Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-13, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. apríl 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 43 · 13. apríl 2012 7 VIKUSKIFTI Hvat fekk teg at fara upp í politikk? Eg havi altíð havt stóran sosialan áhuga, og eri eisini vaksin upp í einum heimi, har mamma mín var politikari. Tað hevur skapt áhugan, og hartil havi eg eisini arbeitt nógv á sosiala økinum og sæð ting, sum er fegin vil verða ið til at broyta Hvørji eru tíni hjartamál? Tað eru serliga sosialu málini, almannamál og heilsumál, viðurskiftini hjá pensjónistum, børnum og familjum. Stutt sagt mál, ið hava við livistøðið hjá fólki at gera Hvat hevði tú raðfest ovast í játtanarkarmunum? Tað er ein rættiliga stórur spurningur, tí tað er so nógv, ið eigur at verða raðfest ovarliga. Men í hvussu er tað, ið ger tað gott at búgva í Føroyum hjá øllum, og sum fordeilir virðini javnt Hvussu fáast fólk at støðast í Suðuroy? Fyrst og fremst mugu tað verða nøkur størv til fólk, so at tey fáa eitt gott arbeiði, og so er ein góð samferðsla avgjørt ein fortreyt. Men trivnaður og góð mentanartilboð hava eisini nógv at siga Hvat ger tú i frítíðini? Eg havi ikki so nógva frítíð, men ta, eg havi, royni eg at vera saman við familjuni. Men mítt frítíðarítriv er at syngja í kóri. Tað dámar mær sera væl, og tað havi eg gjørt heilt frá barnsbeini av, og geri tað enn Hvussu heldur tú teg í form? Eg haldi meg slettis ikki í form. Eg eri nokkso mageliga annløgd. Eg haldi meg í form mentalt, men geri einki fyri at halda meg fysiskt í form Er tú til føroyska náttúru ella suður­ lendskar strendur? Mær dámar bæði. Mær dámar væl at ferðast, eisini í føroysku fjøllunum um summarið, tí eg haldi vit hava eina fantastiska náttútu, sum vit brúka ov lítið. Men líka so fantastiskt, sum tað er, kann tað eisini vera gott at sleppa ein túr heilt burtur Hvat er tað besta, tú fær at eta? Mær dámar alt – tíverri. Mær dámar eisini væl at gera mat, baka og gera døgurða, so tú kanst siga, at tað er ein partur av mínum ítrívi. Men mær dámar føroyskan mat og útlendskan mat, eg eti alt Hvat er besti filmur tú hevur sæð? Nú hyggi eg ikki so nógv eftir filmi, men tað, sum mær dámar best, er ein góður krimi. Enskar krimirøðir serliga, men eg haldi eisini, at tær donsku og norðurlendsku krimirøðirnar í síni heild seinastu árini eru góðar Hvør árstíðin er hin besta? Allar árstíðirnar eru góðar á sín hátt, men várið dámar mær allarbest, tá alt ljósnar. Nú hava nakrir góðir dagar verið á páskum, og fólk fer út, og alt grør og sprettur Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpi? Tað eru tíðindini og onkur dokumentarsending – og so einari góðari krimi. Men eg hyggi lítið í sjónvarp Hvør bók liggur á náttborðinum? Á páskum hevur tað verið játtanarkarmarnir, »Á rættari kós«. Beint nú er tað ein bók við orðatøkum, sum er rættiliga skemtilig at lesa. Annars lesi eg ikki so nógv tað, sum eg havi hug at lesa, tí lógaruppskotini fylla so nógv Er tú framvegis uppi í politikki um 10 ár? Tað er sjálvandi veljarin, sum avgerð tað, men sum nú er, er tað spennandi, sjálvt um tað er strævið at sita í andstøðu og føla, at mann ikki fær ávirkan á tað, sum mann fegin vil. Tað liggur tó ein uppgáva í at ávirka har, mann kann, men um tað so ger at eg verið í politikki um 10 ár, veit eg ikki Nú siti eg so her. Ivist. Hvat skal eg nú gera? Havi fingið almenna virðisløn. Tað vita øll. Tað frættist út um allar geilar. Eisini í sosialu netmeskunum, sum gera sínar fangar asosialar, so