Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 4. mars 2004 23 Nr. 44 • hósdagur • 4. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Hans Fróði hevur fingið loyvið Spæliloyvið hjá Hans Fróða Hansen varð í seinstu viku sent til íslendska Fram, sum sostatt endaliga hevur fingið pappír upp á verjuleikaran. LEIKARASKIFTI Jákup Mørk Tað hevur verið ein søga av teimum heldur drúgvu, nú Hans Fróði Hansen enda- liga hevur fingið staðfest sítt loyvi at spæla við ís- lendska Fram. Longu í heyst søgdu vit her í blaðnum, at Hans Fróði saman við Fróða Benjaminsen var ávegis til íslendska Fram, men at byrja við vórðu hesar søgur tó avsannaðar. Seinni gjørdist talan til samráðingar millum B68 og Fram, men hóast leikar- arnir báðir fyri góðum mánaði síðani fóru til Ís- lands, so hevur gingið striltið við spæliloyvinum hjá Hans Fróða. Sum skilst, so var or- søkin fyrst og fremst, at B68 vildi hava nøktandi trygd fyri pengunum, sum teir skulu hava.Og fyrr enn hetta varð gjørt, vildu teir ikki útflýggja nakað spæli- loyvi. Á heimasíðuni, www.b68.fo, verður nú staðfest, at spæliloyvið varð sent Fram í seinastu viku. Við heimasíðuna sig- ur Niclas Davidsen, for- maður í B68, at talan var um formalitetir, sum teir vildu hava upp á pláss, men at hesir nú eru avkláraðir. So eftir eina bíðitíð upp á nærum hálvt ár, er nú enda- liga greitt, at Hans Fróði Hansen fer at spæla við Fram hetta kappingarárið. Hans Fróði Hansen kann nú loksins tørna út fyri íslendska Fram Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 17 14 - 3 45 16 29 20 2 TB 17 13 - 4 44 15 29 18 3 Dráttur 17 10 - 7 37 26 11 16 4 ÍF 17 7 - 10 25 33 -8 10 5 KÍF 17 6 - 11 22 42 -20 7 6 Fleyr 17 1 - 16 9 50 -41 1 Um vikuskiftið tryggjaði liðið hjá Klaus Adamsen sær danska meistara- heitið í bridge BRIDGE Bogi Simsen Fyrst ein lítil stubbi um FM- kappingina fyri pør. Her skuldi hálvfinalurnar eftir ætlan verið leiktur seinasta leygardag, men eru hesar nú fluttar til komandi leygar- dag. Samstundis er tilmeld- ingarfreistin flutt til 5. mars. DK- Finalan: Klaus Adamsen – Peter Schaltz: 149,5-138 Fyri nógvar føroyskar Bridgespælarar er tað, at fylgja við í bestu donsku bridgedeildini tað sama, sum tað er hjá fótbótls- fjepparum, at fylgja við í enskum fótbólti. Hetta vikuskiftið varð so vinnarin av donsku kappingini funn- in. Nógv vóru tey, ið hugdu eftir finaluni á alnetinum á www.swan.dk. Finalan stóð millum lið- ini hjá Klaus Adamsen og Peter Schaltz. Tað gjørdist ein sera jøvn og spennandi finala. Liðið hjá Peter Schaltz stóð til at vinna finaluna, men tvey fylgj- andi kostnaðarmikil spøl gjørdu, at liðið hjá Klaus Adamsen kortuni vann. Hetta var annað av spøl- inum, ið vendu finaluna til fyrimunar Klaus Adamsen. V/NS EKD 8 D1092 B10732 B97 10864 EB10976 D32 8 K6 D65 EK94 532 K54 EB7543 8 Suður meldaði ikki tann vinnandi 5R, men valdi at straffa 4H, hetta skuldi koma til at kosta nógv. Efter SE og SD skifti Norð- an til R10, ið REv tók via RK, og Sunnan spældi R5 aftur. Eftir hetta vinnur vestan meldið við at klípa eftir HK og skvisa norðan, ið skal halda báðum teim- um svørtu litinum. Danska finalan V N E S Peter Thorvald Mathias Jan Fredin Aagaard Bruun Nicolaisen 2R pas 3H pas pas D pas 4R ap. 2R = Multi 3H = Pass or correct 11 stik 150 V N E S Dennis Dorthe Klaus Peter Koch-P Schaltz Adamsen Schaltz 2H D 4H D ap. Ein dystur Ein flogbóltsdystur er á skránni hóskvøldið. Hesin verður í Gunda- dalshøllini, har Fleyr tek- ur móti KÍF, og tó at dyst- urin ikki hevur nakran týdning fyri oddastríðið, so fara báðir partar helst at leggja nógv fyri. Fleyr endar uttan iva kappingarárið á niðasta plássinum, men skulu tær pynta eitt sindur um, so er møguleikin fyri hesum helst í hesum dystinum. KÍF fekk at kalla øll síni stig longu fyrstu umførini av kappingini, og spurn- ingurin er so, hvørt tær nú kunnu vísa, at hóast laku úrslitini, so eiga tær ikki at metast sum veikasta liðið í deildini. Dysturin er settur at byrja kl. 20.00. -jm Ellis- & avlamis- heimið í Vágum Frítíðaravloysarar Søkt verður eftir sjúkrasystrum, sjúkrahjálparum, heilsuassistentum og heilsuhjálparum umframt ymiskum hjálparfólki, ergo- og fysioterepeuti og húsavørði. Skrivlig umsókn við neyðugum prógvum o.ø. verð- ur at senda til heimið áðrenn 24. mars 2004. Ársaðalfundur Fornminnisfelagið í Nes kommunu heldur ársaðal- fund í gamla prestagarðinum á Nesi 13/3-2004 kl. 15.30. Skrá sambært lógum felagsins. Nevndin Hús í Árnafirði til sølu ella leigu Um hóskandi boð fæst,eru sethús í Árnafirði á matr. nr. 54, til sølu ella leigu. Húsini eru í tveimum hæddum á umleið 75 fermetr- ar. Grundøkið umleið 522 fermetrar. Byggiár 1957. Í stovuhæddini eru: Durur, køkur, tvær stovur og vaskirúm.Í ovaru hæddini eru: Fýra kømur og wc og bað. Húsini eru vælhildin, nýtt tak, nýggj vindeygu og klødd við plastik. Tlf. 455893 ella 281893 Maskinførari Søkt verður eftir maskinførara at byrja beinanvegin. Timburmaður Søkt verður eftir timburmanni at byrja beinan- vegin. Áhugað kunnu ringja til tlf. 449270, fart. 227255 C M Y K 23 22