fríggjadagur 13. apríl 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 43 · 13. apríl 2012
8
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Í øllum larminum frá orkuríkum ung
dómum og øðrum, ið eru farin í býin at
hugna sær, er ikki óvanligt at síggja 40
ára gamla Ragnar Ludvig. Hann er tó
ikki býnum í somu ørindum sum flest
onnur, tí um vikuskiftini gevur Ragnar
fólki traktatir um náttina.
Traktatirnar eru eitt kall
Tað byrjaði alt í 2004, tá Ragnar fyrstu
ferð fór út á gøtuna við traktatum.
– Sum trúgvandi ynski eg at vera í
aktivari tænastu og vil vinna menniskju
fyri Jesusi. Hetta er ikki sørt øðrvísi
enn tann meira siðbundni trúðboðara
gerningurin, sigur Ragnar, sum er
føddur og uppvaksin á Tvøroyri. Í løtuni
býr hann í Tórshavn saman við konuni
og teirra trimum børnum, men hann
hevur eisini búleikast aðrastaðni.
– Eg havi búð í millum annað Keyp
mannahavn, Oslo og Noregi, og í øllum
býunum havi eg gingið á møti hjá ym
iskum samkomum, greiðir Ragnar frá.
Hann er útbúgvin skipsførari, og har
afturat hevur hann lisið verkfrøði innan
skipstøkni á DTU í Lyngby. Ragnar er
uppaldur í einum kristnum heimi, men
tað kristna lívið hevur ikki altíð fylt
líka nógv.
– Eg bleiv frelstur á eini páskastevnu
í Havn sum trettan ára gamal. Í ung
dómsárunum ferðaðist eg í einum rætt
iliga heidnum umhvørvi, so á tann hátt
vaks eg ikki í Kristusi fyrr enn nakað
seinni, tá eg broytti lívsførslu, sigur
Ragnar. Eitt nú hevur hann spælt til
dans ymsastaðni kring landið í sínum
ungu døgum.
– At deila traktatir út er eitt kall, og
eg veit, at tað er tøvur á mínum religiøsu
tekstum, sigur Ragnar avgjørdur.
Klubbagarðurin
er eitt gott mið
Seinastu átta árini hevur Ragnar á
náttartíð staðið ymsastaðni í Havnini
við sínum traktatum. Onkuntíð gevur
hann fólki traktatir um dagin uttan fyri
eitt nú SMS, tí har koma nógv fólk.
– Eg royni at stilla meg tey støðini,
har nógv fólk savnast saman, og
eftirhondini havi eg funnið nøkur góð
mið, sigur Ragnar. Um vikuskiftini eru
ávís støð í Havnini, har honum dámar
best at standa.
– Klubbagarðinum og springvatnið
við Ebenezer hava víst seg at vera góð
mið, tí har ganga nógv fólk um nætur
nar, so tá liggur væl fyri at geva teimum
eina traktat, sigur Ragnar, sum gevur
umleið 500 traktatir út um vikuna. Ikki
einans gevur hann fólki traktatir, men
hann stendur eisini sjálvur fyri øllum
forarbeiðinum.
– Leygarkvøld byrji eg aloftast beint
eftir nátturðatíð við at skriva tekst
in, sum eg royni at fáa so mikið per
sónligan, at tann, ið lesur traktatina,
følir, at tað er skrivað beinleiðis til sín,
greiðir Ragnar frá. Tá traktatin er skriv
að, skal teksturin setast upp inni á teld
uni og síðani prentast í fleiri hundrað
eintøkum.
Á røttum stað í røttu tíð
Vanliga fer Ragnar í miðbýin um mid
náttarleitið, og ikki fyrr enn tað lýsir,
fer hann heimaftur. Sum oftast eru
veitsluhýrdu fólkini blíð við Ragnar, tá
hann rættir teimum eina traktat, men
tað kemur meir enn so fyri, at hann
upplivir munnligan ágang.
