Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. apríl 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Badminton Innleiðandi umførini í FM-kapp­ ingini í badminton verða spæld eftir at blaðið er farið til prentingar, og tískil stendur framvegis ógreitt, hvør mannar finalurnar í ár. Hjá kvinn­unum í fjør var tá einans 15 ára gamla Rannvá D. Carlsson um at koppa oyggjaleika-gullvinaranum, Sigruni Smith, í finaluni, men hon mátti at enda lúta tepurt í triðja og av­gerandi setti. Sigrun Smith verður ikki við í kapp­ingini í ár, og er tað tískil greitt, at hon ikki endurtekur FM- heitið. Hinvegin hevur fleirfaldi før­oya­meistarin, Guri Poulsen, vant regluliga í ár, og liggur hon væl fyri í mun til eina FM-finalu, somuleiðis sum ein skaðaplágað Rannvá D. Carlsson eisini ger tað. Hjá monnunum er Aksel Poulsen føroyameistari og harvið sjálvsagt ein av favorittunum í ár. Eisini tap­ andi finalisturin í fjør, Benjamin Gunnarstein, kemur úr Danmark, har hann býr, til Føroya. Tað sama ger Niklas Eysturoy, sum er við at grava góða formin fram aftur eftir regluliga venjing í Århus, har hann er lesandi. Borðtennis Í finaluni hjá monnum í ár verður 15-faldaði føroyameistarin, Peter H. Niclasen, aftur at síggja. Hóast hann ikki venur eins nógv, sum hann gjørdi í sínum gyltu árum, er hann framvegis lúrin og væl við í kappingini við teir yngru leik­arar­nar. Í hálvfinaluni basti hann lands­liðsleikaranum, Halli Thorsteinsson, sannførandi 4-0. Í hinari hálvfinaluni hittust hinir báðir landsliðsleikararnir, nevniliga Fróði F. Jensen og Pætur Albinus. Eftir ein drúgvan og sera tættan dyst er tað Fróði F. Jensen, sum umvegis ein 4-3-sigur í hálv­ finaluni á fyrsta sinni limar seg inn í FM-finaluna í meistaradeildini. Fróði F. Jensen vann samlaðu GP- kappingina í ár frammanfyri júst Peteri H. Niclasen, so sigast má, at tað verða teir stinnastu í ár, sum mynda FM-finaluna. Føroyameistarin seinastu fýra árini, Ragnar Egilsson, er búsitandi í Danmark og luttók ikki í FM-kapp­ ingini í ár. Hjá kvinnunum verður talan ei­heldur um eina verju av FM-heit­ inum. Verandi føroyameistarin, Henrietta Nielsen, er somuleiðis búsit­andi í Danmark og legði ei­ heldur leiðina heim til kappingina. Finalan hjá kvinnum verður í ár mannað av tveimum yngru leikar­ unum, nevniliga 14 ára gomlu Onnu Mikkjalsdóttir og 15 ára gomlu Lív Øster. Anna er lítlasystir Rakul Mikkjalsdóttir, ið hevur myndað kvinnu­borðtennis í fleiri ár, men fyri­bils hevur lagt battið til síðis. Anna Mikkjalsdóttir og Lív Øster eru báðar partur av føroyska ung­dómslandsliðnum og í væntu er ein tøtt og spennandi finala. Judo Í judo-kappingini eru flestu eyguni vend ímóti opna vektbólkinum, sum hevur tríggjar av teimum seks finalunum á finaludegnum leygar­dagin. Í finaluni hittir Petur Sigurð Johannesen úr Sunda Judo­ felag Áka Davidsen úr Havnar Judofelag. Í fyrri bronsufinaluni møtast Sigurd Bjørn Mørkøre og Edvard Johannesen, báðir úr Sunda Judo­ felag, meðan seinna bronsu-finalan er mannað av Nicolaj Skoubo, Havnar Judofelag, og Sigmundi Johansen, ið umboðar nýstovnaða Skála­fjarðar Judofelag. Seinastu finalurnar eru í bland­ aðari lættvektskapping fyri menn og á fyrsta sinni sleppa eisini ungir judoleikarar framat finaludegnum – nevniliga finalan í opna bólkinum hjá dreingjum. Tað er framvegis ikki greitt, hvørjir finaluluttakararnir verða í hesum kappingunum. albinus@sosialurin.fo Nema FM-finalur 2012 Stórt FM-finalu- tiltak leygardagin Badminton/borðtennis/judo Fríggjadagin verður skipað fyri stórum FM-finalutiltaki í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har ítróttargreinarnar badminton, borðtennis og judo ganga hond í hond um at skapa teir bestu karmarnar um at avgreiða teirra FM-finalur Benjamin Gunnarstein vann silvur í fjør Opni vektbólkurin eigur helmingin av finalunum leygardagin Henrietta Nielsen er verandi føroyameistari, men er ikki við í kappingini í ár