leingi farteldan ella lummateldan eru í hondunum. Skal eg lata blaðnum gamlar klummur? So tey, sum ongantíð hava lisið tær, men fara at gera tað nú, tað er vorðið ein trendur og eitt must at lesa tær, fáa høvi at lesa tær. Uttan at noyðast at leita á netinum ella á bókasavninum ella í blaðrúgvuni, sum er goymd til at leggja á gólvini næstu ferð, stovan skal málast. Ella biðja um at fáa fiskin og kipsini ballað í eitt fríggjadagsblað. Skal eg gera ein samandrátt sum í øllum donsku undirhaldsframhaldssendingunum í føroyska sjónvarpinum? Ella skal eg bara halda fram sum um einki var hent? Ja, hví ikki tað? Tað er tað lættasta, og tað er tað skjótasta. Og júst tað hevur bláa stemplið. Er viðurkent at vera tað besta. Sum lærarin plagdi at siga, hóast eingin skilti tað, hann júst hevði sagt: vit fara víðari. Sunnudagsblaðið liggur í postkassanum mánadagar av og á. Ikki tí at eg eri haldari. Men øll, eisini vit glataðu syndarar og gudloysingar, fáa blaðið fyri einki. Útgevarin heldur, at vit hava brúk fyri vegleiðing, einum gpsara, so vit stýra beint á Himmalportrið (sum so vónandi er opið, sjálvandi). Í einum Sunnudagsblaði í januar stóð, at “vit eru stødd á einum vígvølli og ikki á einum hvíldarheimi.” Eg kann so hóskandi leggja afturat, at deyðarevsing er fyri at liva. Sambært kristna gleðiboðskapinum er hetta lívið bara forspælið. Orgasman er í næsta lívinum, um tú skikkar tær væl í hesum. Sambært Sunnudagsblaðnum skulu vit ikki gloyma, at vit eru bara her upp á eitt fyribils visum til Himmals. Alt heimsins fjant og fjas, so sum feittsúgving, andlitslyfting, varrafylling, heiður(javell) og æra, eydna og hepni og tíni jarðisku klæði koma ikki at vara ævigt. Jú, men, so ræður um at taka til sín og njóta, so leingi tað varar. Hetta er skrivað langa fríggjadag (hann er annars styttri enn næst seinasti fríggjadagur, tí nú er summartíð), og reyðu krossarnir hanga í hálvari stong fyri gleðini. Eg fór annars undir ta dáragerð á páskum, nakrir frídagar, at seta mínar LP-plátur í stavrað. Av ovurhuga, helt, at tað fór at vera løtuverk. Tað var tað ikki. So langt frá tí eisini. Tá eg kom til F, bað eg Fanan standa hjá mær. Tá eg hevði sett H á hillina, nevndi eg einvegis farleiðina til Helvitis 17 ferðir. Pínadoyð glapp mær av munni, tá eg hevði gloymt eina hjá Pretty Things (hon lá undir songini). Helt annars, at eg var liðugur við P. Tá eg var komin í helvt við S, físti eg altjóða navnið hjá ríkisleiðaranum í neðra. Og nú noyddist eg so eisini at viðganga, at eg dugi ikki tunga endan í stavraðnum. Millum annað hasar undarligu bókstavirnar, sum ikki eru til á føroyskum, á foreldramálinum. So eg noyddist eftir telefonbókini fyri at vita, um u er framman fyri ella aftan fyri v ella mitt ímíllum. Allar pláturnar komu aftur á hillarnar við teirri avgjørdu niðurstøðu, at hetta var seinasta ferðin, eg seti LP-plátur í stavrað. Tað einasta jaliga, sum er at siga um hendan Sifysosørskap, er, at eg sá plátur, sum eg langt síðani havi gloymt, at eg eigi. Tí eg spæli tær somu tíggju pláturnar aftur og aftur og ongantíð allar hinar 250. Og Reyði Krossur fær nakrar, sum eg haldi, at eg kann liva uttan. Líka til tað kvøldið, eg fái hug at hoyra tær. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Sirið Stenberg lagt til rættis: Leo Poulsen Eg haldi meg slettis ikki í form Tað sigur Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hvørs fremsta ítriv er at syngja í kóri. Hon heldur seg tó mentalt í form, og ein ensk krimi í sjónvarpinum er ikki at forsmáa Long Play