fríggjadagur 13. apríl 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
effo-deildin upptakt 4. umfar
Toppurin verður í Gundadali
Fótbóltur Toppskjúttin Arnbjørn Hansen í EB/Streymi er skaddur í fleiri vikur,
og B36 hevur sagt samstarvið upp við miðverjan Sekou Tidiane Souare
Jóannes Hansen
Tølini siga, at tað er felags fyri HB
og Víking, at verjuspælið hevur
verið gott, tí bara eitt mál er farið
ígjøgnum.
Manningarliga eru báðir partar
væl fyri:
– Vit eru slopnir undan skaðum,
og tað sær skilabetri út, enn tað
gjørdi í fjør. Profilarnir hava verið
væl upplagdir, men tað hevur eisini
verið hugaligt at síggja, at teir, sum
eru komnir aftrat, hava staðið seg
væl staðfestir HB venjarin Sigfríður
Clementsen.
Millum profilarnar, sum hava
verið ógvuliga eyðsýndir, er Símun
Samuelsen í vinstra borði.
Avbjóðingin hjá Jógvani Martin
Olsen og Víkingi er at byrgja upp
fyri broddinum í vinstra borði hjá
HB.
– Tað hevur verið tætt í øllum
dystunum higartil. Vit hava megnað
at hildið mótstøðuliðini burtur frá
stórum málmøguleikum. Tað mugu
vit miðvíst fokusera á, nú vit fara í
Gundadal, har HB rættuliga tykist
vera komið fyri seg, sigur Jógvan
Martin Olsen.
Arnbjørn skaddur
í fleiri vikur
EB/Streymur fær vitjan av FC
Suðuroy. Skírisdag var úrslitið 1-1,
tá ið hin uppflytarin, TB, vitjaði við
Margáir.
Hóast teir megnaðu málleysan
javnleik í Runavík, so er FC Suðuroy
venjarin Pól F. Joensen ikki nøgdur
við tað avrikið:
– Vit vunnu einki stig ímóti B36
og HB, men serliga ímóti B36 var
avrikið nógv betri enn í Runavík.
EB/Streymur er favorittur, men
vit ætla okkum úrtøku, sigur Pól F.
Joensen.
Eftir tríggjar ferðir 90 minuttir í
landskappingini eigur FC Suðuroy
framvegis fyrsta málið til góða. Í
5-0 steypasigrinum ímóti Skála
vóru lyklaspælararnir Poul N.
Poulsen, Palli Augustinussen, John
T. Poulsen og David Asare bara ein
part av tíðini á vøllinum.
– Ímóti EB/Streymi vera teir
allir við frá byrjan, og nú vóna vit,
at góða gongdin í málskjótingini
ímóti Skála fer at halda fram í
landskappingini.
Arnbjørn Hansen fór skaddur av
vøllinum í Fuglafirði, Pætur Dam
Jacobsen er plágaður av liðbands
skaða, og Leif Niclasen er eisini lið
bandsskaddur:
– Tað er greitt, at skaðin hjá Arn
birni í lærkrikanum fer at halda
honum burtur í 3-6 vikur. Levi
Hanssen var fremsti maður í 2.
hálvleiki í Fuglafirði, og tað kláraði
hann væl. Pætur er skaddur, men
kanska verður Leif førur fyri at
spæla. Hann var á vøllinum eina
løtu í Fuglafirði, og síðani hevur
hann ikki vant, sigur EB/Streyma
venjarin Heðin Askham.
Venjarin fegnast um 4-2 sigurin
í Fuglafirði:
– Higartil hava vit klárað okkum
illa. Í Fuglafirði var hugburðurin
góður, vit stríddust sum eitt lið, og
tað var positivt.
Tidiane givin í B36
Tá ið B36 spælararnir vandu í gjár
kvøldið vórðu teir kunnaðir um, at
miðverjin Sekou Tidiane Souare
er givin í felganum. B36 metir ikki,
at útlendski spælarin er betri enn
hinir, ið kunnu røkja miðverju
plássið.
Burtursæð frá Jákupi á Borg eru
allir á meistaraliðnum væl fyri, nú
teir skulu vitja TB.
Spurningurin er, um dysturin
verður á nýggja vøllinum í Trongis
vági ella á Vágseiði. Vøllurin í
Trongisvági eg liðugur. Eitt av krøv
unum, ið føroyskur fótbóltur hevur
sett sær sjálvum, og sum er undir
eftirliti av UEFA, er, at í minsta
lagi 300 sitipláss eru kring vøllin.