– Mann kann siga, at eg royni at vekja
fólk, tá tey ikki eru klár í høvdinum
orsaka av rúsdrekka. Onkuntíð kunnu
tey vera ljót í munninum, og summi
spyrja meg, um eg ikki eri á skeivum
stað á skeivari tíð, sigur Ragnar. Sjálvur
heldur hann seg vera á júst røttum
stað á rættari tíð, tá hann stendur í
eitt nú Klubbagarðinum klokkan fýra
sunnumorgun, og dansistøðini lata
aftur.
– Eg møti fólki, tá tey eru mest
opin, og eg haldi, at tað avgjørt er
rætta tíðspunktið, tá tey hava drukkið
og ikki smæðast. Eg havi havt nógvar
uppbyggjandi samrøður í eitt nú
Klubbagarðinum og við springvatnið í
miðbýnum, fortelur Ragnar. At Ragnar
hevur framúr góðar talugávur er eingin
ivi um.
– Samkomuleiðarar og onnur plaga
at siga, at eg havi evangeliskar gávur.
Harafturat smæðist eg ikki burtur, so á
tann hátt hóski eg væl til trúðboðara
gerningin, sigur Ragnar, sum leggur
stóran dent á ikki sjálvur at koma í
fokus.
– Tað er umráðandi, at eg ikki gerist
ov sjálvsøkin og uppfati meg sjálvan
sum nakað betri enn onnur menniskju.
Tað skal vera soleiðis, at hvørjaferð
Gud veksur, so minki eg.
Vil vera kelda til íblástur
Ragnar brúkar nógvar tímar um næt
urnar um vikuskiftini upp á at geva
fólki traktatir, og hóast hann ikki fær
pening fyri tað arbeiðið, hann ger, er
hann ikki í iva um, at hann fær eitt
slag av løn.
– Eg fái ikki pengar, men í staðin fái
eg andaliga løn. Eg verði uppbygdur og
fái eina andaliga venjing. Ofta verður
sagt, at Guds børn batna í Harrans
verki, og tað føli eg veruliga, at eg geri
við hesum, sigur Ragnar. Hann ynskir,
at hann kann geva øðrum føroyingum
íblástur við at vera til staðar í náttar
lívinum.
– Eg royni at geva fólki íblástur til at
søkja Gud, náði og frelsu. Bara tað, at eg
eri til staðar, er ein máti at konfrontera
fólk, tí tey vita, at eg umboði evangeliið,
greiðir Ragnar frá.
Hann veit fullvæl, at summi fólk, ið
fáa eina traktat frá sær, tveita hana á
vegin, fáa minuttir eftir at Ragnar hevur
givið teimum hana. Hóast hann hevur
brúkt tíð og orku upp á traktatirnar, so
verður Ragnar ikki illur, tá hetta kem
ur fyri.
– Tá fólk blaka eina traktat burtur,
særir tað hjartað, og eg haldi, tað er
harmiligt, at tey vraka Jesus. Eg havi
tó lært ikki at vera sárbarur sjálvur.
Í eini slíkari støðu tykir mær synd í
persóninum, og at viðkomandi eina
ferð skal doyggja uttan Jesus, sigur
Ragnar.
Høvuðsendamálið við traktatunum
er at siga fólki frá um kristindómin,
og sjálvt um øll ikki eru líka fegin um
traktatirnar, veit Ragnar, nær rokkið
er á mál.
– Eg veit væl, at øll ikki lesa tekstin,
men um bara ein persónur verður
frelstur, so er mín missión fullførd, sigur
Ragnar, sum eisini ætlar sær at fara á
teir ymsu festivalarnar og stevnurnar í
summar við sínum traktatum.
– Eg veit væl, at øll ikki lesa tekstin, men um bara ein persónur
verður umvendur, so er mín missión fullførd. Tað sigur Ragnar
Ludvig, sum gevur fólki í náttarlívinum í Havn traktatir
Klubba-
garðurin er
eitt gott mið
mynd: Heinesen Myndir