fríggjadagur 13. apríl 2012síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 43 · 13. apríl 2012
11
VIKUSKIFTI
Tann ræðandi
dagurin
Í dag er fríggjadagur 13. Dagurin verður fram um allar aðrar
roknaður sum óeydnisdagur, hóast hagtøl heldur stuðla upp
undir, at talan er um tryggari dag enn aðrar dagar
Tríggir 13. í ár
Hvørt er minst ein fríggjadagur 13. og í mesta
lagi tríggir. Teir mánaðir, sum byrja við
einum sunnudegi, hava fríggjadag 13. Í
ár hava vit tríggjar av hesum døgum:
13. januar, 13. apríl og 13. juli.
Tann tryggi
dagurin
Í Niðurlondum vísur
uppgerð, at tað henda
færri ólukkur, innbrot og
eldsbrunar fríggjadagar
13. Tað er Dutch Centre
for Insurance Statistics,
sum kannaði hetta í 2008.
Eisini vísur tað seg, at tað er
heldur tryggari at koyra bil
hesar dagar enn aðrar dagar.
Tempulharrar álopnir
Fríggjadagin 13. oktober í 1307 gav franski Kong
Philip IV boð um at fanga allar tempulharrar í
landinum. Óteljandi tempulharrar vórðu fangaðir og
brendir á báli júst hendan dagin. Hildið verður, at júst
hesin dagurin í 1307 hevur ein leikut í, at fríggjadagur
13. er blivin óeydnisdagurin fram um allar.
Ræðufilmsrøð
Í 1980 varð fyrstu ræðufilmurin
undir navninum Fríggjadagur
13. framleiddur. Filmurin snúi
seg um drápsmannin Jason
Voorhees, sum drepur frá
hond við Crystal Lake sjógvin.
Síðani er ein long røð av
blóðugum filmum gjørd
undir hesum hesum heiti.
Fríggja
dagsfobi
Summi fólk ræðast so
illa fríggjadag 13., at
tey hava eina fobi fyri
degnum. Hendan fobi
kallast paraskavedekatria.
Milliónir
ávirkað
Stress Management Center
and Phobia Institute í North
Carolina í USA metir, at millum
17 og 21 milliónir fólk í USA eru
ávirkað av ótta fyri fríggjadegi 13.
Hetta ger dagin til tann dag og tað
dato í søguni, sum mest stúran og ótti er
knýtt at. Sambært stovninum broyta nógv
framferð hesar dagar, og summi eru so rædd
fyri degnum, at tey liggja heim fríggjadagar 13.
Ikki gamalt í Føroyum
Fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreassen sigur, at hann veit ikki
um pátrúgv frá gamlari tíð í Føroyum í sambandi við fríggjadag 13.
– Vit hava havt fríggjadagspátrúgv frá gamlari tíð í Føroyum. Fólk
skuldu ikki byrja nakað nýtt fríggjadag, men hetta við fríggjadegi
13. er nýggjari her á landi, sigur Eyðun Andreassen.
– Eg veit ikki, um fólk trúgva uppá, at fríggjadagur 13. er ein óeydnisdagur, men
tað er í øllum førum eitt samtaluevni millum fólk, og vit hugsa um tað. Í gjár kom
eg heim við flogfari, sum fór frá gate A12. Eg legði til merki, at har vóru bæði gate
A11 og A14, men eg sá onga A13. Eg veit ikki, um tað hongur saman við pátrúgv.
lagt til rættis: Eyðun Klakstein