fríggjadagur 13. apríl 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 43 · 13. apríl 2012
10
VIKUSKIFTI
Mánaferð
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Higartil hava 27 rúmdarmenn verið á
mánanum ella í ringrás um hann, men
nú fáa tey fyrstu ferðafólkini eisini
møguleikan at koma mánanum nær
– eisini hinumegin. Gongst sum ætlað
verður tann fyrsta leiguferðin til mánan
um trý ár. Sjálvum rúmdarfarinum
standa russar fyri, men tað er eitt
privat ferðavinnufelag, sum skipar
fyri ferðini.
Space Adventures hevur royndir
við at senda ferðafólk út til altjóða
rúmdarstøðina, og nú heldur felagið,
at tað er ikki annað enn náttúrligt, at
mánin verður tað næsta ferðamálið.
Felagið hevur spurt seg fyri hjá
summum av teimum, sum hava verið á
mánanum ella ferðast rundan um hann,
og Buzz Aldrin, sum var við á teirri
fyrstu mánaferðini, sigur, at nú kunnu
privatfólk fáa ein møguleika at teljast
millum teirra, hvørs nøvn frameftir
verða sett í samband við 21. øld.
Russiskar ætlanir
Space Adventures ásannar, at tað kann
tykjast burturvið at tosa um at senda
ferðafólk upp til mánan. Tí hevur
felagið hugt eftir, hvussu russar ætlaðu
sær at gera fyri at sleppa upp á mánan
fyrr enn amerikanararnair, og tekniskt
byggir ætlanin hjá Space Adventures tí
í stóran mun á ta russisku ætlanina.
Rúmdarfarið, sum skal brúkast
til ferðina, er at kalla tað sama, sum
russar gjørdu í sambandi við teirra
mánaverkætlan í 1960-árunum. Russar
fullførdu kortini ongantíð ætlanina,
tí hon fór fyri bakka, tá teir fyrstu
amerikanararnir settu seg mánan í
1968.
Tey flestu hildu tá, at amerikanar
arnir vóru langt framman fyri russar
í kappingini um mánan, men í veru
leikanum kundu russar gjørt tað sama
nakrar vikur seinni.
Tvey ferðafólk
Ætlanin hjá Space Adventures er at
senda eitt Soyuz-rúmdarfar út til mánan
frá útskjótingarstøðini, sum russiska
rúmdarumsitingin hevur í Baikonur í
Kasakhstan. Umborð verða trý fólk, ein
rúmdarmaður og tvey ferðafólk.
Tá farið er komið á ta røttu kósina
og ta røttu ringrásina um jørðina,
skal tað bindast saman við eitt annað
far, soleiðis at tað verður betri pláss
umborð. Harafturat kemur hitt farið
við brennievni til sjálva mánaferðina.
Hetta verður gjørt, tí at Soyuz-førini
hava ikki nóg mikið av brennievni til at
sleppa út úr tyngdarmegini hjá jørðini,
men hetta setir eisini størri krøv til
ferðina og ger hana eisini dýrari.
Soyuz-farið skal ikki í eina fasta
ringrás rundan um mánan, sum Apollo
8 fór. Ætlanin er harafturímóti, at farið
skal gera eina ferð rundan um mánan,
og hetta er mett at taka umleið ein
tíma. Tað vil siga, at ferðafólkini fáa
bara tann eina møguleikan at skoða
mánan, men sambært fyrireikarunum
er tað ríkiligt til at gera ferðina til eina
uppliving fyri lívið. Øll mánaferðin er
mett at taka knappar níggju dagar.
Eitt pláss tøkt
Sambært Space Adventures hava fleiri
longu bílagt pláss til mánan, og ein
kendur persónur hevur keypt annan
ferðaseðilin til ta fyrstu ferðina. Felagið
vil ikki siga, hvør viðkomandi er, men
sigur, at tað snýr seg um ein persón,
sum tey flestu hava hoyrt um.
Hinvegin vilja fyrireikararnir ikki
siga nakað um, hvørt nakar hevur víst
áhuga fyri hinum plássinum á teirri
fyrstu ferðini ella ikki. Men Space
Adventures lýsir framvegis við ferðini,
so enn er plássið eftir øllum at døma
tøkt.
Men ætlanin hjá Space Adventures
er ikki sloppin undan atfinningum. Tað
er ikki júst tað, at fólk kunnu finna
uppá at brúka so nógvar pengar til at
stuttleika sær við, men heldur tann
tekniski parturin av ferðini. Nøkur av
teimum, sum hava skil fyri rúmdar
tøkni, halda, at útgerðin er ov tung til ta
ætlaðu ferðina. Men tann trupulleikin
kann kanska loysast við at seta hámark
fyri, hvussu nógv ferðafólkini kunnu
viga.
Søgunnar fyrsta leiguferð út til mánan verður nú fyrireikað, og tann, sum
hevur hug og 150 milliónir dollarar, kann sleppa við, tí eitt pláss er tøkt enn
Nú kanst tú
keypa ferðaseðil
til mánan