Loyvisnevndin hevur fingið málið
at viðgera.
Á Tvøroyri fegnast teir um
fyrsta stigið, sum varð vunnið í 1-1
javnleikinum í Streymnesi.
– Eg eri nøgdur við spælið, men
í avgerandi støðunum eru vit ikki
nóg fokuseraðir. Tað arbeiða vit við,
sigur TB venjarin Milan Kuljic.
Toftamenn eru málleysir
Grannauppgerð verður á Svanga
skarði. B68 hevur higartil hvørki
vunnið stig ella skorað mál í lands
kappingini, meðan NSÍ hevur fýra
stig.
Ábyrgdarmaður fyri heimalið
num er Pauli Poulsen, sum í fjør var
venjari í Runavík.
– Vit vóna og trúgva uppá, at tað
gongur rætta vegin. Í Gundadali
ímóti HB var avrikið vánaligt. Síð
ani hevur tað verið væl betur, hóast
vit ikki hava vunnið stig. Ímóti ÍF
vóru vit óhepnir, og hóast vit taptu
í Gøtu, so vóru vit væl við, heldur
Pauli Poulsen.
Toftamenn hava verið óvanliga
nógv skaðaplágaðir, og hóast onkrir
eru um at koma fyri seg, so er tað
framvegis stórur saknur í lang
tíðarskaddu framrættaðu monn
unum.
Kári Reynheim er venjari í
Runavík:
– Í steypadystinum í Klaksvík
fóru fýra mál ígjøgnum, og tað eig
ur ikki at koma fyri. Har vóru vit ov
slappir og ov lítið grammir í stríð
num um returbóltarnar, sigur NSÍ
venjarin Kári Reynheim, ið er væl
nøgdur við avrikini í landskapp
ingini:
– Vit hava verið væl skipaðir,
og tað hevur borið við sær, at mót
støðuliðini ikki hava spælt seg til
nógvar málmøguleikar. Í álopspart
inum hava vit ikki verið nóg neyvir,
staðfestir NSÍ venjarin.
Helgi L. Petersen var ikki við í
4-2 steypatapinum í Klaksvík. Hann
verður í miðverjuni ímóti B68.
Mistøkini skulu
ruddast burtur
Fuglfirðingar mistu 2. páskadag
møguleikan at vinna seg í steypa
finaluna triðja árið á rað. ÍF venjarin
Flemming Christensen heldur, at
talan var um tvær orsøkir.
– Vit høvdu ikki marginalirnar
við okkum á tann hátt, at eitt mál
hjá okkum var kolldømt fyri skeivan
rangstøðudóm, og vit halda, at teir
fingu eitt mál, sum átti at havt verið
kolldømt fyri rangstøðu. Tað kunnu
vit einki gera við. Men tað kunnu
vit við mistøkini, sum vóru orsøk
til málini hjá EB/Streymi.
– Tað kostaði dýrt at missa á
egnari hálvu í uppspælinum og at
vit ikki vóru nóg nærlagdir í eftir
ansingunum. Hesi mistøkini hava
vit ikki gjørt í landskappingini, og
nú mugu vit fokusera á góðu av
rikini í landskappingini.
ÍF venjarin hevur sæð KÍ nakrar
ferðir, og hann roknar við tættari
uppgerð:
– Tað eiga at vera vánir fyri størri
úrtøku enn í fjør, tá ið KÍ vann allar
tríggjar dystirnar ímóti ÍF. Um vit
spæla upp til okkara besta, so eigur
tað at bera úrtøku við sær.
Bogi Løkin og Alexandar Jovevic
hava nú vant saman við hinum, og
Høgni Madsen er komin aftur úr
páskafrí og er klárur at spæla ímóti
gomlu liðfeløgunum í Klaksvík.
KÍ venjarin Páll Guðlaugsson er
væl nøgdur við avrikið í 4-2 steypa
sigrinum ímóti NSÍ:
– Tað var besta avrikið higartil
í ár. Liðið er ungt, og eg vænti,
at talan fer at verða um støðuga
menning, sigur Páll Guðlaugsson.
Álvur F. Christiansen er fram
vegis skaddur, og Petur Andreasen
hevur ikki vant eftir stoyt, sum
hann fekk í unglingadysti í Streym
nesi fyrr í vikuni. Rudolf Eliasen er
farin at venja aftur eftir drúgvan
skaðasteðg.
joannes@sosialurin.fo