna Mynd: Vilmund Jacobsen Millum tey mongu, ið vóru við til hugnaligu løtuna í Nesvík týsdagin, vóru prestarnir, Peter O. K. Olofsson og Emil Olsen Mynd: Vilmund Jacobsen Nógv fólk var samankomið at takka Tom fyri tíðina sum skrivari og heilsa Vagni, nú hann verður dagligi oddamaðurin hjá Kirkjuligu Heimamissiónini Mynd: Vilmund Jacobsen Thomas Dam og Petur Hans Hansen settu sín serstaka dám á løtuna við sangi og tónleiki Mynd: Vilmund Jacobsen Teir fingu báðir heilsanir, blómur og gávur, t.v. nýggi aðalskrivarin, Vagn Foldbo og aðalskrivarin seinastu árini, Tom Skaale Mynd: Vilmund Jacobsen Bergur Debes Joensen, formaður í høvuðsstýrinum, handar Tom Skaale málning fyri trúgva og góða tænastu Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 21 20