fríggjadagur 13. apríl 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 43 · 13. apríl 2012
14
VIKUSKIFTI
Hóast hann hevur veingir, so heldur gráspurvurin seg fyri tað mesta
innan fyri einans 700 metra radius. Av teimum 2.167 gráspurvunum,
sum higartil eru merktir í Føroyum, eru allar fráboðanirnar
komnar aftur í Føroyum og einans tvær úr aðrari bygd enn
henni, har gráspurvarnir upprunaliga vórðu merktir. Sostatt er
gráspurvurin ein tann støðufastasti búfuglurin, sum er í Føroyum
Gráspurvurin
Trúfasti grannin
VITAN & vísindi
Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum,
skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri
Føroya um evni, tey granska í.
Hesaferð skrivar Eyðfinn Magnussen.
Eyðfinn Magnussen
Biologur,
Fróðskaparsetur Føroya
Fuglafrøðingarnir gera seg klárar at
fara undir dagsins gerning. Teir skulu
ringmerkja gráspurvar, so teir fáa meiri
at vita um, hvussu hesin lítli fuglurin
búleikast í Føroyum. Við at festa ein
ring um beinið á fuglinum fáa teir
at vita hvussu gráspurvurin ferðast,
hvussu leingi hann livir, hvussu stór
deyðiligheitin er á hvørjum ári, um
framt aðrar upplýsingar, sum hava
áhuga hjá fuglafrøðingum, eitt nú um
hvat valdsøki fuglurin hevur, og hvar
og nær hann søkir sær føði.
Tvær høgar jarnstengur verða
slignar niður í moldina. Eitt fýra metrar
høgt og seks metrar langt net verður
spent millum báðar stengurnar. So er
bara at bíða til teir fyrstu gráspurvarnir
koma í netið.
Eitt paradís hjá gráspurvum
Klokkan er um fimm seinnapartin,
og vit eru stødd í einum urtagarði við
gamla Restorff Bryggjarí við Landa
vegin í Havn. Húsaveggurin á gamla
bryggjarínum er tilvaksin av trøum, sum
vaksa upp eftir húsavegginum. Hetta er
eitt satt paradís hjá gráspurvum, sum
í hundraðtali halda til her á húsavegg
inum. Her er alt, sum teir hava brúk
fyri. Teir kunnu krógva seg, her er føði
at fáa, og teir kunnu eisini gera sær
reiður millum greinarnar. Tað er eisini
her teir halda til um náttina og koma tí
flúgvandi higar í skýmingini.
Tað gongur bert ein lítil løta, so
sprella teir fyrsti gráspurvarnir í net
inum. Jógvan tekur varisliga spurv
arnar úr netinum. Fuglarnir sprella og
royna at sleppa burtur. Teimum dáma
eyðsýnt ikki at verða hildnir. Teir trívast
annars væl við menniskjum kring seg,
tí gráspurvurin búsetist einans har, sum
fólk búgva.
Jógvan leggur varisliga gráspurv
arnar í ein myrkan toyposa og strammar
posabandið, so fuglarnir ikki flúgva úr
aftur posanum. Hatta vóru bara teir
fyrstu í dag. Seinni koma uppaftur fleiri
fuglar í netið.
Ringurin sigur alt
Ímeðan ger Hans klárt til at merkja
fuglarnar. Hann finnur tongina fram.
Ein metallringur við nummari á verður
festur á vinstra bein á fuglinum. Á høgra
bein festir hann tveir plastikkringar.
Fyrst ein bláan, so ein gulan. Litringarnir
gera, at fuglafrøðingarnir kunnu fylgja
tí einstaka fuglinum og skráseta hvussu
hann ferðast gjøgnum dagin.
Tá Hans er liðugur at merkja grá
spurvarnar, verða teir sleptir leysur
aftur. So er bert at vóna, at teir verða
sæddir aftur ella funnir deyðir onkra
staðni, og at hetta verður fráboðað
teimum, sum standa fyri kanningini.
Tí hetta eru virðismiklir upplýsingar
hjá teimum, sum kanna gráspurvin.
Tá nakrir tímar eru gingnir, taka
fuglafrøðingarnir útgerðina niður aftur.
Í dag vórðu 32 gráspurvar merktir. Nú
er bara at bíða eftir, at teir ringmerktu
gráspurvarnir aftur lata frætta frá sær.
Tað ganga helst bæði mánaðir og ár,
áðrenn hendan søgan endar. Vónandi
verða nógvir av teimum merktu grá
spurvunum fráboðaðir aftur, men
meginparturin av teimum fer helst
at hvørva onkustaðni. Soleiðis plagar
tað í hvussu so er at vera. Einaferð
verða hesir merktu gráspurvarnir til
spennandi tøl í eini vísindaligari grein
í onkrum tíðarriti úti í heimi, og enn ein
brikkur verður lagdur í puslispælinum
um tann føroyska gráspurvin.
Føroyski gráspurvurin
Hóast gráspurvurin í dag telist millum
okkara vanligastu fuglar, er hann lut
falsliga nýggur í Føroyum. Teir fyrstu
gráspurvarnir festu búgv her miðskeiðis
í 1930’unum. Áðrenn tað var hann bert
sæddur her hendingaferðir, men var
ikki komin fyri seg enn. Í dag eigur
gráspurvur í flestu býum og bygdum
í Føroyum.
Fyrstu búsetingarnar vóru suðuri
í Vági miðskeiðis í 1930’unum. Í 1944
vóru gráspurvarnir komnir til í Svín
oyar. Síðani spjaddust teir til restina
av landinum. Teir tóku fyrst búgv á
teimum størru plássunum og vóru
seinast í 1950’unum at finna í flestu
størru plássum. Miðskeiðis í 1970’unum
hevði gráspurvurin búsett seg í helvtini
av føroysku bygdunum. Búsetingin helt
fram, og í fyrru helvt av 1980’unum
hevði hann breitt seg til tveir triðingar
av teimum føroysku bygdunum. Í dag
búleikast hann í 94 av teimum 118
føroysku bygdunum. Teljingar vísa, at
í 2002 varð støddin av føroyska grá
spurvastovninum mett at vera 2.700
pør. Í 2001vóru 2.500 pør. Av hesum er
ein triðingur – 800 pør – í Tórshavn.
Ringmerkja fugl
Hans stendur í urtagarðinum við gamla
Restorff Bryggjarí við Landavegin við
einum kikara um hálsin. Hann roynir
at fáa eyga á, um nakrir av merktu
spurvunum, sum hann fyrr hevur hild
ið í hondini, sita í trøunum. Jú, hann